Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 164 - 28. august 2006 Fyri mong er Heini Lützen ímyndin av gospelsangarum í Føroyum. The Grand Old Man innan gospel framførdi eina fína konsert á Fjarðafestivalinum. Heini hevði eisini gott fólk afturat sær. M.a. sat Gunnar Guttesen nú handan trummurnar, meðan Linda Petersen sang saman við Heina. Tónleikurin sum Heini Lützen og tey framførdu var fyrst og fremst rokkur. Eisini var okkurt blueslag á skránni, men tað sum hugtók meg allarmest, var ein tung útseting av einum Kingosálmi. Sálmurin var gjøgnumsúrgaður av pínu, og var hetta ein so sterk løta, at eg næstan gloymdi at anda. Serliga gjørdist lagið stórt ímóti endanum, tá ið allir tónleikararnir spældu meiri frítt. Samanumtikið kann sigast, at Heini og hansara menn komu væl frá síni framførslu. Heini Lützen Vitin trallaði seg ígjøgnum framførsluna Við Torkil Mørkøre á odda stóð Vitin fyri eini hugnaligari framførslu. Tónleikurin er kanska meir til tey tilkomnu, men tó tóku teir yngru áhoyrarirnir sera væl ímóti Vitanum. Vitin spældi mest løg hjá Torkil Morkøre. Talan er um lættan og títtan tónleik, sum fær fótin at sveiggja. Løgini hjá Torkil eru heilt væl skrivað. Tey eru einføld og rættiliga fangandi. Tónleikararnir duga eisini væl at fótað sær í tónleikinum, og er hetta deiligt at hoyra. Vitin er mannaður við dugnaligum tónleikarum. Bólkurin spælir væl, og teir tríggir sum syngja framførdu sannførandi. Tó var tað røddin hjá Torkil sum skaraði framúr. Ljóðmyndin var rein og vøkur, og tú verður ferð eftir ferð mintur á, at salurin í Kelduni er framúr góður til tónleikaframførslur. Framførslan var kryddað við felagssangi, sum fekk salin at runga. Øll reistist og sungu við, og tú vart onkuntíð í iva um, tú vart til konsert ella á møti. Samanumtikið var hetta var ein fín framførsla við tónleiki av tí eldra slagnum. Vox bergtók Nú sást tað unga fólkið aftur í salinum. Tey komu streymandi inn í salin, tí nú hoyrdist at Vox skuldu á pallin. Og tey vóru vitni til eina sannførandi framførslu. Kórið sær rættiliga gott út. Talan er um ung fólk, sum saman skapa eina fríska mynd á pallinum. Tey sveiggja við tónleikinum, og eri sum heild rættiliga lívlig. Og so syngja tey eisini forbiðið væl saman. Kórið hevur verið til síðan 1998, og hóast manningin neyvan er hin sama, so er tað týðiligt at hesir sangarar eru vanir við hvønn annan. Kórið klingar sum ein eind, og er hetta ein fragd at hoyra. Annars er tónleikaslagið nútímans gospel. Har eru nógv “tricks” sum vit kenna í klassiskum gospel tónleiki. So sum “Call and respons” – solo syngur eitt, og kórið svarar aftur ella tekur uppaftur. Bólkurin, sum spælir undir hjá Vox, stóð seg væl. Teirra leiklutir er at stuðla uppundir hjá kórinum, og hetta dugdu teir væl. Serliga riggaði byrjanin heilt væl. Har Ásbjørn sang solo – til kórið og bólkurin komu buldrandi inn. Hetta var vakurt og dramatiskt.