Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 164 - 28. august 2006 Henrik hevur vent gongdini Fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Henrik Larsen, er nú venjari hjá danska 1. deildarfelagnum Køge. Felagið fekk ringa byrjan í kappingini, men nú er farið at bragda hjá liðnum, sum vann seinast vikuskiftið. Í gjár spældi Køge ímóti AGF á útivølli, og tað eydnaðist Køge at vinna dystin ímóti liðnum, sum verður roknað sum tað sterkasta í deildini, vð 2-1. Harvið hevur Køge fingið gongd á sítt spæl, og fyrstu seks stigini eru nú komin í posan. Donadoni vrakar 9 heimsmeistarar Nýggi italski landsliðsvenjarin í fótbólti, Roberto Donadoni, hevur vrakað 9 av spælarunum, sum vunnu HM við Italia í summar. Donadoni hevur júst tikið landsliðið út, sum skal spæla undandystir ímóti Litava og Fraklandi, og nøvn sum Totti, Del Piero, Luca Toni og Matarazzi standa ikki á listanum. Hinvegin eru spælarar sum Buffon, Cannavaro, Gattuso, Zambrotta og Pirlo á landsliðnum, og boð eru aftur eftir Cassano úr Real Madrid. Italia er í bólki saman við Føroyum í næstu EM-undankappingini. sitandi kann staðfesta, at hansara menn fóru aftur um beint fyri hálvleik. Eitt ógvuliga heppið, men samstundis eisini uppiborið mál til EB/Streym. Avgerandi útvísing Seinni hálvleikur var bara fimm minuttir gamal, tá Arn­ bjørn Hansen sleppur leysur móti málinum. Men áðrenn hann sleppur at skjóta, verð­ ur hann fýrdur um koll av Pól Thorsteinsson. Ein neyðbremsa frá suðuroy­ing­ in­u­m, og tað kostaði honum reyða kortið. Frísparkið tók John Heri Dam sær av, og snildisliga lyfti hann bóltin upp um múrin og í málið. 2-0 til EB/ Streym og fyrsta málið hjá John Hera Dam í blá-svarta búnanum var ein veruleiki. Útvísingin var ógvuliga av­gerandi fyri dystin, tí ikki bara kostaði hon NSÍ ein leikara, men eisini eitt mál, og so var trupult at koma aft­ ur í aftur í dystinum. Runavíkingar fingu tó onkrar kjansir, og eitt lítið korter inn í seinna hálvleik eru teir nær við, tá Brynjálvur Nielsen smekkar eitt fríspark á stongina. EB/Streymur hevði eisini sínar kjansir, og tveir teirra raktu málið tað, ið eftir var av dystinum. Miðskeiðis í seinna hálv­ leiki fær John Heri Dam frí­ spark í vinstru síðu. Bárður Olsen leggur inn fyri, og við handaru stong er Arnbjørn Hansen hægstur og stútar í netið. Í hinum endanum var royn­ ir Christian Høgni Jacobsen seg, men René Tórgarð fær akkurát vart bóltin út á stólpan. Stutt fyri leiklok fær NSÍ ein síðsta møguleika fyri at skora. EB/Streymur var klárt betra liðið, men runavíkingar høvdu hóast alt rakt stongina tvær ferðir seinastu løtuna. Tí var tað ikki óuppiborið, at teir umsíðir fingu bóltin í netið. Bogi Løkin fer upp í vinstru síðu, og við einum frágera góðum bólti finnur hann Jústines R. Hansen, sum ikki stórar trupulleikar við at stúta bóltin í netið. Soleiðis minkaði NSÍ um munin, men EB/Streyma­ krút­ið var tó ikki heilt upp­ brúkt enn, tí í yvirtíðini fær innskifti Teitur Joensen beint bóltin í netið, eftir upplegg frá Bárði Olsen. Sannførandi sundalagsmenn Tað var ongantíð tann allar minsti ivi um sigurin á Møl­ini í dag. EB/Streymur leikti ein frágera góðan dyst, meðan runavíkingar høvdu tað sera trupult við einum manni í undirluta. Heimaliðið hevði eitt ótal av møguleikum, men bara fýra av royndunum end­ aðu í netinum. Hetta er tó meiri enn nokk fyri fólkið í Sundalagnum, sum framman undan dystinum høvdu verið ovurfegin um ein tepran 1-0 sigur. Við sigrinum sunnudagin er fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins nærri enn