mikudagur 3. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 3. januar 2001
13
12
Nr. 1 - 3. januar 2001
Signar á Brúnni,
løgtingsmaður, metir,
at tíðin er við at
ganga undan í
fullveldisarbeiðinum
hjá samgonguni. Nú
so nógv er liðið av
valskeiðnum, átti
meira at verið komið
burutrúr
VIÐTALA
Edvard Joensen
Tað er farið ov nógv av val-
skeiðnum, átti meira at ver-
ið at sæð av úrslitinum í
fullveldisarbeiðinum, held-
ur Signar á Brúnni, løg-
tingsmaður og fyrrverandi
landsstýrismaður Tjóðveld-
isfloksins, sum óttast fyri,
at úrslitið ikki fer at verða
tað, hann væntaði og vón-
aði.
Sosialurin
hevur
sett
Signari á Brúnni stevnu
heima við hús hjá honum í
Fulafirði. Vit sita í hugna-
ligu stovuni við útsýni yvir
býin og fjørðin. Kaffikopp-
arnir standa á borðinum, og
allastaðni rundan um okk-
um verður mint á, at jólini
ikki eru so langt burtur,
hóast farin afturum. Eingl-
ar og jólamenn saman við
øðrum pynti og ljósum eru
allastaðni at síggja.
Signar á Brúnni sigur, at
hann alla tíðina hevur trúð
uppá, at samgongan fór at
røkka eini loysn á málinum.
Men sum alt meira líður út,
uttan at nakað ítøkiligt
hendir, er hann farin at ótt-
ast fyri, at vit í besta føri
náa einum úrsliti, sum ikki
er tað, ið varð sett upp í
samgonguskjalinum.
Signar á Brúnni ásannar,
at tað, sum ikki verður gjørt
í fyrra helmingi av einum
samgonguskeiði,
verður
ógvuliga ringt at fáa gjøgn-
umført.
Stóra málið hjá Tjóðveld-
isflokkinum hevur verið
fullveldismálið, og ásann-
ast má bara, sigur Signar á
Brúnni, at vit enn eru langt
frá tí, ynskiligt er.
Grundirnar kunnu vera
so ymiskar, heldur hann.
Høvuðsorsøkin er væntandi
vilji frá donsku stjórnini,
sum er lopin frá avtaluni, ið
gjørd varð tann 10. juni
1998.
Samgonguflokkarnir
hava ikki talað við einari
tungu í fullveldismálinum,
og tað hevur gjørt støðuna
veikari.
Fá mótstøðumenn tínar
upp at táttast, so ræður tú
sjálvur fyri borgum. Hesa
støðu haldi eg, Nyrup er
komin í og tí hevur styrkt
støðu sína, sigur Signar á
Brúnni.
Álitið farið
Farna árið hevur verið
rættiliga buldrasligt polit-
iskt hjá Signari á Brúnni.
Hann hevur gjørt tær per-
sónligu royndir av hesi
samgonguni, at ein avtala
ikki bara uttan víðari verð-
ur hildin soleiðis, sum
væntandi skuldi verið. Tað
er SvF málið eitt rættiliga
greitt dømi um, sigur hann.
Tað er einki dulsmál, at
álitið, Signar á Brúnni,
fyrrverandi landdsstýris-
maður, hevði á Anfinn
Kallsberg, løgmann, og
Høgna Hoydal, varaløg-
mann og floksformann
Tjóðveldisfloksins, hevur
verið fyri einum álvarslig-
um bakkasti. Hvørgin teirra
helt orð, hóast heilt greitt
var avtalað, at Signar á
Brúnni skuldi aftur í lands-
stýrið, tá hann var reinsaður
eftir kanningina avSvF
málinum.
Hóast Signar á Brúnni
fekk váttan frá bæði løg-
manni og varaløgmanni
um, at hann skuldi fáa
landsstýrissessin aftur, um
kanningin vísti, at hann
einki skeivt hevði gjørt,
skákaðu báðir sær undan og
settu annan mann í sessin,
beint áðrenn kanningar-úr-
slitið
varð
kunngjørd.
Hóast
kanningin
greitt
vísti, at einki var at seta
niður á arbeiði hansara sum
landsstýrismaður.
Hetta tók fast, sigur Sign-
ar á Brúnni, sum ikki dylur
fyri, at hann er sera vón-
svikin.
Annars sigur Signar á
Brúnni, at alt SvF málið
tóktist honum sum ein
roynd at fáa ein landsstýris-
mann skrædlaðan, sum
onkur tingmaður tók til,
meðan málið var fyri í
Fíggjarnevndini.
Og tað er sera hugstoytt
at ásanna, at samgongu-
tingmenn miðvíst arbeiddu
fyri at fáa hann úr sessin-
um.
Signar á Brúnni sigur, at
hann á landsstýrisfundi
fekk at vita, at tingmaður
sat og skrivaði uppskot um
misálit á seg sum lands-
stýrismann, áðrenn hann
sjálvur hevði boðað frá, at
hann fór úr landsstýrinum.
