mánadagur 28. august 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 164 - 28. august 2006
I Am er har framvegis
Teir eru ikki dagliga saman og
venja, men tað hoyrdist ikki á
framførslu teirra. Royndirnar,
saman við tónlistarligum hegni
sermerkja framvegis manningina
í bólkinum.
Í hesum mánaðinum
eru júst liðin 10 ár
síðani tónleikahugaðir
menn tóku seg saman
í bólkinum við navni
num I Am. Við eyð
kenda stíli sínum
hugtóku teir serliga
tey ungu. Framførsla
teirra í kvøld vísti, at
teir eru vorðnir
likamliga eldri, men
inspirasjónin, sang
gleðin, útstrálingin og
hugurin at frambera
sang og tónleik eru
einki viknað hesi árini.
Heldur ikki dugna
skapurin at fáa fólkið
við í framførsluna!
Sum altíð, var I Am
borið fram av karis
matiska sangaranum,
Birgir, her teir fram
førdu teir bæði nýggj
løg og nøkur av
teimum gomlu.
Tá konsertin var
nærum at enda komin
boðaði Birgir frá, at nú
varð seinasti sangurin
á skránni. Hetta fall
ikki ungu áhoyrarun
um væl í oyra, og tey
kravdu fleiri sangir.
– Lurtaraynskini, -
tey koma vit til
aftaná!, boðaði Birgir
frá.
Seinasta lagið varð
sungið, og síðani tóku
teir eitt av áhoyrara
ynskjunum til eftir
tektar: Teir tóku aftur í
eitt av kendu løgum
teirra. Og hetta dámdi
áhoyrarunum sum
vera man væl.
Teir prógvaðu til
fulnar at teir duga
framvegis. Tónleikurin
situr bara í ryggmergi
num - og tað fekst full
gott prógv fyri tí í
kvøld.
Tað var hart. Tað var
gott. Tað hoyrdist. Og
tað sat!
Bólkur
Snorri Brend
2500 fólk
til sang og
tónleik
Fyrsti Fjarðafestivalurin endaði seint sunnu
náttina. Nakað frammanundan kundu fyri
reikararnir gleðast um og kunngera, at eini
2500 fólk vóru í Skálafirði um vikuskiftið.
Tað er altíð spennandi at skipa fyri einum
nýggjum tiltaki, ið eingin annar hevur roynt
áður. Men fyrireikararnir hava ikki fyri
neyðini at skammast, hvørki við fyrireiking
ella undirtøku.
Fríggjakvøldið segði ein av fyrireikarunum
við útvarpið at teir vóru ovfarnir av, hvussu
nógv atgongumerki vóru seld.
– Vit hava í roynd og veru selt fleiri
atgongumerki enn væntað, varð sagt
frammanundan. Nú fyriliggja so endaligu
tølini.
Og hesi munnu helst geva fyrireikarunum
íblástur til ein líknandi festival komandi ár!
Proclaim spældi eina sann
førandi konsert á Fjarðafesti
valinum. Við vælsvingandi og
hendingaríkum tónleiki, fekk
Proclaim rættiligt lív í salin.
Talan er um sera dugnaligar og
spennandi tónleikarar, sum vit
óivað fara at hoyra nógv frá í
framtíðini.
Tónleikurin hjá Proclaim er
fjølbroyttur. Men sum eitt
felagsheiti kundi ein sagt, at
talan er um New York Gospel
tónleik, soleiðis sum hann
ljóðaði í 80unum. Altso tosa vit
um funky og hendingaríkan
tónleik.
Løgini eru á tremur við
tónlistarligum góðbitum. Har
eru nógvir smálutir og nógvar
breaks, sum sita heilt væl.
Sostatt hoyrir tú at bólkurin er
í góðari venjing.
At byrja við helt eg, at tónleik
ur og tekstur fóru hvør sín veg.
Haldi tað var í fyrsta lagnum,
hvar ið tónleikararnir spældu
heitt og vakurt, meðan tekst
urin snúði seg um meiri “blóð
ug” og myrk viðurskifti. Hetta
helt eg vera sera løgið, men tá
sá ikki út til at ørkymla nakran
annan enn meg.
Eg haldi at Proclaim skulu
arbeiða meiri við melodium,
og eisini royna at fáa tað sum
onglendingar rópa “creative
control”. Eg saknaði meiri
natúrligar melodiir í løgunum.
Samanumtikið helt eg at
melodiirnir í versunum vóru
mestsum kroystir inn, meðan
niðurløgini eru meiri “sing-
along” kend.
Eisini føldi eg onkuntíð, at
bólkurin gloymdi at vera
eyðmjúkur yvirfyri tónleikinum.
Tað tóktist sum, teir spældu
nógv; bara fyri at spæla nógv,
heldur enn at leita eftir eini
hóskandi instrumentering, sum
hevði klætt lagnum betur. Um
teir fáa tamarhald á sínum
kreativitetið, so ímyndi eg
mær, at Proclaim verður
Føroya gospel bólkur #1.
Proclaim í stórformi