mánadagur 28. august 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 28. august 2006
19
sang óført við. Sjálvur
kennist eg ikki við
hetta lag, men tað var
eyðsæð, at DC Talk
ikki eru farnir í gloymi
bókina, hóast teir ikki
spæla saman longur.
Sangarin, Michael
Tait, gjørdi eisini sína
skyldu á aðrar mátar.
Sum allir útlendskir
tónleikarar sum koma
til Føroya á vitjan,
nýtti hann fleiri ferðir
høvi til at vísa á at
“This is just the most
beautiful place in the
world”. Hann fór enntá
so langt sum at siga,
at hann mátti finna
sær eini hús í Føroy
um. Og hetta dámdi
áhoyrarunum sera
væl. “Would you mind
having me as your
neighbour?”, og fólkið
geylaði aftur:
“Nooooo!”. Michael
Tait var ikki tann
vanliga ímyndin av
eini rokkstjørnu. Hann
var sera dámligur og
prátingarsamur, og
ikki minst var hann
eyðmjúkur og takk
samur fyri at spæla
her á klettunum.
Tyngdarlógin
sett til viks
Tait spældi eina sann
førandi konsert.
Konsertin vardi í ein
góðan tíma, og hóast
fólkið ikki kendist við
øll løgini, so vóru tey
alla tíð við uppá
framførsluna. Aftaná
seinasta lagið takkaðu
teir fyri seg, og fóru av
pallinum. Men fólkið
vildi hava meir. Og tað
fingu tey.
Teir komu út aftur og
spældu eina alterna
tiva, harða útseting av
DC Talk klassikaranum
“Jesus Freak”, og nú
var alt á gosið. Hetta
var júst lagið, sum fólk
høvdu bíða eftir, og nú
tóktist tyngdarlógin
fullkomiliga at missa
tamarhaldi á teimum
hoppandi áhoyrarun
um. Feitt!
Tait var uttan iva
tónlistarliga hæddar
punktið á Fjarða
festivalinum 2006.
Sveimandi
Sigrid
Grace løgdu fyri
Fyrstu framførsluna á Fjarða
festivalinum átti Grace. Grace
er ein sangbólkur mannaður
við 8 ungum fólkum úr Eystur
oynni.
Seks ungir menn og tvær
ungar kvinnur. Tey framførdu
nakrar sálmar og nøkur meiri
“barbershop” kend løg. Grace
framførur kend løg, sum eru
ílatin nýggjan og frískan ham.
Hesum tóku áhoyrararnar
eisini heilt væl ímóti.
Sum heild riggaði teirra
framførsla væl, hóast tú
onkuntíð hoyrdi, at hetta er
ein nýggjur sangbólkur. Tey
tóktust ikki alla tíð heilt trygg
á pallinum. Kanska vóru
ljóðviðurskiftini ikki optimal
á pallinum, men úti í salinum
ljóðaði heilt gott. Hetta var
ein bleyt, góð byrjan uppá
festivalin.
Sigrid Rasmussen telist millum
tær allarbestu songkvinnur
her á landið. Framførslan
á Fjarðafestivalinum var
sjón fyri søgn. Hennara
rødd er klokkuklár, og hon
bar framførsluna heilt væl.
Hennara tónleikur var inniligur
og sveimandi.
Saman við Gunnar Guttesen
og Brandi Jacobsen hugtók
hon okkum áhoyrarar við
sínum vakra sangi. Tey fram
førdu friðarligan, inniligan
tónleik. Kanska var tónleikurin
í so friðarligur, tí tað gekk rúm
tíð áðrenn fólkið leitaðu fram
til pallin.
Fyri meg var hæddarpunktið
ein sera vøkur útseting av
kenda lagnum “Isn´t She
Lovely” Heldur enn at spæla
lagið soleiðis, sum Stevie
Wonder plagar at spæla tað,
høvdu Sigrid & Co. valt at
taka lagið heilt niður í tempo.
Her vísti Sigrid veruliga sínar
dygdir, men eisini hennara
pianistur, Gunnar Guttesen,
skaraði framúr.
Sigrid er ein verulig “diva” á
pallinum. Hon sær gott út, hon
hevur tí røttu útstrálingina og
hennara sangháttur hevur ein
rættan altjóða dám.
Sum heild var hetta ein góð
men stutt framførsla. Vegna
drúgvar seinkingar, høvdu
fyrireikararnir skorðið 10
minuttir av hennara skrá.
Spell, men neyðugt!