mánadagur 28. august 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 164 - 28. august 2006
Start varð bukað
Tað hevur gingið sera væl hjá Start, síðani liðið fekk nýggjan
venjara, men í gjárkvøldið gekk rættiliga galið í útidystinum
ímót Fredrikstad. Start tapti heili 4-0. Todi Jónsson spældi
ikki við, tí hann hevur ein minni skaða at dragast við.
- Nú eru vit rættiliga komnir leysir av botninum, og vit
kunnu líta upp eftir stigatalvuni. Harafturat hava vit eisini
eina hálvfinalu í steypakappingini fyri framman, sigur Todi
Jónsson um støðuna í Start í løtuni.
Start skal spæla ímóti júst Fredriksstad í hálvfinaluni í
steypakappingini um ein mánað.
Dómarin svímaði
Dysturin millum Feyenoord og Heracle í bestu hollendsku
deildini sunnudagin mátti stegðast í ein hálvan tíma, tá
ið dómarin small um á vøllinum. Læknarnir hjá báðum
feløgunum fóru í skundi á vøllin, og teir fingu dómaran,
sum varð svímaður, á føtur aftur. Læknarnir tóku ongan
kjans og sendu dómaran á sjúkrahús til kanningar. Fjórði
dómarin fór tí á vøllin at døma, men dysturin lá stillur í ein
hálvan tíma.
Løgdust
afturá
At javnleikurin fyri HB
mundi kennast sum eitt
tap, er einki at siga til.
– Fyrstu 20 minuttirnar
gekk hampuliga væl,
men so detta vit í gomlu
felluna. Vit detta ov langt
aftur á vøllin, soleiðis
at teir eisini sleppa við
í dystin, segði Janus M.
Joensen.
– Og eftir steðgin
koma vit ongan tíð veru
liga ígongd. Kanska
byrja teir eisini at lesa
okkum betri av, so teir
vita, nær teir skulu
trýsta. Í øllum førum
megnaðu vit ikki at reisa
okkum, og tað kostaði
okkum dýrt.
-mørk
---
Bíðaðu
bara
Hóast teir royndu at
dyrgja eftir sigrinum,
so tóktist lagið á Skála-
manningini at vera so
hampuliga gott eftir
dystin. Í steðginum snúi
tosið fyrst og fremst
seg um, at nú skuldu
teir byrja betri, enn teir
gjørdu í fyrra hálvleiki.
Og við málinum bara
fýra minuttir seinni
eydnaðist hetta til
fulnar.
- So var tað jú upp til teir
at skapa dystin. Tað eru
ikki vit, sum stríðast fyri
FM, og tí kundu vit væl
liva við javnleikinum. Tí
valdu vit bara at bíða,
fyri síðani at dyrgja
eftir kontramálinum,
sum kundi avgera til
okkara fyrimun. Tað
riggaði sum so fínt,
men vit fingu ikki næsta
málið, so tað kunnu vit
iðra okkum eitt sindur
um, segði Pætur Dam
Jacobsen eftir dystin.
-mørk
Einasta HB-vónin
fyri gulli man nú
vera tann, sum er
knýtt at kappingini
um Løgmanssteypið.
Sunnudagin fingu
teir dreymabyrjan,
men megnaðu tó
ikki at basa Skála í
Gundadali
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dreymabyrjanina
fekk
HB, longu tá knappir sjey
minuttir vóru spældir.
Einar tvær ferðir hevði HB
longu verið heilt nær Skála-
málinum, tá Jákup á Borg
sera hegnisliga legði teir á
odda. Jákup var sjálvur við í
uppspælinum, áðrenn hann á
miðvøllinum slepti bóltinum
og søkti inn í feltið. Høgi
bólturin lá kanska ikki so
væl, men eingin Skálamaður
fór kortini eftir honum. Helst
væntaðu bæði málverji og
verja, at Jákup fyrst fór at
temja bóltin, og tí stóðu teir
púrasta negldir, tá Jákup
við einum tekniskt truplum
hálvfluktari legði bóltin í
síðunetið til HB-leiðslu.
