mikudagur 3. januar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 3. januar 2001
17
16
Nr. 1 - 3. januar 2001
Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar:
privatar lýsingar
í mesta lagi 40 orð
bert ein lutur í hvørjari lýsing
hægsta søluvirði 20.000 kr.
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
Vanl. lýsingaprísur:
frá fyritøkum og virkjum
fleiri enn 40 orð
søluvirði, ið Sosialurin metir oman fyri 20.000 kr.
tó minst 70,- kr. við MVG hvørja ferð:
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
70,- kr. við MVG hvørja ferð:
lýsingar undir teigunum:
»Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar
LÝSINGARTORGIÐ
Akfør
OPEL ASCONA 1.6
Ein Opel Ascona 1.6, árg. 86 til
sølu sum eykalutir, 2.000 kr.
Tlf. 210398 ella 320545
CHEVROLET MONZA
Ein Chevrolet Monza persónbilur
við bensinmotori árg. 89, til sølu
fyri 9.000 kr.
Tlf. 444140
NISSAN KINGKAB
2,5 turbo diesel, árg. 1995, til sølu.
Tlf. 332295 ella 212395
TIL SØLU
Fýra felgur við píkadekkum 175/70
R14 1.500 kr.
Tlf. 312092
NISSAN PATROL
árg. 85, nýsýnaður til sølu.
Tlf 281032
YNSKIST
Fýra 14" píkadekk ynskjast til
keyps.
Tlf. 221347
TIL SØLU
Fýra lítið brúkt Gislaved Nord Frost
píkadekk, 165-80-13, til sølu.
Tlf. 221347
MITSUBISHI COLT
model 92, við donskum plátum,
sera vælhildin, koyrt uml. 120.000
km í DK, til sølu um hóskandi boð
fæst.
Tlf. 456291
E-mail: v-gaard@post.olivant.fo
FIAT UNO
60 N, til sølu.
Tlf. 313784
TOYOTA HILUX 2 4D
til sølu, toppstykkið er brotið.
Tlf. 441238
EYKALUTIR TIL
Toyota Carina ST 171, árg. 88-91.
Hurðar, bakrútur, síðurútar, startari,
el rútavindara, drívaksil, tendring
og spegl - H.
Tlf. 455843
NISSAN BLUEBIRD UII
Árg. 85, til sølu sum eykalutir,
koyrir ikki.
Tlf. 444737, 282670, 223492
HONDA CIVIC 1,4
Sera væl útgjørdur bilur, Honda
Civic 1,4 S frá sept. 95, sera væl
hildin. Hevur nógva eykaútgerð: El-
sóltak, el-spegl, el-rútar framman,
2x airbags, pover-steering, central
lás og JVC Stereo. Bilurin hevur
eisini: Alu-felgur V/ summardekk-
um og aðrar felgur við píkadekk-
um. Er rustviðgjørdur í novembur
2000, og sýndur í dec. 2000. Ring
og hoyr nærri. Terje Vestergaard
Tlf. 447013
YNSKIST
Diesel motorur til Toyota Corolla,
árg. 86, ynskist til keyps.
Tlf. 250750
OPEL ASCONA 1,6
Árg. 87, við skaða, verður seldur
heilt bíliga. Kom og síggj. Nógvir
eykalutir fylgja við.
Tlf. 375055
NISSAN BLUEBIRD
2000 motor og 15" sportsfelgur,
sýnaður í ár, til sølu.
Tlf. 251721
TIL SØLU
Fýra felgur v/ heilársdekkum,
155/70-13, lítið brúkt, 1.500 kr.
Kølari til Ford Fiesta, 500 kr.
Tlf. 315885
Arbeiði
REYKJAVÍK
Føroysk-íslendsk familia í Reykjavík
við einum tvey ára dreingi vil fegin
hava eina barngóða au pair-gentu
(ikki-roykari). Drongurin skal
ansast 4 tímar um dagin, annars er
talan um lættari húsarbeiði.
Elin Svarrer Wang 003545522368
Barnaansing
Í KEYPMANNAHAVN
fyrst í komandi ári til juli. Vit søkja
eftir eini gentu/konu til at ansa
eftir lítla Tóri 30 tímar um vikuna.
Lønin er sambart avtalu við Køben-
havns Kommune. Ert tú áhugað
ella kennur tú onkran sum kundi
havt áhuga so kunna tit ringja til
okkum á tlf. 38 34 33 99
Barnaútgerð
YNSKIST
Koyristólur við kalesju í góðum
standi ynskist.
Tlf. 320325
Bátaútgerð
EKKOLOD – GPS
1 stk. ekkolod Eagle Supra I.D.