Og tá soleiðis verður ar-
beitt í einum máli, er ikki
væntandi, at stevið skal
vera so øgiliga nógv øðrvísi
í øðrum málum heldur.
Parolan tykist greitt at vera
sum hjá kjógvanum í
Fuglakvæðnum:
»Sektin á, hvat annar
fær, eg skal nøra at mær.«
Kantarnir flusnaðir
Signar á Brúnni dylur ikki
fyri, at samstarv hansara
við leiðslu Tjóðveldisfloks-
ins er ikki tað sama, sum
tað áður hevur verið.
Hann hevur verið limur í
Tjóðveldisflokkinum undir
øllum formonnum floksins.
Og ongantíð hevur nakar
trupulleiki verið at sam-
starvað við nakran teirra,
fyrr enn nú.
– Tá ið landsstýrismaður
varð valdur í mítt stað, var
nógv, sum eg undraðist
yvir, sigur Signar á Brúnni.
Viðkomandi landsstýris-
maður tosaði ongantíð við
meg um hasi viðurskiftini.
Og eg legði til merkis, at
eftir at hann var komin í
starvið, vórðu skúlar fluttir,
og granskingardepil lagdur
í útvaldum valdømi uttan
politiska viðgerð, bert fyri
at taka okkurt einstakt
dømi.
– Jú, tá eg líti aftureftir,
og hugsi meg um, síggi eg
sjónliga, hvussu væl kabal-
in er gingin upp, sigur
Signar á Brúnni.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur annars ført seg fram sum
tann flokkur, sum vil hava
greiðar relgur at ganga eftir
í øllum málum. Tað verið
seg
rúsdrekkapolitikk,
hvussu landsstýrismenn og
tingmenn bera seg at og so
framvegis. Tí átti eisini at
verið sjálvsagt, at tær regl-
ur, sum eru grundarlagið
undir sjálvum flokkinum,
verða hildnar, sigur Signar
á Brúnni, løgtingsmaður
Tjóðveldisfloksins í viðtalu
við Sosialin um ársskiftið.
Men tað kann viðhvørt
tykjast, at slíkar reglur bara
eru fyri hini og ikki meg
sjálvan. Og longu á fyrsta
flokstinginum
eftir,
at
nýggjur floksbygnaður var
gjørdur, var hann brotin.
Tað stendur greitt í
nýggju reglugerðini hjá
Tjóðveldisflokkinum, at trý
valevni skulu innstillast til
starvið sum landsstýris-
maður.
Men so var ikki, tí bara
eitt valevni var til lands-
stýrismannasessin í flokk-
inum, hóast trý, sum sagt,
áttu at vera. Og tá farið
verður leysliga um eina
reglu, er skjótt, at tann
næsta eisini kann kámast,
sigur Signar á Brúnni.
Persónligi
kostnaðurin
Alt tað, hann hevur verið
ígjøgnum politiskt hetta
seinasta árið, hevur kostað,
sigur Signar á Brúnni.
Hann dylur ikki fyri, at
hann var sera vónsvikin av
gongdini, málið fekk. Og at
tað eisini hevur ávirkað
heima, er greitt. Men hann
gleiðist tó um, tann dygga
persónliga stuðul, hann
hevur fingið. Fyrst og
fremst frá familjuni, men
so sanniliga eisini frá fólki,
hann annars ikki kennir so-
leiðis persónliga.
Hann leggur eina mappu
Ov tungt at náa fullveldinum
Bæði løgmaður og varaløgmaður lupu frá lyfti sínum um, at Signar á Brúnni skuldi koma aftur í landsstýrissessin, tá kanningin av SvF-málinum, sum reinsaði
hann, var liðug
Mynd: Edvard Joensen
á borðið og letur upp. Har
er SvF málið í, alt sum tað
er, skilst. Og úr henni lesur
hann burtur úr brøvum,
hann hevur fingið frá
mentafólki í Føroyum. Rit-
høvundum, sjónleikarum
eins og embætisfólki, sum
harmast um, at hann soleið-
is varð fluttur úr sessinum
sum
mentamálaráðharri,
samstundis sum tey takka
honum fyri dyggan stuðul
og gott samstarv.
– Nógv av hesum fólkun-
um kenni eg bara av um-
talu. Og slíkar heilsanir
fløva,
sigur
Signar
á
Brúnni.
Hinvegin
kann
hann
heldur ikki lata vera við at
vísa á, at hann eisini kendi
tað, sum var tað ein heilag
skylda hjá ávísum pørtum
av føroyska fjølmiðlaheim-
inum at fáa hann avrættað-
an. Við góðari hjálp frá pol-
itikkarum, sum úttalaðu seg
um bæði líkt og ólíkt.
Dulnevnt. Ikki mítt navn
nevnt her. Nei, nei. Uha,
uha.
Slíka framferð frá starvs-
feløgum – eisini sam-
gongufeløgum
–
metir
Signar á Brúnni beinleiðis
sum lúsuta. Og tað var
svárt at uppliva.
