mánadagur 28. august 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 164 - 28. august 2006
Símun í steypadysti
Í kvøld spælir Keflavík dyst ímóti Víkingi á Laugerdalsvøllinum
í Reykavík. Dysturin er í steypakappingini, sum íslendingar
nevna VISA-bikarkeppninn. Keflavík og Víkingur hava
spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár. Aðru ferð endaði
við javnleiki, og hina ferðina vann Keflavík 2-1. Símun
Samuelsen spælir fyri Keflavík, og hann og liðfelagararnir
ætla at reisa seg eftir tapið ímóti botnliðnum ÍA seinasta
vikuskiftið. Dysturin verður spældur í kvøld kl. 21.00.
OB-spælarar seinkaðir av toki
Í Danmark verður nógv funnist at DSB, tí felagið klárar
ikki halda tíðirnar í tokferðsluni. Nú um dagarnar kundu
fjølmiðlarnir so siga søguna um fýra spælarar hjá OB, sum
komu ov seint til venjingar, tí tókið hjá teimum var so nógv
seinkað. Ætlanin var, at teir fýra spælararnir, sum búgva í
Keypmannahavn, skuldu venja klokkan 10.00, men teir vóru
nógv seinkaðir til venjingina. Aftur fyri sluppu spælararnir
hjá OB at venja eitt sindur longri leygardagin, og í gjár
eydnaðist liðnum at vinna í superliguni.
Meinhardt
tók enn
eitt straffi
Meinhardt Joensen er ein
rættiligur serfrøðingur í
at bjarga brotsspørkum.
Sunnudagin fekk B68
brotsspark í fyrra hálv
leiki, men tá ið Ove
Magnussen varð settur
at skjóta, bjargaði Mein
hardt skotinum.
- Hetta var fjórða
straffi, sum eg bjargaði
í ár. Eg skuldi eisini
havt bjargað tí seinna
straffinum, sum teir
fingu, sigur Meinhardt.
Hann viðurkendi eftir
dystin, at KÍ kom undir
trýst í seinna hálvleiki.
- Tað var effektin av,
at vit mistu ein spælara,
og teir skoraðu eitt mál.
Eftir hetta lótu vit okkum
trýsta aftur á vøllin, og
hóast teir ikki høvdu so
nógvar kjansir í seinna
hálvleiki, so máttu vit
verja mesta av tíðini,
sigur hann.
Brendu
ov nógv
Súni Fríði Barbá var
við í tí mesta hjá B68
í gjár. Hann legði upp,
royndi móti málinum
og skoraði annað B68-
málið.
– Vit áttu at fingið
meira burtur úr hesum
dystinum. Vit høvdu
minst líka stórar kjansir
sum KÍ í fyrra hálvleiki,
men meðan teir skoraðu
trý mál, fingu vit einki
mál, sigur hann.
– Teir fingu eina
útvísing tíðliga í seinna
hálvleiki, og tá duttu
teir aftur á vøllin. Men
tá høvdu vit eitt sindur
trupult við at skapa teir
stórur kjansirnar. Nú
hava vit seks finalur
eftir at spæla, sigur Súni
Fríði Barbá.
Klaksvíkingar høvdu
undan steðginum
stóra úrtøku, meðan
B68 – eftir at tað hevði
sæð vónleyst út – í 2.
hálvleiki var um reppið
at vinna eitt stig
B68-KÍ
Rólant Waag Dam
KÍ fór fyri aðru ferð í ár av
Svangaskarði við øllum stig
unum. Í fyrra førinum vunnu
teir sannførandi 4-0 sigur.
Eftir 1. hálvleik sunnudagin
bendi alt á, at tað eisini hesa
ferð fór at verða talan um
tryggan sigur.
Soleiðis tørnaði tað ikki út í
2. hálvleiki. Marek Wierzbicki
sá aðru ferð gult og harvið
reytt, tá ið dómarin tíggju
minuttir eftir steðgin metti, at
veteranurin hevði tikið beinið
undan Jóhan Petur Poulsen.
Súni Fríði Barbá var tryggur
úr ellivu metrum. So stríddust
teir reyðu fyri at koma afturí
aftur.