Prísuppskot: kr. 2.500,-
Garmin GPS 45 (berbarur) og
monterast, prísuppskot: kr. 3.000,-
Tlf. 287904 ella 212304
TIL SØLU
5 stk. BJ 5 el-snellur bíliga til sølu.
Tlf. 373302 - 214302
4-MANNAFAR
4-mannafar ella annar bátur um
somu stødd, úr glastrevju, uttan
motor, ynskist til keyps.
Tlf. 333325
Bøkur
ALFRØÐI 1 OG 2
Er tað nakar, ið kann selja mær
bøkurnar Alfrøði 1 og 2?
Tlf. 315385
NÓGVAR BØKUR
Frílesnaður, søga og romanir. Alt
bíliga.
Tlf. 311915 og 220660
Burturm. /funnið
HEVUR NAKAR
funnið mína mappu, mist í SMS 22.
des. koyrikort og onnur pappír í.
Vinarliga ring
tlf. 333038 ella 223084
7 ÁRA GAMLA HALLA
hevði verið glað, um tann, sum tók
100 kr. úr einum brævbjálva, hon
hevði mist á Varðagøtu hósdagin
28. des. setti seg í samband við
hana á tlf. 312176 beinanvegin.
SVARTUR LEÐURJAKKI
Stødd XXL, av slagnum »Patino«
burturblivin í TB-húsinum 9/12-
2000. Hevur nakar funnið jakkan
ella tikið hann av misgávum, ring
til Jan.
Tlf. 251950
ella 373534
HARRAUR
burturmist í Klaksvík 16. des.
Finningarløn verður givin.
Tlf. 457258
FUNNIÐ
Giftiringur funnin í FK í Hoyvík
leygardagin 16. des. Eigarin biðist
venda sær til skrivstovuna,
tlf. 314149.
FUNNIÐ
Oyrasnigil funnin í FK í Hoyvík.
Eigarin biðist venda sær til
skrivstovuna,
tlf. 314149.
FUNNIÐ
Í Keypssamtøkuni í Hoyvík er ein
kvittan fyri eina Jamaica hurð
(bók) úr Skemmuni funnin. Um
eigarin vil hava hana, vend tær til
skrivstovuna,
tlf. 314194.
Býli
LOFTSÍBÚÐ Á ARGJUM
til leigu. Íbúðin er uml. 80 kvm.
stova/køkur, wc/brúsa + 3 kømur,
leigan er 3.750,- kr. um mðr. + el. 3
mðr. dep.
Skriva til:
Sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
Bill.mrk. 318997
SETHÚS TIL SØLU
Eini eldri sethús á Eiði eru til sølu
um hóskandi boð fæst.
Tlf. 423529
ella 252178
HÚS TIL SØLU
Raðhús í eysturbýnum til sølu. Boð
undir 950.000,- ongan áhuga.
Tlf. 311441
ÍBÚÐ YNSKIST
til leigu frá 1. feb. 2001 til kvinnu
fyrst í 40-unum.
Tlf. 254460
STÓRT VERILSI
til leigu v/ øllum hentleikum v/
atgongd til køk, bað, mynttelefon
og vaskimaskinu. Leigari má ikki
roykja. 5 min. gongd til Lærara-
skúlan.
Tlf. 313799
ÍBÚÐ/HÚS YNSKJAST
til leigu í Havn í styttri tíð, helst
møblerað.
Tlf. 311603
ÍBÚÐ Í KBH.
Ungur maður mitt í 20unum við
føstum arbeiði søkir íbúð í
Keypmannahavn. Alt hevur áhuga,
eisini framleiga í styttri tíð.
Tlf. 441384 ella 35340605
KAMAR
til leigu.
Tlf. 319103
HÚS TIL LEIGU
Hús í Havn til leigu beinanvegin
fyri 6.000 kr. um mðr. u/ ljós og
hita. Húsini eru 120 fermetrar og
standa í friðarligum umhvørvi.
Tlf. 321166 - 250883
ella 250884
íBÚÐ TIL LEIGU Í HAVN
Uml. 50 kvm verður leigað fyri
3.500 kr. um mðr. v/el og hita. Dep.
1 mðr.
Tlf. 221021
ÍBÚÐ – KEYPMANNAHAVN
– JANUAR Vit sóknast eftir íbúð í
Keypmannahavn í januar. Hanus
Kamban,
Tlf. 38797172
Dýr
HUNDAHVØLPAR
Hey! Hvør vil eiga okkum? Vit eru
fýra fittir hundahvøl.par av colli
slagnum. Verða latnir til djóravin.
