Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 28. august 2006 17 Hóast onkrar barna­ sjúkur, so var Fjarða­ festivalurin ein góð og hugnalig uppliving. Ein skal vera varin við at sammeta Fjarða­ festivalin við allar hinar festivalarnar í landinum, tí at Fjarða­ festivalurin hevur eitt heilt annað fokus. Sjálvsagt er eitt kom­ mersielt fokus til stað­ ar á Fjarða­festivali­ num, men tað primera er helst at boða Guds orð í einum nútímans tónlistarligum hami. Hinir festivalarnir leggja seg kanska meiri eftir at føra fram popp/rokktónleik og miðað eftir eini meiri verðsligari uppliving. Sum sagt, so var hetta tann fyrsti Fjarða­ festivalurin nakrantíð. Eini 22 bólkar og ein­ staklingar hava framført tónleik hetta vikuskiftið, og karm­ urin var økið rundan um Kelduna í Skála­ firði. Tann fyrsta niðurstøðan tú kann gera er, at økið riggaði væl. Økið er avmark­ að, og tað tóktist lætt at halda skil á. Parkeringsøkið uttanfyri Kelduna gjørdi eisini sítt til, at festivalurin var so atkomuligur. Parkeringsøkið er stórt, og har vóru alla tíð vaktir, sum beindi teg til ein bás. Hetta var eitt stórt pluss fyri heildarupplivingina. Karmarnir eru góðir Serliga eru ljóðviður­ skiftin inni í Kelduni heilt góð. Salurin inni í Kelduni er bygdur soleiðis, at sum mest fæst burturúr ljóði­ num, og saman við einum frálíkum an­ leggi, fingu vit sum lýddu á, eina fram­úr­ skarandi ljóðmynd inni í salinum. Sostatt vóru karmarnir inni í Keld­ uni heilt góðir. Eisini var ein pallur á graslíkisvøllinum aftan­ fyri kelduna. Her stóð tann stóri pallurin, sum skuldi hýsa teim­ um “størru” bólkun­ um, og eisini hetta riggaði væl. Tað var serliga heppið, at talan var um graslíki, tí at vikuskiftið var eitt sindur vátt, og tú kanst ímynda tær, at undirlagið hevði verið nakað ótespiligt, um vit stóðu á bøi. Eisini vóru ljóðviður­ skiftini til tíðir heilt góð úti á vøllinum. Serliga tá ið teir betru bólkarnir spældu. Hetta tí, at teir meiri professionellu bólk­ar­ nir duga betur at føra seg fram á palli, og tað hjálpir teimum ljóðkønu at fáa meiri burturúr ljóðinum. Hinvegin var ljóðið onkuntíð heilt vánaligt, tá ið onkur minni rutineraður bólkur spældi á stóra pallinum. Tann føroyska tíðin Men Fjarðafestivalurin hevur eisini okkurt at læra. Skráin fríggja­ kvøldið varð illa darv­ að av seinkingum. Hví er tað so í Føroyum, at vit hava so ilt við at halda tíðir? Hetta var stak óhepp­ ið. Tá tú sum festival­ gestur keypir eitt at­ gongumerki, hevur tú rætt til at krevja ta vøru, sum tú heldur teg gjalda fyri. Fleiri bólkar máttu fríggja­ kvøldið skera nøkur løg av síni skrá fríggja­ kvøldið fyri at loyva øðrum framat. Eisini vóru onkrir gestir ónøgdir, tí at teir høvdu ætlanir um at fara til Havnar seinni um kvøldið at hoyra eina aðra konsert. Men við teimum drúgvu seinkingunum máttu hesir gestirnir (sum hava goldið), velja at fara til Havnar, ella verða verandi á staðnum fyri at hoyra tað, sum teir upp­runa­ liga høvdu goldið fyri. Hetta er heilt einfalt ikki nóg gott. Tað mugu fyriskipararnir taka á sín rygg. Sigast skal tó, at skráin leygar­kvøldið varð nógv betur hildin. Næstan allar fram­ førslurnar byrjaðu uppá minuttin, men seint út á kvøldið vóru tær eitt sindur seinkaðar. Ein lítil heilsan frá okkum Fyri okkum, sum arbeiddu sum blaðfólk á festivalinum, skal sigast, at vit høvdu sera góðar umstøður. Vit fingu eina skriv­ stovu, sum gjørdi tað lætt hjá okkum at arbeiða. Har vóru allir hentleikar. Vit kundu lata okkara teldur o.a. standa frammi, og vit vóru alla tíðina íbundin alnótina. So góðar umstøður havi eg ikki upplivað á øðrum festivalum. Samanumtikið var Fjarðafestivalurin ein góð uppliving. Hoyrdi frá fyrireikarunum, at tey eisini vóru væl nøgd, men samstundis ásannaðu, at onkrar broytingar skulu gerast til komandi festival. Takk fyri eitt hugnaligt vikuskifti á Fjarðafestivalinum. Eini 2500 fólk vóru um vikuskifti á Fjarðafestivali. Hetta var tann fyrsti festivalurin av sínum slag, og tí var tað spennandi hjá okkum at fáa greiðu á, hvussu hesin festivalur fór at standa seg, í øllum festival-meldrinum, sum hevur verið í summar. Niðurstøðan tykist verða jalig. Fyrsti Fjarðafestivalurin farin aftur um bak Fjarðafestivalur Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo