mánadagur 28. august 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 164 - 28. august 2006 ]
Coventry vann í evstu løtu
Fáar minuttir fyri leiklok skoraði Coventry ímóti
Hull í næstbestu ensku deildini leygardagin. Hetta
var einasta málið, sum kom í dystinum, og Kevin
Thornton syrgdi fyri tí. Føroyski landsliðsspælarin
Claus Bech Jørgensen er við í hópinum hjá Coventry,
men hann var ikki við til dystin ímóti Hull. Í farnu
viku sat hann á beinkinm allar 90 minuttirnar til ein
steypadyst, men hesaferð vóru ikki boð eftir honum
til besta liðið. Coventry togaði seg við sigrinum upp
á 13. pláss í deildini, har 24 lið spæla við.
Todi ímóti Ajax
Start og Todi Jónsson skulu í fyrsta umfari í UEFA Cup spæla móti Ajax
Amsterdam, sum í europeisku meistarakappingini tapti móti FCK.
Lutakast til UEFA Cup var í fríggjdagin, og tá fall luturin soleiðis, at
felagið hjá einasta føroyinginum, sum í hesum kappingarárinum framvegis
hevur møguleika at spæla í Europa Cup, skal spæla á heimavølli hósdagin
14. september og á útivølli í Amsterdam hósdagin 28. september.
Venjarin hjá Toda og Start, Stig Inge Bjørneby, sigur, at hann ikki kennir
nýggju útgávuna av Ajax liðnum nakað serligt. Tí ætlar hann sær at tosa
við Ståle Solbakken, venjara hjá FCK, um, hvussu tað skal spælast móti
Ajax. Todi Jónsson og Ståle Solbakken vóru í síni tíð liðfelagar í FCK.
Meistaraheitið er
nærri enn nakrantíð
áður, eftir at EB/
Streymur so ruddiliga
staðfesti sína støðu
sum oddalið sunnu
dagin, og runavík
ingar mugu nokk
ásanna, at tað neyvan
verður í ár, at teir fáa
sítt fyrsta FM-gull
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað er støðan eftir ferðmikla
dystinum á Mølini í gjár.
EB/Streymur spældi ein
einastandandi góðan dyst,
og fekk fýra mál við fýra
ymsu málskjúttum, og tað í
sjálvum sær er ein lítil stað
festing av, hvussu væl EB/
Streyma-kollektivið riggar
í løtuni.
Runavíkingar kunnu hin
vegin ikki vera nøgdir við
dystin. Teir vóru langt frá
sannførandi og tóktist tað
sum um, at teir høvdu gloymt
bæði hugflog og stríðsviljan
eftir við Løkin í Runavík.
Heppið men
uppborið mál
EB/Streymur vísti beinan
vegin viðhaldsfólkunum, at
teir vóru komnir á vøllin við
tí í hyggju at vinna dystin.
Arnbjørn Hansen var
vælupplagdur og gav hann
runavíkingum tvær ávaringar
tíðliga í dystinum, tá hann
staddur ein hálvan metur
frá stongini móttók bóltin
frá Hans Paula Samuelsen,
snaraði sær á og skeyt fram
við málinum.
Lítla løtu seinni spælir
Bárður Olsen Arnbjørn Han
sen leysan, men Jens Martin
Knudsen kom væl út og tók
skotið frá kollfirðinginum.
Talan var eina ógvuliga
lívliga byrjan, har EB/
Streymur spældi seg fram
til fleiri møguleikar, meðan
tað var longri millum vitj
anirnar hjá runavíkingum
í brotsteiginum hjá René
Tórgarð.
Tá fyrra hálvleikur er gott
og væl hálvrunnin, vísti
Christian Høgni nakað av
tí, vit vita hann dugir.
Í einum álopi royna bæði
Sorin Anghel og Marni
Djurhuus at taka bóltin frá
honum, men Christian Høgni
Jacobsen bæði krúllar og
snarar, áðrenn hann leggur
út til Andy Olsen, sum finn
ur Sonni L. Petersen, ið
smekkar bóltin upp um.
Seinastu løtuna undan
steðginum kemur EB/
Streymur fram til fleiri góðar
møguleikar, men hvørki
Hans Pauli Samuelsen,
Bárður Olsen ella Arnbjørn
Hansen hava eydnuna við
sær í sínum royndum.
Men høvdu teir ikki
eydnuna við sær, so var
Ronnie Samuelsen sanniliga
heppin, tá hann royndi seg
úti frá í yvirtíðini av fyrra
hálvleiki.