Tygum frætta nærri við at ringja á
tlf. 424277
KETTA
Kettlingur verður latin djóravini við
at ringja. Hon er svørt og hvít,
reinlig og sera fitt.
Tlf. 316813
KETTLINGAR
Tveir fittir, reinligir trílittir kettlingar
verða latnir djóravinum. Kunnu
fáast um eina viku.
Tlf. 315911
AKVARIUMSFISKAR
Akvarie fisk sælges billigt. Bl.a.
perlegurami, Prinsessen af Burundi
(Cichlide) og Metalpansermaller.
Tlf. 219194
ella 319194
Innbúgv
KØKSBORÐ TIL SØLU
Hvítt elipsuforma borð til
stálbeinum til sølu. Prísur: 900 kr.
Tlf. 318887
HILLASYSTEM TIL SØLU
fyri 6000 kr. Nýprísur 14.000 kr.
Mát: l. 3,18 hædd 1,80, dýpd 0,35.
Tilfar: Massiv fura.
Tlf. 312578
SOVISOFA
Furu sovisofa, 140x200, til sølu fyri
1.500 kr.
Tlf. 313454
Pløgg
TVEY KAVASETT
buksur/jakki við hettu, reyð, std.
140 og 160, til sølu fyri 350 kr.
settið. Eru ongantíð brúkt.
Tlf. 310251
Súkklur
KNALLERT YNSKIST
Yamaha knallert í góðum standi
ynskist til keyps.
Tlf. 333050
ella 211072
SUZUKI GSX 1100
til sølu.
Tlf. 211235
Teldur
FARTELDA BÍLIGA TIL SØLU
Toshiba 220CS, Pentium 133 MHz,
32 MB Ram, 1,4 GB Harddisk. Win
95 + Office 97, prísur: 3.900 kr.
Tlf. 320317 eftir kl. 17
MSI Geoforce 256
AGP, gott 3D kort til sølu. 5 mðr.
gamalt til sølu fyri 1.500 kr.
Tlf. 422579
PLAYSTATION
við tveimum vanligum joystikum,
eitt memery card og 15 spølum til
sølu fyri prísuppskot kr. 3.000,00.
Tlf. 318120 aftaná kl. 18
EITT TELDUSPÆL
sum eitur The X-Files, til sølu fyri
bert 200 kr.
Jákup - 316606
NINTENDO 64
við trimum joystickum og einum
Super Mario spæli til sølu fyri 700
kr. Lítið brúkt.
Tlf. 311873
Tónleikur
JVC-HÁTALARAR
Tveir JVC hátalarar við fóti 120
watt, 8 OHM til sølu fyri 1.000 kr.
Tlf. 312578
TIL SØLU
Sony anlegg + Jamo hátalarar. CD-
spælari, forsterkari og tveir Jamo
hátalarar, 140-200 W, 1 m. høgir, til
sølu fyri bert. 4.800 kr.
Tlf. 215000
TVØRFLOYTA
Góð Yamaha tvørfloyta til sølu fyri
2.500 kr. Nýprísur uml. 8.000 kr.
Tlf. 332041
Ymiskt
SKOYTUR
Eigur nakar einar leðurskoytur, std.
33-35 í góðum stnadi til sølu ella
láns? Vinarliga sig frá sum skjótast.
Tlf. 312176 (Gunna)
NOKIA 3210
fartelefon til sølu fyri 1.500 kr.
Nýprísur 1.500 kr. Fartelefonin er 3
mðr. gomul.
Tlf. 448423
ella 250831
AVÍSIR
Gamlar avísir frá 1920'unum og
40-50'unum.
Tlf. 321915
og 220660
Lýsingin ynskist:
ferðir
(set X) undir teiginum:
❑ Akfør
❑Amboð
❑Arbeiði
❑ Barnaansing
❑Barnaútgerð ❑ Bátaútgerð
❑ Bingo
❑Brævaskifti
❑Burturm./funnið
❑ Býli
❑Bøkur
❑Dansur
❑Dýr
❑Fundir
❑Húsarhaldstól
❑Innbúgv
❑Lutaseðlar
❑Leikur
❑Matur
❑Pløgg
❑Samband
❑Súklur
❑Teldur
❑Tónleikur
❑Út-& sjónvarp ❑Ymiskt
❑
Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi innan kl.
1200, t.v.s. at lýsing til leygardagsblaðið skal vera
okkum í hendi hósdag á middegi. Lýsingarnar
koma ikki í blaðið fyrrenn tær eru goldnar.
