Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 3. januar 2001 15 Nr. 1 • mikudagur • 3. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Indarin nýttist bert fýra talv at avgera finaluna ímóti Alexei Shirov. Seks talv átti at telvast, men tá Viswanathan Anand hevði lagt seg á odda 3,5-0,5 varð dysturin longu avgjørdur. Anand er sostatt tann 15. Fide heimsmeist- arin TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Fyri góðum tveimum mán- aðum síðani bleiv Vladimir Kramnik somuleiðis heimsmeistari tá hann vann á Gary Kasparov. Hetta kann tykjast fløkjasligt, men støðan er tann at Kas- parov ikki longur telvar um Fide heimsmeistaraheitið, sum er altjóða talvsam- gongan, og tað hevur hann síðani 1993 ikki gjørt. Hann hevur á egnum bein- um skipað talvsamgongur og við teimum eisini HM dystir. Í 1993 vann hann á Nigel Short, í 1995 á An- and og í ár vann Kramnik á honum. Khalifman vann Fide HM í 1999, og sostatt heimsmeistari nummar fjúrtan, men spurningurin er um Kramnik er tann fimtandi og Anand tann sekstandi. Kasparov vil vera við at Kramik er tann 15. heimsmeistarin, men hesum vil Fide ikki ganga á møti. Eins og í Boksing hava vit fleiri heimsmeistarar innan talv, í núverandi løtu tveir. Anand í serflokki Finalan sum bleiv leikt í Teheran, Iran, um jólini, bleiv ikki eins spennandi sum væntað varð. Manna- gongdin varð tann, at leikast skuldi seks talv og um tá á jøvnum stóð, so skuldi telvast kviktalv, tað vil siga at hvør telvari hevur 25. minuttir í part til talvið. Men hetta varð als ikki neyðugt, tí eftir bert fýra talvum varð greitt at 31 ára gamli Anand var heimsmeistari. Anand hevði svarta fólk- ið í fyrsta talvinum og telvaði fyri fyrstu ferð í sjey ár fronsku byrjanina. Hetta loypti ivaleyst hvøkk á Shirov, sum ikki fekk tann stóra fyrimunin við sínum hvíta heri. Anand fekk hegnisliga ognað sær javn- leik. Í øðrum talvinum leikti Anand eina nýggjheit, og fekk avgerandi fyrimun, men Shirov vardi seg væl. Anand vann tó eftir drúgva leiktíð. Triðja talvið mátti shirov tí vinna við hvíta fólkinum, men eftir at hava offrað býtismun telvaði Anand sum ein brandur og vann enn einaferð. Í fjórða talv- inum satsaði Shirov alt, hann offraði heili tveir mans og fekk eisini Anand at ristast eitt sindur, men indarin helt høvdið kalt og vann talvið í stórum stíli, og harvið eisini heims- meistaraheitið, og við hes- um eina upphædd á 528.000 (uml. 4. mió. kr.) amerikanskir dollarar, með- an Shirov fekk 316.000 dollarar. Anand telvaði heilt eina- standandi og nærum feil- frítt, og er ein verdugur heimsmeistari. Finaluúrslitið er kanska ikki heilt eftirfarandi tá hugsa verður um styrki Shirovs. Hann er betri enn úrslitið sigur, og hevði bert nakrar ringar talvdagar. Trupulleiki hansara er svarta fólkið ímóti teimu sterku, men hinvegin er hann øgiligur við hvíta fólkinum. Anand vísti seg tó at vera betur. Toppurin hittist aftur Í krútsterku kappingini Wijk aan Zee í Hollandi fara nøvn sum Kasparov, kramnik, Anand, Shirov og aðrir superstórmeistarar at kappast í døgunum 18-28. januar. Sera áhugavert verður at síggja kasparov hitta Kram- nik aftur. Enn hevur Kaspa- rov hægsta ratingtal í heim- inum, men fyri fyrstu ferð í fimtan ár kann hann ikki kalla seg heimsmeistara. Nógv gita og vóna at Kramnik og Anand fara at dystast um HM tittulin, ein sokallaðan World Prestige Match, eftirsum báðir kunnu kalla seg heims- meistarar, men tó skal ein ikki vænta hetta blíva veru- leiki. Talvið hesa vikuna Í hesum fjórða talvi telvar Shirov beinhart og vilt, men Anand dugir sanniliga eisini at verja seg. Anand,V (2774) - Shirov,A (2746) FIDE WCh KO (4) 24.12. 2000 1.e4 e6 2.d4 d5 3.Ric3 Rif6 4.e5 Rifd7 5.Rice2 c5 6.f4 Ric6 7.c3 Fb6 8.Rif3 f6 9.a3 Be7 10.h4 0-0 11.Rh3 a5 12.b3 Fc7 13.Rieg1 a4 14.b4 fxe5 15.fxe5 Ridxe5 16.dxe5 Rixe5 17.Rixe5 Fxe5+ 18.Fe2 Bxh4+ 19.Kd1 Ff6 20.Rif3 Fxc3 21.Bb2 Fb3+ 22.Kc1 e5 23.Rxh4 Bf5 24.Fd1 e4 25.Fxb3 axb3 26.Rid2 e3 27.Rif3 Rae8 28.Kd1 c4 29.Be2 Be4 30.Kc1 Re6 31.Bc3 Rg6 32.Rh2 Bd3 33.Bxd3 cxd3 34.Kb2 d2 35.Kxb3 Rg3 36.Kb2 g5 37.Kc2 Rc8 38.Kd3 g4 39.Be5 Rc1 40.Rh1 Rxg2 41.Rih4 1-0 Favorittarnir í kvinnudeildini sluppu undan at hitt- ast í hálvfinaluni, meðan hálvfinalurnar hjá monnunum verða tær somu sum í fjør HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyrrapartin týsdagin varð stuttur tíðindafundur hjá Poul Hansen, har lutur varð kastaður um, hvørji lið skulu hittast í hálvfinalun- um í Coca-Cola kappingini. Fýra navnaseðlar vórðu drignir hjá bæði monnum og kvinnum, og áðrenn hesir vórðu drignir, varð sagt frá, nær hálvfinalurnar skulu spælast. Áður hevur tað annars verið soleiðis, at HSF hevur sett eitt evstamark fyri, nær dystirnir skulu spælast, men í ár eru dagarnir so fastlagdir. 