Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 28. august 2006 23 Petur Háberg í nýggjum leikluti Petur Háberg bergtók áhoyrararnar við sínari framførslu. Hann hevði bólk við, og teir spældu harðan tónleik. Petur kom avbera væl frá øðrvísi uppgávuni í kvøld sum alternativur rokkari og ikki sum smør- tenorur, sum vit vanliga kenna hann Petur Háberg var á palli við bólki í nátt. Hann er annars mest kendur sum singer/ songwriter, har ið hann plagar at sita einsamallur á palli við einum gittara. Men eftir framførsluna í kvøld kunnu vit bara staðfesta, at Petur Háberg eisini riggar sera væl saman við einum bólki. Stílurin var nógv broyttur frá tí, sum vit vanliga hoyra frá Peturi. Teir spældu melodiøsan rokk við nógvum tempo og yvir í kenslubornar melankolskar baladur við markantum fylgi­ spæli. Eyðkent fyri Petur er hansara sera vakra rødd. Tað er bergtakandi at hoyra, hvussu gott tamarhald hann hevur á røddini. Hann syngur púra reint, sjálvt tá ið hann fer yvir í fasett. Bólkurin hjá Peturi er mannaður við góðum tónleikarum. Bass- spælarin er sera góð­ ur, og hann hoyrdist eisini væl í fram­førsl­ uni. Eisini gittar-leik­ar­ arnir skaraðu framúr. Tann eini hevði nakrar frálíkar soloir. Berandi fyri fram­ førsluna er heilt vist røddin hjá Peturi, og hann tykist einans at gerast betri og betri. Á Fjarðafestivalinum prógvaði hann, at hann eisini kann gera um seg við meira villum og tungum tónleiki. Konsertin hjá Peturi var heilt vist ein av teimum bestu á Fjarðafestivalinum. Fjarðafestivalurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Øll samkoman stóð aftanfyri tiltakið Umframt vanligu tiltøkini í Kelduni hava limirnir í sam­ komuni helst eisini havt Fjarðafestivalin í huga hesar sein­ astu mánaðirnar. Øll hava tey á ein­ hvønn hátt verið knýtt at hesi stóru ætlanini, sum jú ikki er roynd áður í hesum stóra og til endamálið væl hóskandi bygningi. Bæði ung og eldri hava verið við í fyri­ reikingunum, og her hevur partur teirra ikki ligið eftir. M.a. høvdu nakrir av teim­ um eldru monn­un­ um í samkomuni lagt graslíkið á vøllin til tann stóra uttan­ dura pallin. Onnur høvdu fyri­ reikað flutning, inni­ vist, matgerð, vaktar­ abeiðið, barnaans­ ing, upprudding og mangt annað. Hóast hetta tóktist ikki sum at møði var tað, sum sermerkti ídnið teirra. Heldur ikki tá talan var um at rudda alt upp aftur. Leygarkvøldið segði ein av teimum eldru, at teir fóru at rudda alt uppaftur um náttina. Hetta fór helst at vara til út móti morgni. – Men tað bilar einki. Vit eru øll so samsint í at fáa alt hetta at virka sum best. – Fyri mær er tað soleiðis sum tað stendur í Bíbliuni: - “Eg orki alt í Honum sum ger meg sterk­ an”, segði hann. Hesa løtuna gekk hann og bar ein abbason, soleiðis at foreldrini eina løtu kundu luttaka í fyri­ reikingini. Jú, her vóru øll við. Og tí gekk alt sum tað skuldi! Uttan at samkoman í Kelduni tók 110 % undir við ætlanini, hevði tað neyvan borið so væl til at skipa fyri slíkum tiltaki. Stuðlar Snorri Brend Ingemar Olsson fekk fólkið at dansa Fyrsta útlendska navnið á Fjarðafestivalinum var Ingemar Olsson. Og tað var eyðsæð, at fólkið í salinum vóru glað fyri at síggja hann. Hann dugur ómetaliga væl at fáa fólkið við sær, og hetta gjørdi konsertina til eina minniliga løtu. “Hava tit nakrantíð áður dansa Suður Afrikanskan dans?”, spurdi Ingemar. Svarið var sjálvsagt nei. Og so treiv hann í at læra áhoyrararnar nøkur trin. Síðan spældi hann eitt lag við Suður Afrikanskum íblástri, hvar ið áhoyrararnir sloppið at royna tann nýggja dansin. Hetta var eitt av hæddarpunktinum í hansara framførslu. Ingemar Olsson spældi annars góðan gamlan rokk/blues tónleik. Hann spældi gittar og ljómborð, og onkuntíð var framførslan “sing- back”. Men hóast hansara tónleikur kanska appelerar mest til eldra ættarliði, so var tað ungdómurin sum var sjónligast í salinum hesa løtuna. Samanumtikið var hetta ein frálíka góð konsert. Ikki so stórt hjá Big Aftaná frálíku fram­ førsluna hjá Tait, var tað ein torfør upp­ gáva hjá næsta bólki at spæla aftaná. Og hesa uppgávu megnaðu teir í Big ikki at lyfta. Har vóru sera fá fólk at byrja við, tá ið Big fór á pallin. Hetta var helst tí, at Tait skrivaði autografar inni í Kelduni, og sostatt gjørdist framførslan hjá Big nakað ambivalent. Big eru stórir í heimlandinum, Svøríki. Teir hava luttikið í svenska Eurovision Song Contest, og teir megnaðu at vinna seg á eitt annað­ pláss í 1998. Og júst Eurovision Song Contest, var eitt gjøgnumgangandi tema í tónleikinum hjá Big. Tónleikurin var fangandi, men eisini ógviliga “vanligur”, uppá tann keðiliga mátan. Tónleikurin er popptónleikur, sum er skrivaður eftir “Grand Prix” uppskriftini. Løgini vóru á tremur við “smart i en fart” vendingum, sum tóktist kroyst inn í løgini. Samanumtikið haldi eg, at teirra framførsla var púra óinteressant. Bólkurin spælir heldur ikki serliga væl. Ljóðmyndin var sera ófantalig av tí at teir spældu so sløsutt, og hetta gjørdi tað eisini torført hjá ljóðfólkinum at fáa tónleikin at ljóða væl.