Sent hevur:
Navn:………………………………………..
Bústaður:……………………………………
Bygd/býur:………………………………….
Tlf.: ………....
Lýsingartekstur
1
2
3
4
5
»Lýsingartorgið«
Box 76
110 Tórshavn
Til
frímerki
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góða Durita
Hjartaliga
tillukku við 13
ára degnum
nýggjársdag.
Ynskja pabba,
Silja, Gilli og
Jens-Rói
Góði
Karstin
Hjartaliga
tillukku við
føðingar-
degnum tann
29.12.00.
Heilsan
vit undir
Heygnum 21
VIÐMERKINGAR
Schandorff Vang
politistur
Tíðindi í Útvarpið Føroya
tann 27. desembur vístu til
eina limakanning – mein-
ingsmáling – innan starvs-
fólkið í politinum í Før-
oyum – bert politistar, limir
í Føroya Politistafelag, og
ikki limir í øðrum feløgum,
sum hava danskt løntar lim-
ir – fylgt upp við stuttum
viðmerkingum frá Politista-
felags formanninum og
Høgna Hoydal landsstýris-
manni, tó uttan at fara djúp-
ari inn í málið.
Hvat er talan veruliga
um?
Hví er henda meinings-
máling gjørd?
Upprunin til kanningina
er Høgni Hoydal og hans-
ara evindaliga trongd til at
yvurtaka. Hann er komin
við útsagnum fyri politisti
um, at politiið skal yvirtak-
ast sum skjótast og helst í
hesi tingsetuni, tí er politiið
fyrst yvurtikið »so hava vit
maktina, tá vit aftur skulu
samráðast við danir um
aðrar yvurtøkur«. Henda
óhugnaliga
framlegging
hevur so fingið limir í Før-
oya Politistafelag at órógv-
ast og vilja hava fram, hvør
støðan er millum limirnar í
hesum máli.
Tað er eingin loyna, at
politistar eisini hava polit-
iska hugsan tvørtur um all-
ar flokkar, men í hesi mein-
ingsmáling vóru spurning-
arnir einfaldir og ikki, sum
Høgni Hoydal vildi vera
við – villleiðandi – á nakr-
an hátt. Vit eru jú so von at
hoyra Høgna Hoydal koma
við slíkum útsagnum, tá
meiningsmálingar ikki eru
til hansara fyrimun.
Spurningarnir vóru trígg-
ir – samansettir við um-
hugsni, júst so teir ikki
skuldu verða villleiðandi:
1.Eg eri fyri, at politiið
verður yvurtikið sum før-
oyskt málsøki.
2.Eg eri ímóti, at politiið
verður yvurtikið sum før-
oyskt málsøki.
3.Eg veit ikki / Eg havi ikki
tikið støðu.
Valluttøkan var 96%.
Uttan brotpartar var úrslitið
á leið hetta: 79% ímóti,
19% fyri og 4% vistu
ikki/høvdu ikki tikið støðu.
Henda meiningsmáling
vísir heilt greitt, hvat
nevndin í Føroya Politista-
felag eigur at hava í hug-
anum – tí limirnir hava tal-
að. Tað eigur ikki at blíva
til, at minnilutin ræður (um
tað skuldi verði minnilutin,
sum nú fer at rópa harðast).
Tó so – verður serlig
nevnd sett at arbeiða við
hesum máli, so eigur politi-
ið at vera væl umboðað í
slíkari nevnd, og sjálvandi
skal nevndin hava í huga
meiningsmálingina, tá velj-
ast skal, hvørjir politistar
skulu í hesa nevnd.
Hví tað?
Tí – Høgni Hoydal hevði
eina meting í útsøgn síni í
Útvarpinum, at hann metti
kostnaðin verða einar 45
milliónir. Í Sosialinum 29.
desembur roknar hann við
63 millónum.
Hvar hevur hann hesi tøl
frá og hví tvey ymisk tøl?
Eisini segði hann, at tor-
ført hevði verið at fáa til
skjals nakrar upplýsingar
frá donsku stjórnini, tí
hevði hann sjálvur verið
noyddur at kanna hetta.
Hvørjar kanningar hevur
Høgni Hoydal gjørt?
Hvørjar eru keldurnar og
hvussi álítandi og eftirfar-
andi eru tær?
Fundir hava eisini verið í
Tinganesi millum Høgna
Hoydal og Føroya Politista-
felag, har hann sigur anda
Politistafelagsins
vera
positivan.
Positivan fyri hvat,og er
talan her um ein positivan
meiriluta í nevndini – ella
hvat meinar Høgni við?
