mánadagur 28. august 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 28. august 2006
21
Amerikanskar
dreingjareyvir
All Star United (ASU)
vóru eitt av høvuðs
nøvnunum á Fjarða
festivalinum. Teir eru í
seinastuni vorðnir
kendir í USA. Serliga
ein sangur kallaður
“Song of the year” er
vorðin vælumtóktur.
Hann vísti seg eisini at
vera nógv tann besti
sangurin hjá teimum.
Teir komu á pallin
við sjálvsáliti. Teir liva
ikki upp til ímyndina
av nøkrum sunndags
skúla-fittum kristilgum
tónleikarum. Teir eru
nakrar ektaðar
dreingjareyvir, sum
dáma væl at spæla
býtt og flippa út. Tó
hevði forsangarin
eisini ein djúpan vitni
sburð mitt í fram
førsluni og eina bøn til
endans. ASU vístu seg
sostatt frá nógvum
ymiskum síðum
fríggjakvøldið.
High School
rokkur
ASU hava ein stíl, sum
minnir um tann ame
rikanska High-School
rokkin. Teir fýra lim
irnir eru nakrar veru
ligar dreingjareyvir,
sum veruliga duga at
undirhalda við øðrum
enn tónleiki. Teir
spældu hund við
hvørjum øðrum, og
forsangarin nýtti hvørt
høvi til at arga Michael
Tait, sum kom á pallin
leygardagin. Hann
vísti á, at teir báðir
kennast væl, og hann
segði alt einans til
stuttleikar.
Áhoyrararnir dámdu
væl alt fjasi frá palli
num, hóast teir kanska
høvdu trupult við at
skilja flata skemtið.
Tempo-fylti rokkurin
ger okkurt við teg, og
forsangarin dugdi væl
at geva lív til sangir
nar. Hann spelaði runt
á pallinum, og tú
gjørdist næstan
móður bara við at
hyggja at honum.
Serliga sangurin
“Song of the year” er
fangandi, og tað vóru
nógv, sum sungu við
til lagið. Tað lagið er
eisini nógv tað kend
asta hjá teimum. Tað
er eitt sovorðið lag,
sum tú ikki kanst fáa
úr høvdinum aftur, og
tú murrar tað alla
tíðina.
Hini løgini vóru ikki
so góð tónlistarliga,
og tí kanst tú siga, at
konsertin náddi sítt
hæddarpunkt við
“Song of the year”.
Skemtiligir men
álvarsamir
Forsangarin syngur
ikki framúrskarandi,
men hann hevur aðrar
sera góðar eginleikar. Í
støðum var tað eitt
sindur falskt, tá ið teir
sungu fleirraddað.
Men teir skulu eiga
tað, at teir fingu lív í
fjøldina, og konsertin
var væl eydnað.
Hóast teir at síggja
til vóru óseriøsir og
skemtiligir, so vístu
teir eisini eina meira
álvarsama síðu, tá ið
teir nýttu møguleikan
at vitna um teirra
trúgv. Sum heild var
tað ein góð konsert,
sum rokkaði.
Forsangarin Ian
greiddi eftir konsertina
Planet.fo frá, at teir
hava hugnað sær í
Føroyum. Hann hevur
ongantíð spælt eina
konsert, har ið hann
hevur sæð ein flottan
foss í bakgrundini,
sigur hann flennandi.
Teir fóru beinleiðis
vestur til Vágar eftir
konsertina, tí at teir
skuldu flúgva longu
leygarmorgunin. Ian
segði, at teir longdust
heim, tí at nú hava teir
verið á konsertferð í
Evropa í nógvar vikur.
Rættiliga seinkað komu All Star United á pallin fríggjakvøldið.
Teir vístu seg at vera sera vælegnaðir undirhaldarar. Tónleikaliga
var góðskan kanska ikki í topp, men upplivilsið var sera gott. Teir
spældu býtt og fingu láturin at runga millum áhoyrararnar
Fjarðafestivalurin
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Nimrod:
Boðskapurin
er hin sami
Tey seinastu átta
árini hevur Nimrod
verið nógv at hoyrt
til kristilig tiltøk, -
serliga í Suðuroynni.
Hann er formaður
í missiónshúsinum
í Sumba og er tí
virkin í hesum
húsinum. Umframt
hetta eru hann og
konan, Ebba ofta og
syngja á møtum við
guittara sínum.
Men fríggjadagin fór
Nimrod norðureftir
og legði leiðina inn
á Skálafjørðin. Nú
ynskti hann bert at
vera áhoyrari – lurta
eftir tí, sum hini
høvdu at bera fram.
- Einki er so gott
sum at syngja
um Jesus. So
kann stílurin vera
so ymiskur, men
boðskapurin er
kortini hin sami,
sigur Nimrod
avgjørdur.
Fyri Nimrod hevur
tað verið ein góð
uppliving at koma á
Fjarðafestivalin.
Hann vónar tí, at
hann verður aftur
komandi ár.
- Hetta er serliga
gott fyri ungdómin.
Og eg haldi eisini,
at hetta er eitt
gott alternativ
til teir verðsligu
festivalarnar, sigur
Nimrod.
Sjálvur hevur
honum dámað best
at hoyrt Ekklesia,
Vitan og Heina
Lützen.
- Og Eyðun
Jacobsen dámdi
mær eisini sera
væl. Hann hevði
ein góðan boðskap,
sigur Nimrod.
Eftir konsertina fekk
hann eisini høvið at
skifta orð við Eyðun.
Jú, stílar teirra eru
ymiskir. Men tá teir
framføra, syngja
teir sama lag!
Nimrod Midjord úr Lopra hevur
sungið nógv á møtum og til onnur
kristilig tiltøk. Hann var eisini
komin á Fjarðafestivalin at lurta
eftir øðrum sangarum við sama
boðskapi sum hann.
Vitjandi
Snorri Brend
Nimrod og Eyðun syngja sama lag, men
stílarnir eru ymiskir
Forsangarin hjá All Star
United, Ian, er ein góður
fronfigurur hjá bólkinum.
Teir vóru ógvuliga “casual”
á pallinum, og tað var fleiri
ferðir, at láturin rungaði
eftir teirra dreingjalótum.
Mynd. Álvur Haraldsen