mánadagur 28. august 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 164 - 28. august 2006 ]
Holst og teir strúk avstað
Oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann í gjár
stórsigur. Lyngby spældi á útivølli ímóti HIK, og Lyngby
vann 4-1. HIK fekk ein spælara vístan av vølli eftir 33
minuttir, og 10 minuttir inn í seinna hálvleik fingu teir eitt
reytt kort afturat. Tá var støðan longu blivin 4-1, og fleiri
mál komu ikki í dystinum. Christian Lamhauge Holst spældi
allan dystin fyri Lyngby, men hann skoraði ikki hesaferð.
Tað gjørdi hinvegin Anders Jochumsen, sum gjørdi fyrstu
trý málini hjá Lyngby.
Randers ímóti
banamonnum hjá B36
Lutakastið í UEFA Cup kappingini í farnu viku hevði við
sær, at danska superligafelagið Randers FC skal spæla ímóti
turkiska felagnum Fenerbahce. Tað var júst turkiska liðið, sum
sendi B36 út úr Champions League við tveimum trivaligum
sigrum. Randers hevur gjørt av, at heimadysturin ímóti
Fenerbahce skal spælast í Århus, tí áhugin fyri dystinum er
størri, enn leikvøllurin í Randers kann klára at hýsa.
Skaptu
ov lítið
Verjuspælarin
Kaj
Ennigarð skoraði bæði
málini hjá GÍ í Fugla
firði sunnudagin, og
tað segði nakað um
støðuna á liðnum, sum
hevði nógv spæl, men
hevði trupulleikar við
at skapa kjansir.
– Vit hava nógv spæl
allatíðina, men vit skapa
ov fáar kjansir. Tað var
ikki, fyrr enn vit vóru
komnir aftur um og sats
aðu, at vit fingu mál.
Soleiðis var tað eisini
ímóti B68 seinast, sigur
Kaj Ennigarð.
– Vit fóru eftir øllum
stigunum í Fuglafirði,
men vit fingu bara eitt
stig, og tað kunnu vit
ikki brúka til so nógv,
helt hann.
Argir um
javnleikin
Teir á heimaliðnum
vóru vónbrotnir um, at
teir ikki fingu øll trý
stigini til høldar, hóast
teir vóru á odda beint
fyri leiklok.
– Eg var rættiliga
argur eftir dystin, tí vit
tveita aftur hetta viku
skiftið ein sigur burtur.
Vit áttu at hildið fast
seinastu løtuna, sigur
Símun Eliasen, spælandi
venjari hjá ÍF.
– GÍ hevði bóltin
nógv, men teir komu
ikki til veruligar kjansir.
Teir høvdu onkur horna
og innlegg, men vit
forðaðu teimum í at fáa
opnar kjansir. Hinvegin
høvdu vit onkrar kjansir,
og tí var tað als ikki
óuppiborið, at vit fingu
stig burtur úr dystinum.
Eg hevði tó vilja havt øll
trý stigini, sigur hann.
ÍF spældi eina lítla
løtu við 12 monnum
ímóti GÍ í Formula
dystinum í gjár. Ein
misskjiling í dóm
arabólkinum og
millum spælara og
dómara endaði við, at
ÍF fekk 12 spælarar á
vøllin
ÍF-GÍ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
12. maður hjá ÍF sunnudagin
var hvørki áskoðari ella dóm
ari. Hinvegin hendi tað í
kampens hede móti endanum
av dystinum, at fuglfirðingar
høvdu 12 spælarar á vøllin
um samstundis. Tað var
beint undan málinum, sum
ÍF skoraði til 2-1 seint í
dystinum.
ÍF-spælarin Christian Soel
berg fekk ein snudd í beini
og var tikin út um vøllin til
viðgerð. ÍF-bonkurin gjørdi
skjótt av og setti nýggjan
spælara inn fyri hann. Tá
ið skaddi spælarin so kom
fyri seg aftur, fór hann aftur
á vøllin, og harvið gjørdist
hann 12. spælarin hjá ÍF á
vøllinum.
– Hatta var ein misskilj
ing millum meg og hjálp
ardómaran. Eg fekk ikki
við, at tað var Christian
Soelberg, sum varð skiftur
út, og spælarin visti heldur
ikki sjálvur, at hann varð
skiftur út. Tá ið hann so bað
um at sleppa inn á vøllin
aftur, vinkaði eg hann inn,
sigur Dagfinn Olsen, sum
var dómari í dystinum.
Christian Soelberg var
bert lítla løtu á vøllinum, til
hann varð gjørdur varugur
við, at hann varð skiftur út.
– Eg valdi ikki at geva
honum gult kort fyri at koma
á vøllin aftur sum 12. spæl
ari, tí eg taki hatta á mín
kappa. Eg rokni ikki við,
at tað hendir meira í hasum
malinum, sigur dómarin.
GÍ meira spæl
Dysturin millum grannarnar
lagaði seg soleiðis, at GÍ
hevði bóltin meira enn
heimaliðið, men heimaliðið
vardi væl, og GÍ fekk ongar
veruligar málkjansir burtur
úr leikligu yvirvágini.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki
legði ÍF seg á odda við máli,
sum Nenad Farich gjørdi.
Hann spældi hangandi
álopsspælari, og tá ið hann
fekk eina sending mitt fyri,
tamdi hann millum tveir
verjuspælarar og smekkaði
í málið.
Eftir hetta kundi ÍF veru
liga dúva upp á taktikkin
við vælskipaðari verju og
kontraspæli, og leingi helt
verjan tætt.
Men tá ið GÍ eitt korter
fyri leiklok fekk enn eitt
hornaspark, eydnaðist tað
at skora. Málmaðurin hjá ÍF
fekk fingrarnar á innleggið,
men bólturin datt niður við
aftaru stong, har Kaj Enni
garð stútaði hann í málið.
Tvey tøtt mál
Tríggjar minuttir fyri leiklok
skoraði innskifti Hanus Elia
sen fyri heimaliðið. Ein
høgur bóltur var longdur
fram á vøllin, Hanus
vann kapprenningina, og
so smekkaði hann til við
vinstra beini, og bólturin
rakti stongina og endaði í
málinum.
Nú hevði ÍF fingið trý stig
í posan, men hóast tað bet
vóru fáir minuttir til at binda
kjaftbandið fyri, gekk tað
ikki. Minuttin eftir javnaði
GÍ. Eitt innkast varð tveitt
inn í brotsteigin, tveir mans
høvdu høvdið á bóltinum,
áðrenn verjuspælarin Kaj
Ennigarð aftur stóð á rætta
stað, og hesaferð sparkaði
hann bóltin í málið.
Grannaliðini skoraðu tvey
mál í part, og hóast GÍ hevði
meira spæl allatíðina, var tað
ikki óuppiborið, at ÍF fekk
stig burtur úr dystinum. Ann
að vikuskiftið á rað mistu
teir á heimaliðnum tó ein
sigur í síðstu løtu.
Nenad Saric og hinir á ÍF-liðnum vóru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna dystin móti GÍ
Mynd: Jonhard Hammer
ÍF-GÍ 2-2 (1-0):
ÍF spældi við 12 monnum
GÍ
ÍF