Her vil eg skoyta uppí, at
ikki allir limir í nevndini
eru líka eldhugaðir í ein-
støkum
málum.
Egin
áhugamál kunnu kanska
skumpa útsagnir greiðari
fram, enn hvat samd nevnd-
in stendur fyri, og eigur
hetta at vera tikið til eftir-
tektar og ikki sum grund
fyri, hvat eitt heilt politista-
lið meinar.
Høgni Hoydal er eisini
beinleiðis spurdur og skal
hann hava svarað, at hann
ongar útrokningar hevur,
tølini eru bert leystliga
mett, men hevur yvurtøkan
skund.
Er hetta gott nokk at gera
yvurtøkur við?
Hvar er ábyrgdin tá fyri
hesum máli og Føroya
fólki?
Eisini bar Høgni fram í
útsøgn síni, at talan kom at
blíva um fleiri leiðara-
størv!!!
Hvar eru kanningarnar
hesum viðvíkjandi og á
hvørjum grundalag eru
hesar útsagnir?
Er ikki nokk av leiðarum
– ella kanska ov nógvir
leiðarir longu í dag?
Ella hevur Høgni Hoydal
longu nú aðrar ætlanir eftir
eina yvirtøku?
Kann tað hugsast, at hann
er so »framsíggin«, at hann
longu hevur ætlan í skuff-
uni um samanlegging av
politi, Vaktar- og Bjarging-
artænastu, Varðhaldi og
møguliga bjargingarliðun-
um? Tað vil í øllum førum
verða leiðaraniðurskurður,
sum vanligt er við saman-
leggingum.
Eg spyrji bara – tí nógvar
eru tungurnar, ið tala.
Hvat verður meirkostn-
aðurin at hava politiið før-
oyskt?
Vit vita øll, at í dag verð-
ur politiið í Føroyum rikið
av dønum uttan um blokk-
stuðulin. Hetta er tískil
eingin útreiðsla fyri lands-
kassan, men heldur ein rein
millióna inntøka í skatti á
hvørjum ári.
Hvat sigur Føroya fólk til
at fara frá einum reinum
yvirskoti til eina meirút-
reiðslu fyri landskassan?
Tí eitt vita vit – politiið
er ikki uttan kostnað í løn-
um, útbúgvingum, víðari
menning og rakstri ann-
ars,og tá yvurtøkan hjá
Høgna Hoydal er framd,
verða tað skattakrónurnar
hjá okkum øllum, sum
skulu bera kostnaðin –
strekkir tað ikki til sum er,
so fer skatturin uttan iva
upp.
Hevur Føroya fólk áhuga
fyri hægri skattaprosenti?
Hvar eru hinir politisku
flokkarnir í hesum máli?
Eingin hevur hoyrt eitt
orð til nakran annan polit-
ikara enn Høgna Hoydal í
hesum máli, fyrr enn Út-
varpið og Sosialurin tóka
tað upp.
Jenis av Rana kemur
stingandi upp og sigur tað
m.a. »...vera týdningarmik-
ið, at føroyingar reisa seg á
føtur á so nógvum økjum,
sum yvirhøvur gjørligt«.
Hvat er hetta fyri møsn.
Kunnu vit ikki standa á
egnum fótum sum donsk
løgregla í Føroyum?
Hinvegin sigur Sam-
bandsflokkuring
at
»...felags løgregla er ein av
grundleggjandi málunum í
einum ríkisfelagsskapi« –
og hara gevi eg flokkinum
púra rætt.
Hví skulu vit fara úr
donsku løgregluni og missa
allar teir møguleikar, sum
vit hava í dag? Talan er als
ikki bert um sáttmálar, men
so avgjørt um aðrar møgu-
leikar, sum føroysk politi-
fólk fara at missa – og tað
fer at merkjast á tann hátt,
at vit uttan iva verða sigld
aftur úr, sum ikki einaferð.
Kann tað vera rætt, at
Høgni Hoydal sleppur at
hóreiggja sær sum hann vil
í einum so týdningarmikl-
um máli sum hesum?
Eru hinir politikararnir
ov dovnir til at síggja, hvat
ið fer fram, og hvat er
rættast at gera í hesum
máli???
Eg spyrji bara – og kundi
eg gott hugsa mær fleiri al-
mennar meiningar um hetta
týdningamiklað mál – bæði
frá politikarum og fólki
kring landið.
Hvat siga øll hini danskt
løntu, sum heilt avgjørt fara
at fylgja við í hesi skila-
leysu yvirtøku? Hvat er
tykkara meining um hetta
mál?
Politiið – føroyskt ella danskt???