Mistu flog og hugflog
Eina løtu eftir hetta var tað
framvegis HB, sum sat á
tí mesta. Uppspælið gekk
bæði eftir jørð út í borðini,
og við beinleiðis longum
sendingum upp móti sterka
høvdinum hjá Rógva Jacob
sen. Onkrar ferðir var veru
ligur vandi eisini á ferð, men
Skála reið tó stormin av. Og
spakuliga gjørdust teir eisini
partur av dystinum.
Fyri steðgin gjørdust teir
kanska ikki heilt vandamiklir,
tó at teir høvdu hug at hótta.
Men tað gekk ikki long tíð
eftir steðgin, áðrenn javnvág
aftur var í. Í royndunum at
fáa meira bit og kreativitet
inn í spælið, vórðu Bogi
Gregersen og Alexendur
Johansen sendir á vøllin fyri
ávíkavist Debes Danielsen
og Rúna Rasmussen.
Og tað gekk ikki long tíð,
áðrenn Bogi hevði fingið
javnvág í roknskapin. Sløs
ut HB-verjuspæl hevðið við
sær, at Levi Hanssen brád
liga slapp at baklinjuni, og
so kundi Bogi sópa flata inn
leggið undir nettakið.
Tannleyst trýst
Tað, sum eftir var av dystin
um, hevði Skála eina greiða
spæliætlan. Teir bíðaðu
tolnir eftir HB, sum nú mátti
leypa á, og so lúrdu teir eftir
kontramøguleikunum.
Hesir vóru eisini heilt
nógvir í tali. Óteljandi ferðir
gloymdi HB-miðvøllurin alt
um at halda dýpið í spælinum,
og við fýra miðvallarum høgt
uppi á linju, var lag á manni
hjá Skála at spáka sær móti
brotsteiginum. Ikki minst,
tí teir í Nenad Stankovic
áttu í serflokki besta mann
in á vøllinum. Men eins
óteljandi nógvar ferðir
vórðu gyltir møguleikar
sløsaðir burtur. Seinasta
og næst seinasta sendingin
vóru antin ov óneyvar, ella
varð skotið, tá menn heldur
skuldi spælt, og tí var ógvu
liga avmarkað, hvussu
hóttur Bárður Johannesen
í málinum var. Eina ferð
hevði Bárður Danielsen tó
bóltin í netinum, men tann
royndin varð kolldømd fyri
rangstøðu, og so gjørdist
ikki meira.
HB megnaði í sín lut ikki
at skapa tað heilt stóra.
Móti dystarenda gjørdist tó
talan um einstakar spentar
støður, tá bóltar vórðu loss
aðir inn í feltið, men nærri
enn einum skoti væl upp
um frá Jákupi komu teir tó
ikki. Og sum vera man, so
hjálpti tað teimum lítið, at
dómarin stútt og støðugt var
viðvirkandi til at taka ferð
ina av dystinum.
Fara eftir steypinum
Meira enn nakað, so staðfesti
úrslitið, at HB nú er mest
sum púrasta úti úr FM-
stríðnum. Við sjey stigum
upp til EB/Streym verður
meira enn trupult at nerta
teir, og tí verður helst fyrst
og fremst hugsað um silvur
og UEFA-Cup pláss nú. Ella
sum heimasíðuverturin so
beinrakið skrivaði eftir dystin:
»Kanska eru leikarar okkara
longu byrjaðir at hugsa um
Løgmanssteypið?«
HB-Skála 1-1 (1-0):
Bert steypakappingin eftir
Eftir javnleikin ímóti Skála sunnudagin, tykist FM-vónin hjá HB verða brostin
Mynd: Álvur Haraldsen
Skála
HB