Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 164 - 28. august 2006 Framman fyri pallin tyrptust fólk fyri at sleppa so tætt sum gjørligt. Tað var eyðsæð, at Michael Tait var ein serstakliga vælumtóktur maður millum tey vitjandi á Fjarðafestivalinum. Har var ein øðiligur spenningur í luftini, men hesin spenningur bleiv onkursvegna doyvdur av teimum tónleikarum, sum vóru á pallinum og gjørdu ljóðroynd. Tónleikararnir spældu onkur brot av onkrum Tait lagið, og fólkið byrjaði beinanvegin at syngja og dansa við. “This is just a soundcheck”, søgdu teir, og fóru spakuliga av pallinum aftur. Klokkan fór av 22, og fólkið ótolnaðist nakað. Men so kom Heini Lützen á pallin (hann var frásøgu­ maður leygarkvøldið), og so var alt aftur á gosið. Men Heini greiddi frá, at eitthvørt tøkniligt manglaði, og ein hýruvognur var á veg úr Klaksvík við teimum seinastu lutunum. Sostatt fekk Norðoyartunnilin eisini ein avgerandi leiklut á Fjarðafestivalinum. Fólkið treiv í felags­ sang. “Syng Hosi­ anna” rungaði um vøllin uttanfyri Kelduna, og var hetta eitt stuttligt innslag hjá okkum sum eygleiddu. Ein lítlan hálvan tíma seinkaður, kom bólkurin Tait á pallin. Og nú merktist veruliga, at Tait hevur nógvar fjepparar í Føroyum. Eini 1500 fólk brustu út í gleðisróp, og tónleikararnir í Tait tóktust ovfarnir av hesi heitu móttøku. Nú var klárt at fara í gongd! Dugnaligir tónleikarar Teir løgdu út við ein­ um coverlagið. “Rock Down To Electic Avenue” rungaði um øki, og tú kundi ikki annað enn at rokka við teimum. Tú merkti beinanvegin at hetta eru menn, sum spæla tónleik burturav. Ljóðførini klingaðu sera væl saman, og man kendi á sær, at teir eru í sera góðari venjing. Teir framførdu sum ein bólkur, sum dregur eina tónlistar­ liga línu, og var hetta ein fragd at lurta eftir. Teir einstøku tónleik­ ararnir spældu eisini sera væl. Um nakar skal dragast framum, so má tað vera trummu­leikarin. Hann spældi so forbiðið hart og kontant, og so var hann eisini sera tea­ tralskur í síni fram­ førslu. Framførslan var líka so nógv kropslig, sum hon var tónlistar­ lig. Michael Tait greiddi eisini frá, at stóra blaðið “Modern Drummer”, fyri stutt­ um hevði havt eina grein um trummu­ leikarin, og hetta sigur ikki so lítið. Og vit sleppa ikki uttanum, at odda­mað­ ur­in er ein sera gávu­ ríkur sangari. Hansara sangháttur er kanska torførur at seta í bás. Tú hómar reggae, tú hómar soul, tú hómar etniskt afrikanskt rædd­ar brúk, men mest av øllum hómar tú eina rúgvu av rokki í røddini. Hann er ein heilt egin sangari, hvørs líka eg ikki havi hoyrt. Eisini er hann óførur at lýða á. Hann er sera lívligur á pallinum, og tykist at hava hópin av yvirskoti. Hann dugur væl at bera fram­førsl­ una, og áhoyrarin kennir seg í tryggum hondum alla tíðina. Eisini var hann dugna­ ligur at greiða frá millum løgini, hvagar framførslan nú fór. Kristin rokkur Tónleikurin hjá Tait er harður nútímans gospel rokkur. Onkun­ tíð spældu teir eisini reggae, men saman­ umtikið haldi eg, at vit rópa sjangruna fyri rokktónleik. Í onkrum lagið hoyrdi tú, at tón­ leikarirnir hava fingið íblástur frá írska super­-bólkinum U2. Tað tekstliga innihaldi ber sjálvsagt brá av teirra samband við Guð. Hóast Tait er væl­um­ tóktur her á landið, so var allarmest lív í, tá ið teir spældu eitt gamalt DC Talk lag. Tá kókaði alt á økinum, og fólkið Tait gjørdi sína skyldu Høvuðsnavnið á Fjarðafestivali­ num var avgjørt vert at bíða eftir. Við eini top-professio­ nellari fram­ førslu, bergtók bólkurin Tait eina takksama fjøld. Tait spældi eina brakandi góða konsert. Konsertummæli Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Michael Tait beyð vinmanninum Tummas Justinussen upp á pallin.