EB/Streymur er í álopi og
NSÍ ruddar burtur. Ronnie
Samuelsen fangar leysa bólt
in, og úr 25 metrum buldrar
hann til. Skotið tekur í øksl
ina á einum NSÍ-ara og
snýtir Jens Martin Knudsen
fullkomiliga, og soleiðis
endar langskotið frá Ronnie
Samuelsen mitt í málinum,
meðan Jens Martin Knudsen
Páll Mohr Joensen
spældi ólógiliga fyri
HB í steypadystinum
ímóti VB/Sumba,
men HB skal ikki tapa
dystin. Felagið skal
hava bót og missa
heimavøll í steypa
kappingini. Tað er
endaliga avgerðin
hjá Dómsnevndini
hjá Fótbóltssamband
inum
HB-málið
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Dómsnevndin hjá Fótbólts
sambandinum hevur nú
endaliga gjørt av, at úrslitið
í steypadystinum millum
HB og VB/Sumba tann 25.
mars í ár skal standa við.
Málið hevur ferðast aftur
og fram millum nevndir og
dómstólar seinastu mán
aðirnar, men nú tykist enda
liga støðan verða tikin.
Dómsnevndin hjá Fótbólts
sambandinum staðfestir í
sínum úrskurði, at Páll Mohr
Joensen spældi fyri HB uttan
neyðuga spæliloyvið ímóti
VB/Sumba. Meginreglan
fyri slíkt brot er, at liðið,
sum hevur brúkt ólógligan
spælara, verður dømt at tapa
dystin.
Dómsnevndin hjá FSF
heldur tó, at umstøðurnar
tala fyri, at HB ikki skal
tapa. Dómsnevndin sigur, at
Ìtróttardómstólurin hjá ÍSF
vísti á 10 ymisk viðurskifti,
sum eftir umstøðunum
kunnu tala fyri, at víkt verður
frá meginregluni.
– Eitt av hesum viður
skiftum er, at øll viðurskifti
millum HB og NSÍ vóru
avgreidd. Dómsnevndin
er samd um, at hetta er ein
avgerandi munur, sigur
Dómsnevdin.
Bót og missa
heimavøllin
Dánjal Andreasen, Høgni
J. Høgensen og Jónfinn
Thomsen hava tí skrivað
undir ein úrskurð, sum stað
festir úrslitið av dystinum
millum HB og VB/Sumba
tann 25. mars. HB vann
dystin 4-1.
Men HB fær revsing fyri,
at felagið ikki hevði øll síni
viðurskifti mótvegis Fót
bóltssambandinum í lagi, tá
ið dysturin varð spældur.
Revsingin er, at HB skal
gjalda bót á 15.000 krón
ur, og felagið missir heima
vøllin restina av steypa
kappingini.
Harvið er tað greitt, at
HB skal spæla ímóti EB/
Streymi í seinastu fjórð
ingsfinaluni í kappingini
um Løgmanssteypið, og
vinnarin av dystinum skal
spæla hálvfinalu ímóti B36.
VB fylgir gongdini
VB/Sumba er beinleiðis
partur av málinum um
spæliloyvið hjá Páll Mohr
Joensen, og har eru tey langt
frá nøgd við avgerðina hjá
Dómsnevndini.
– Eftir at hava jagstrað
føroyska fótbóltsheimin í
nú skjótt eitt hálvt ár, eydn
aðist tað HB at fáa broytt
siðvenjuna, at um eitt felag
hevur nýtt ein ólógligan
spælara í einum dysti,
verður viðkomandi lið dømt
at tapa dystin, skrivar VB á
heimasíðu sínari.
– Hetta er stórt afturstig
fyri andan í viðtøkunum
bæði hjá FSF og ikki
minst ÍSF, at øll eru líka
fyri lógini.
Nú verða tað tey stóru pen
ingasterku feløgini, ið fáa
størsta rásarúmið innanfyri
lógarverkið hjá FSF og ÍSF.
VB/Sumba fer als ikki
at góðtaka hesa avgerð.
Málið er sera einfalt: HB
hevur brúkt ein ólógligan
spælara í einum dysti, og
tað hevur altíð og eigur
altíð at verða sekta við, at
liðið skal tapa dystin.
– VB/Sumba fer tískil
at heita á FSF og ÍSF um
at taka málið upp aftur og
at hyggja bert eftir hesum
málinum í hesari sak og
ongum øðrum.
B36 og KÍ, sum vórðu
tveitt úr steypakappingini í
fjør í líknandi málum, ætla
eisini at viðgera avgerðina
hjá Dómsnevndini.
HB sleppur við
skrekkinum
EB/Streymur – NSÍ 4-1 (1-0)
Ruddilig staðfesting a