Tað eydnaðist ikki, men
tað var tætt við. Eitt korter
undan leikloki minkaði
Julian Johnsson um munin til
2-3, tá ið hann við høvdinum
stýrdi hornasparksinnleggi
úr vinstru í málið. B68 spenti
álopsbogan, og onkra ferðina
var tað heilt spennandi
frammanfyri væl upplagda
Meinhardt Joensen.
Síðstu løtuna royndi KÍ
at draga ferðina niður. B68
royndi at koyra á, men tað
eydnaðist teimum ikki at fáa
mál. Hjá KÍ var Jan Andre
assen sera eyðsýndur, eftir
at hann sjey minuttir undan
leikloki hevði avloyst skadda
og raska Høgna Madsen.
Góða KÍ løtan
KÍ legði fyri í undrandi
álops kendari útgangsstøðu.
Framrættaði Kristoffur Jac
obsen loysti leikbannaða Har
ley Bertholdsen av í høgru í
trímanna verjuni. At KÍ verjan
var so framrættað, bar við sær,
at holini vóru stór.
Besta B68 møguleikan í
1. hálvleiki fekk Ovi Magn
ussen, tá ið hann royndi úr
ellivu metrum, eftir at dóm
arin hevði bríkslað, tí hann
metti, at Marek hevði togað
Súna Fríða Barbá niður.
Meinhardt Joensen hálv
bjargaði, og Kristian Anton
Andreasen sendi returbóltin
upp um tóma málið.
Hin hundrað prosent B68
møguleikan fekk Alexandro
Castilho, sum annars var
eyðsýndur á ytsta miðvallar
plássinum í vinstru. Eftir
uppspæl í høgru var hann
blankur fyri málinum. KÍ
málverjin hevði tveitt seg,
og málið var púra opið, tá
ið brasiliumaðurin úr stutt
ari fjarstøðu og mitt fyri
legði bóltin skeivu megin
stólpan!
KÍ hevði størri tyngd
og hugflog í 1. hálvleiki,
og KÍ spældi seg til fleiri
møguleikar. Fyrsta málið
skoraði Christian Lundberg
í 9. minutti. Hjalgrím Elttør,
sum í útgangsstøðuni var ytsti
miðvallarin í vinstru, meðan
Heðin á Lakjuni var í høgru,
sneiddi framvið fleiri, áðrenn
hann frá baklinjuni legði útfrá
til Christian Lundberg, sum
úr stuttari fjarstøðu sendi í
meskarnar.
Smáar tíggju minuttir
seinni var uppspælið fínt til
2-0 málið, sum Paul Clap
son skoraði. Aftarlaga úr
vinstru sendi Símun Joen
sen diagonalt til Heðin á
Lakjuni, sum úr høgru legði
innfyri til Clapson, sum er
KÍ toppskjútti.
Og KÍ sigurin tóktist vera
fullvísur, tá ið klaksvíkingar
í síðsta minuttinum undan
steðginum øktu til 3-0.
Aftur hesa ferð var málið
útlendskt. B68 liðið var
ógvuliga frammarlaga, tá
ið KÍ framspæling mitt eftir
endaði hjá Paul Clapson,
eftir at Christian Lundberg
við kropsfintu hevði togað
heimaverjuna sundur. Clap
son rann frá verjuni og
legði bóltin framvið Tórða
Thomsen.
Fyrstu minuttirnar eftir
steðgin bendi einki á annað
enn trivaligan KÍ sigur. Men
so varð Marek útvístur, B68
minkaði um munin, og í
staðin fyri heimaliðið var
tað nú KÍ, sum av álvara
skinklaði. Men tað gekk
akkurát hjá klaksvíkingum,
sum framvegis droyma um
rættin at taka lut í Europa
Cup, meðan toftamenn eisini
eftir 21. umfarið kenna tað
brenna undir sær.
Tað skinklaði nógv á
Svangaskarði
Julian Johnsson liggur og lúrir í brotsteiginum, og løtu seinni stútar hann bóltin í málið til 3-2
Mynd: Kjartan Madsen
B68
KÍ