nakrantíð áður, meðan runavíkingar nú mugu ásanna, at teirra møguleikar at vinna gull í ár helst eru farnir. Sorin vann dystin Sorin vann dystin fyri okkum í dag, og nú eru bronsuheiðursmerkini tryggjaði, sigur Sámal Erik Hentze hjá EB/Streymi FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Venjaraparið hjá EB/Streymi hevði givið Sorin Anghel ein øðrvísi leiklut sunnudagin, í mun til vanligt. Rumenin varð tikin úr álopinum og settur av taka sær av toppskjúttanum í landskappingini, Christian Høgna Jacobsen, og tað var eftir øllum at døma ein skilagóð avgerð, tí at kalla onki sást til landsliðsáleyparan allan dystin. – Vit avgjørdu at seta Sorin Anghel á Christian Høgna Jacobsen. Hansara uppgáva var at taka Christan Høgna úr spælinum, samstundis sum vit fingu ein eyka mann í verjuna, sum vit síðani brúktu at byggja spælið upp við, og hetta eydnaðist til fulnar. Eftir mínum tykki var hansara avrik so mikið gott, at hann vann dystin fyri okkum í dag, segði Sámal Erik Hentze, hjálparvenjari hjá EB/Streymi eftir dystin í gjár. Nakað óvæntað var Egil á Bø í miðverjuni, eftir hann sjálvur hevði boðað frá, at hann ikki roknaði við at spæla. Sámal Erik Hentze heldur tó ikki, at tað var djarvt av teimum at lata Egil á Bø spæla. – Liðbondini høvdu ikki tikið skaða, og tí hevði tað bara verið grenj, um hann ikki spældi. – Men vit vinna so dystin og tað er óført. Vit brenna nógvar kjansir, men hjá okkum er tað soleiðis, at leikararnir hugna sær, tá vit spæla álopsfótbólt, og so ger tað onki, um teir brenna brenna viðhvørt. Tað, sum umræður er, er at vit skapa kjansirnar, heldur Sámal Erik Hentze. Hóast sigurin hjá EB/Streymi er rættiliga týdn­ing­ar­ mikil, so vil Sámal Erik Hentze tó ikki siga, at meist­ araheitið er komið í hús. – Nú vil eg siga, at bronsan er heima og at mál­setn­ingurin okkara næstan rokkin. Tað merkir tó ikki, at vit gevast her, tí vit ætla at koyra á restina av kappingarárinum, segði Sámal Erik Hentze, hjálpar­venjari hjá EB/Streymi. Reyða kortið avgerandi Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, heldur, at lið hansara stóð seg væl stóran part av fyrra hálvleiki, men at hepna málið og útvísingin av Pól Thorsteinsson vóru avgerandi fyri dystin. – Eg haldi, at vit standa væl ein stóran part av fyrra hálvleiki. Vit vistu, at EB/Streymur fór at hava bóltin nógv, men eg haldi vit gera tað gott, og koma eisini fram til nakrar kjansir. – Men so fáa teir eitt heppið mál, og seinni vit ein mann útvístan og tá gjørdist tað trupult. Við einum manni í yvir­luta var EB/Streymur eitt ov gott lið til okkum, og mót­­brekkan gjørdist ov stór, helt Trygvi Mortensen eftir dystin. Hetta er triðja tapið hjá runavíkingum á rað, men Trygvi Mortensen ber tó ikki ótta fyri, at hansara menn eru farnir niður við flagginum nú. – Eg trúgvi, at mínir menn nú eru grammir at vaska tap­ ini av sær, og tí verður tað ikki nakar trupulleiki til næsta dyst. Trygvi Mortensen heldur ikki, at meistaraheitið enda­ liga er rokið, men hann ásannar tó, at tað verður ein trup­ul uppgáva at fáa EB/Streym aftur. – Vit hava 18 stig eftir at spæla um og teimum fara vit eftir, og so mugu vit bara síggja hvussu langt tað ber, sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ. -rwd av oddastøðuni NSÍ EB/Streymur - Sundalagsmenn vóru eitt stig framman fyri Andy Olsen og restin av NSÍ-liðnum, sum ikki fekk fótin fyri seg á Mølini Mynd: Sofus D. Johannesen Mál, útvísing, hæddarpunkt og samrøður við málskjúttarnar John Hera Dam og Jústines R. Hansen, eru at síggja í kykmyndum á www.portal.fo