Men hóast Signar á
Brúnni ikki heldur seg altíð
vera sømiliga viðfarnan
politiskt, er hann onga løtu
í iva um sínar politisku
hugsjónir. Tjóðveldismaður
er hann, og hevur ongantíð
so mikið sum hugsað um at
skifta flokk ella støðu,
sigur hann.
Enn hevur hann ikki
gjørt av, hvussu verður til
eitt komandi val, hóast
áhugin fyri at fáa hann at
stilla upp aftur avgjørt er
millum veljarar. Tó vísir
hann á, at hann hóast alt er
tann, sum hevur fingið
flestar persónligar atkvøður
á
Tjóðveldislistanum
í
Eysturoynni seinastu valini.
Og serliga í Fuglafirði hev-
ur hann fingið nógvar at-
kvøður, sigur hann.
Men hann hevur enn ikki
gjørt av, um hann fer aftur
til arbeiðis sum lærari.
– Kanska fari eg aftur í
mítt góða, gamla, trygga
arbeiðspláss, sum er Fugla-
fjarðar Skúli, sigur Signar á
Brúnni.
Kanska fari eg aftur á mítt góða, gamla, trygga arbeiðspláss, sum er Fuglafjarðar Skúli, sigur Signar á Brúnni
Mynd: Edvard Joensen
Dansistaðið Lognbrá
sleppur at halda fram
í KÍ-høllini í tveir
mánaðir afturat
DANSUR
Eyðun Klakstein
Á nýggjárinum skuldi disk-
otekið Lognbrá flyta úr KÍ-
høllini, har tað hevur hildið
til síðani áttatiárini, men
dansistaðið
sleppur
at
halda fram í tveir mánaðir
afturat.
Tað er Klaksvíkar Ítrótt-
arfelag, sum eigur og rekur
KÍ-høllina, og felagið ætlar
sjálvt at brúka hølini, har
Lognbrá heldur til.
Tí var dansistaðið upp-
sagt frá nýggjárinum at
galda, men nú hevur KÍ lat-
ið Lognbrá hava hølini
tveir mánaðir afturat.
Finna loysn
– Vit arbeiða við at finna
nýggj høli, og vit hava eis-
ini støðugt samband við
kommununa um viðurskift-
ini, sigur Jan Gardar, sum
rekur Longbrá.
Hann dugir ikki at meta
um møguleikarnar fyri at
leingja leigumálið í KÍ-
høllini enn longri enn teir
tveir
mánaðirnar,
sum
dansistaðið nú hevur fingið
afturat.
Tað er í øllum førum
greitt, at KÍ hevur í hyggju
at brúka hølini í summar.
Nógv fólk
Enn er einki komið upp á
pláss viðvíkjandi nýggjum
dansistaði, men tað er upp
á tal, at kommunan skal
verða við í eini loysn.
Talan verður ikki talan
um at byggja nýtt dansi-
høli, men heldur at gera
nýtslu av hølum, sum eru
til taks í býnum, og sum
onkursvegna kunnu koma
ungdóminum til góðar.
Longbrá hevði nógv opið
um jólini og á nýggjárin-
um, og serliga annað jóla-
kvøld og nýggjársaftan
vóru nógv fólk í dansi. Tað
er serliga tann yngri ung-
dómurin,
sum
gongur
regluliga í Lognbrá.
Longbrá heldur fram
Vøkur sprund prýða
ein heldur øðrvísi
álmanakka, sum kom
á marknaðin beint
undan ársskiftinum
ÁLMANAKKI
Jákup Mørk
Beint fyri ársskiftið kom
enn ein føroyskur mynda-
kalendari á marknaðin,
men í mun til flestu aðrar
av slagnum, so eru tað ikki
landslagsmyndir, sum eru
tær dominerandi.
Talan er um ein kalend-
ara, sum er gjørdur av 12
føroyskum fyritøkum í fel-
ag, og fer allur ágóðin av
søluni óskerdur til Stuðuls-
grunn Føroya Blindafelags,
ið hevur til endamál at veita
blindum stuðul til skeiðlut-
tøku við meira.
Sum nevnt, so er tað ikki
landsløgini, sum prýða síð-
urnar
í
kalendaranum.
Heldur eru tað meira og
minni ílatin komufólk, sum
á ymsan hátt eru avmynd-
aðar, soleiðis at myndin á
einhvønn hátt hevur sam-
band við eina av teimum 12
fyritøkunum, sum er við í
útgávuni.
Tær 12 fyritøkurnar eru
Ímynd, Superdekk, Føroya
Tele, Lívstrygging, AD
Import,
LM
Handilin,
Marco Polo & Cleopatra,
Handilskjarnin, Kallkyn,
KT Centrum, Radiohandil-
in og Fotobúðin í Handils-
kjarnanum.
Lítla forlagið stendur fyri
útgávuni, meðan Ímynd
hevur
staðið
fyri
framleiðsluni.
Øðrvísi myndakalendari