24. og 31. januar eru sett- ir sum leikdagar, tó at hetta helst verður broytt til 27. januar og 3. februar, um so er, at VB vinnur seg fram til hálvfinaluna. Hetta er enn ikki avgjørt, men í kvøld, mikukvøldið, skal fjórð- ingsfinalan millum Tjaldur og VB ætlandi avgerast. Favorittarnir hittast ikki Hjá kvinnunum mundi størsti spenningurin vera um, hvørt VÍF og Stjørnan, sum í ár hava verið at kalla einaráðandi, fóru at bresta saman í hálvfinaluni, ella um talan møguliga verður um ein finaludyst millum hesi lið. Tá luturin var kastaður, var tó greitt, at liðini sleppa undan hvørjum øðrum í hálvfinalunum, tí lutakastið lagaði seg soleiðis, at VÍF spælir móti Neistanum, meðan hin hálvfinalan verður millum Tjaldur/VB og Stjørnuna. Fyrr nevnda liðið hevur heimavøll í fyrra dystinum. Somu hálvfinalur Hjá monnunum eru hálv- finaluluttakararnir tey somu fýra liðini sum í fjør, og lutakastið lagaði tað soleiðis, at dystirnir eisini verða teir somu. Her lagaðis lutakastið seg soleiðis, at VÍF og Kyndil hittast í aðrari hálvfinaluni, meðan Neistin og StÍF skulu avgera, hvør seinni parturin í finaludystinum verður. Einki er at ivast í, at talan her kann gerast um fýra sera áhugaverdar dystir, har væl kendu smáu marginal- arnir væl kunnu koma at gera av, hvørji lið skulu taka lut í finaludystunum í Coca-Cola kappingini. Finaludysturin fluttur Annars er sjálvur finalu- dysturin í kappingini fluttur í mun til undanfarin ár. Vanliga hevur fyrsta viku- skiftið í februar verið sett av til hetta, men orsakað av at U-20 landsliðið skal uttanlands at royna seg, verður hetta broytt í ár. Ístaðin verður Coca-Cola finalan leikt 10. februar, og tá fæst so at vita, hvørji lið kunnu rópa seg steypavinn- arar komandi árið. Undan hesum skulu hálv- finalurnar avgreiðast, og sum nevnt, so eru dystirnir í hesum hesir: Anand heimsmeistari Tað sær spennandi út Høgni Hansen frá P/F Poul Hansen og Jógvan Martin Mørk frá HSF dreaga her navnaseðl- arnar, sum gjørdu av, hvussu leikast skal í hálvfinalunum í Coca-Cola kappingini Mynd: Álvur Haraldsen Menn 24. januar VÍF-Kyndil 24. januar Neistin-StÍF 31. januar Kyndil-VÍF 31. januar StÍF-Neistin Kvinnur 24. januar VÍF-Neistin 24./27. januar Tjaldur/VB-Stjørnan 31. januar Neistin-VÍF 31. jan/3. feb Stjørnan-Tjaldur/VB Fyri lærara í farloyvi verður søkt eftir Lærara til Eiðis skúla frá 1.januar 2001 og skúlaárið út. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv við uml.26 tímum. Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokki 18.1 til 27.4. Meira kann fáast at vita um starvið,við at venda sær til fyrstalæraran á tlf.423579 (arbeiði) ella 443331 (heima). Eiðis skúli hevur undirvísing 1.-7.árgangi.Vit eru 9 lærarar og 96 næmingar. Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu vera Eiðis skúlanevnd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5.januar 2001. Eiðis skúlanevnd v/ Dortheu K.Sørensen 470 Eiði TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 18.januar 2001 kl.10.45 verður á dómaraskrivstov- uni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsils- søla yvir matr. nr. 45 Skála- vík AS nr.34/2000. Stykkið er 686 m2 við ástandandi bygningi til niðurrívingar. Tvingsilssølan er um- biðin av Julionnu Klett, advokati, Bringsnagøta 15, 100 Tórshavn, tlf. 311744, j.nr. 88.394, sum kann geva nærri upplýs- ingar, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Søluuppgerð kann fáast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á dómaraskrivstovuni. Føroya Fútarættur, tann 29.des.2000 Vit vilja ynskja øllum eitt gott nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna. Klaksvíkar Róðrafelag Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Heitlufts-aggregat til flest øll endamál Sosialurin - 311820 • Refleks oljuovnar til bátin, summarhús o.a. • Hoyggjturkarar til turkan av græsið - serframleitt til Føroysk viðurskifti! • Gasovnar • Hitakanónir • Avfugtarir Vit útvega eftir tygara tørvi! Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. Sosialurin - 311820 Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 100 Tórshavn Tel./Fax 316610 Visti tú at 80% av øllum kvinnum ganga í skeivari BH-stødd? Vælkomin inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa og vegleiða tær at finna júst tína stødd. Ring til okkum og avtala tíð. Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm. í ummáli, og frá AA til H skál. Vit hava eisini korsilett í stórum støddum -tað loysir seg Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650