Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 164 - 28. august 2006 Braquet hava verið frammi í nøkur ár eftirhondini, og teir eru vælumtóktir. Tað vóru eisini nógvir trúfastir fjepparar, sum stóðu fremst. Braquet kláraðu sera væl at halda samband til áhoyrararnar. Arni Zachariassen á gittarinum dugir sera væl at koma við væl sitandi viðmerkingum, og fáa áhoyrararnar við í framførsluna. Tað hoyrdist á fram­ førsluni, at Braquet eru væl samanspældir. Teir hava vant alt summarið, og teir vóru tí í toppform, tá ið teir fóru á pallin. Braquet spældi eitt sindur tyngri enn vanliga. Tað klæddi teir væl. Arni! Øll vita, at Arni er eitt flogvit við einum gitt­ ara, men hinir tón­ leikararnir eru eisini sera góðir. Arni var ikki so berandi í dag, sum hann onkuntíð hevur verið fyrr. Onkuntíð hevur tað kenst sum um, at hinir bara spæla fyri Arna, og soloirnar hjá hon­ um hildu bólki­num uppi. Í dag spældu allir sum ein eind, hóast Arni heilt vist er frontmaðurin. Soloirnar hjá honum vóru ikki so nógvar men sótu væl. Trummuspælarin Johan er góður, og hann dugir at fáa eitt sindur av tempo í tungu sangirnar. Hann riggar væl til tunga stílin hjá teimum, tí at hann slær so hart á trummurnar, at hann uttan iva hevur bløðrur á hondini eftir hvørja framførslu! Bass-spælarin Leivur Vitalis spældi eisini sera væl. Hann spældi sum ein metronom, og kraftigi bassurin gjørdi, at tú kundi ikki lata vera at nikka til taktina. Leivur vísti eisini, at hann hevur eina frálíka rødd, tá ið hann sang yvirstemmuna. Tað eru ikki nógvir, sum klárað so høgt sum hann. Jam-session Forsangarin Andreas sást væl í myndini. Hann hevur eina góða rødd, men hon er eitt sindur fín. Leivur og Andreas klingaðu eisini væl saman, tá ið Leivur sang stuðuls­ rødd við sínari dreyma 80´ara yvirstemmu. Til seinasta lagið fór Andreas av pallinum, og hann gav tónleikarunum pláss til at “jamma” eitt sindur í einum instru­ment­al­ um lagi. Arni byrjaði við at spæla eitt “riff”, og síðani komu bassur á trummur uppí. Ahoyrararnir sloppu at flippa út, meðan Arni, Leivur og Johan rokkaðu á pallinum. Góðska! Konsertin hjá Braq­ uet var sera góð, og teir vóru eftir mínum tykki nógv betri enn nógvir av teimum útlendsku bólkunum. Braquet sannførdu Rokkbólkurin Braquet hevði eina sera sannførandi framførslu á útipallinum. Teir vóru tyngri enn vanliga, og tað riggaði sera væl til teir. Hetta var kanska besta konsert hjá Braquet nakrantíð Fjarðafestivalurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Gittar virtousur! Eyðun: Rokkur móti Himni Himmalin, Golgata og álit á Gud vóru nøkur av høvuðs­ orðunum í boðskapi hansara. At honum dámar væl lovsang og veit, hvussu hann kann tala til hjørtuni við sangi sínum, prógvaði hann til fulnar á konsertini. At hann dugir sítt kramm ivaðist eingin í eftir frálíku framførsluna í Kelduni, har hann sang bæði kendar og minni kendar sangir. Væl stuðlaður av góðum tónleikarum og trimum døtrum sínum sum kórsangarar gav hann áhoyrarunum eitt gott dømi um, hvussu nútíðar rokktónleikur kann vísa aftur til Mannin sum doyði á Golgata fyri 2000 árum síðani, og sum kann peika frameftir móti Himmalheiminum. Hóast hann er gamal í garði og hevur sungið í mong ár, er røddin á Eyðuni sera góð og innilig. Tað slepst neyvan undan at nevna, at døtrar hansara hava arvað sangrøddina og sanggleðina frá pápanum í stóran stíl. Sjáldan áður man tað hava verið so stilt inni í Kelduni, sum tá elsta dóttir hansara, Birgit Nónklett sang eitt solo-petti við eini ráðari og djúpari rødd sum alt ov sjáldan er at hoyra á slíkum konsertum. Framførslan var góð, innilig og gav ein forsmakk uppá fløguna, sum er á veg seinni í ár. Vit gleða okkum longu! Eyðun Jacobsen er kendur sum lovsangsleiðari í Kelduni, og leygarkvøldið var hann á palli aftur við tónleikarum sínum. Rokkari Snorri Brend