Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 164 - 28. august 2006 Fingu næstan fyri bótina Ikki óvæntað, so var eitt av heitastu samrøðuevnunum í Gundadali ikki dysturin hjá HB móti Skála, men heldur endurføðingin hjá HB í steypakappingini. Her var partur av revsingini, at HB fær eina bót á 15.000 kr., men tað verður nokk ikki tann heilt stóri trupulleikin at rinda hesa. HB-stuðlar høvdu á degnum skipað fyri innsavnan, og til endamálið varð ein stórur kassi settur upp í HB-húsinum. Til samans høvdu viðhaldsfólk og sympatisørar lagt 11.418 krónur í kassan, og so er ikki langt eftir á mál til tær 15.000. Og so kundi stadion-speakarin heldur ikki bara sær, men mátti koma við tí, sum helst var dagsins viðmerking, tá Páll M. Joensen varð sendir á vøllin í seinna hálvleiki: »Og inn kemur Føroya kendasti fótbóltsspælari í 150 dagar…« -mørk (Mynd: www.hb.fo) Sitipláss í Fuglafirði Krøv frá UEFA hava nú við sær, at fuglfirðingar fara at gera sitipláss við vøllin í Fløtugerði Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fuglafirðingar arbeiða nú við at gera sitipláss við vøllin í Fløtugerði. UEFA setir krøv til øll síni limalond, og næsta ár er eitt krav til feløg í fremstu føroysku fót­ bóltsdeildini, at tey skulu hava sitipláss við vøllin. Leikskráin hjá ÍF skriv­ar, at Fuglafjarðar býrað hevur havt ætlanir um at byggja eitt skýlið við 600 sitiplássum, men hendan ætlanin er slept. Ein orsøk var kostn­aðurin, og ein onnur orsøk var, at skýl­ið fór helst at gera meira skaða enn gang, tá ið hugsað verður um náttúruumhvørvið kring vøllin. Ætlanin er nú, at siti­pláss skulu gerast í bønum omanfyri vøllin. Tak verður ikki lagt út yvir sitiplássini, sum skulu verða 320 í tali. Ein onnur ætlan er nú um, at nýggjur vøllur skal gerast á Kambsdali. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt nýtt stadion, sum fer at kosta minst 15 milliónir krónur. Sam­bært leikskránni hjá ÍF ætlar Fuglafjarðar býráð at senda pengar av til hesa bygging næstu árini. Eingin tíðarætlan er løgd fyri hesa bygging, og ÍF rokna tey við, at talan er um eina lang­ tíðarætlan. B36 heldur fast um góðu gongdina seinastu dystirnar, og við einum sigri á VB/Sumba, eru teir í løtuni besta boðið sum avbjóðari til EB/Streym í oddastríðnum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað vóru tvey lið við úr­slita­ ligum undanvindi teir seinastu dystirnar, ið skuldu dyst­ast á Eiðinum á Vági sunnudagin. Talan varð tó ongantíð um ta heilt stóru fótbólts­ upp­livingina, tí tað var ein tamur dystur har leikferðin ikki kundi sigast at vera høg, ið áskoðararnir vóru vitni til í gjár. Men í síðsta enda endaði B36 omaná og kann tað ikki sigast at vera óvæntað og ei heldur óuppiborið. Javnur fyrri hálvleikur Fyrri hálvleikur var rætti­ liga javnt leiktur. Mál­møgu­ leikarnir vóru ikki teir stóru fyrstu trý korterini, har VB/ Sumba megnaði at standa meistarunum kurl. Vertirnir dugdu væl at taka ferðina úr dystinum, og var hetta við at taka broddin av B36-álopinum, sum ikki megnaði at fáa bóltin í netið í fyrra umfari. Teir høvdu tó ein ovurhondsstóran møguleika, men Fróði Benjaminsen megn­aði ikki at skjóta bóltin í netið, tá hann slapp at taka sær av brotssparkinum, ið B36 fekk. Mikkjal Thomassen brendi brotsspark móti EB/Streymi, og tí tók Fróði Benjaminsen av brotssparkinum, B36 fekk í móti NSÍ. Tá skoraði hann trygt, men hesaferð tók stinni Marcin Dawid skotið, og tí verður spennandi at vita hvør næsti brotssparksskjúttin hjá B36 verður. Hvørt tað verður Mikkjal Thomassen, ið aftur fer at skjóta, tá B36 aftur fær brots­ spark vita vit ikki, men hann heldur, at lága leikferðin var til fyrimuns fyri VB/ Sumba. – Tempoið var lágt, nógvir steðgir eru í dystinum, og tað er sjálvandi VB/Sumba, ið hevur interessu í tí, og vit koma ongantíð upp í ta ferðina, vit høvdu sum í móti EB/Streymi og NSÍ, sigur Mikkjal Thomassen, sum skeyt eitt av málunum hjá B36 sunnudagin. Annar av venjarunum hjá VB/Sumba er Bjarni Jo­hansen, og hann er nøgdur við avrikið hjá hansara monn­ um í fyrra hálvleiki. – Fyrri hálvleikur er í lagi hjá okkum, har vit halda allar okkara avtalur, men í seinna hálvleiki eru vit ikki nóg ansnir og vit gera ov nógv mistøk, heldur Bjarni Johansen. Nøgdir havnamenn Júst meiri ella minni hálv mistøk vóru orsøkin til tey bæði B36-málini, ið komu tíðliga í seinna hálvleiki. Fyrra málið kemur eftir, at verjan ikki er nóg avgjørd og missur bóltin út til innkast, og síðani kann Mikkjal Thomas­sen skora eftir at innkastið er tikið. Hetta hendi, tá tíggju min­ uttir vóru spældir av seinna hálvleiki, og tríggjar minuttir seinni er aftur galið hjá VB/ Sumba. Verjan ruddaði ikki nóg væl burtur, og so kundi Sylla skjóta sítt áttanda lands­kappingarmál. Fleiri mál enn hesi bæði, ið fullu innan fyri tríggjar minuttir, komu ikki í dyst­ inum. Onkrir smærri møgu­ leikar vóru til liðini bæði, men verjurnar báðar hildu tætt, og harvið vann B36 við tveimum málum móti ongum, og tað eru gestirnir í Vági nøgdir við. – Vit eru stak væl nøgdir við at fáa trý stig. Hetta VB- liðið er eitt heilt annað lið enn tað, ið spældi fyrr í ár. Teir eru munandi sterkari nú, so vit eru væl nøgdir við at vinna í dag, greiddi Mikkjal Thomassen frá eftir dystin. Fyrsta tapið Hjá nýggja venjaraparinum í VB/Sumba, Bjarni Johansen og Finn Johannesen, er hetta fyrsta tapið teir eru úti fyri, síðani teir tóku við eftir Ole Andersen. Men Bjarni Johansen óttast ikki fyri, at lið hansara nú fer niður við nakkanum. – Nei, tað meti ikki. B36 var betra liðið, ongin ivi um tað, men har vóru vóru nøkur positiv ting hjá okkum í dystinum, og tað fara vit at taka við okkum til næsta dyst, sigur Bjarni Johansen, venjari hjá VB/Sumba. Eisini hjá B36 eru fleiri positiv ting at taka við til næsta dyst. – Jú, tað koyrir væl fyri tíðina hjá okkum. Seinastu dystirnar hava vit verið full­ mannaðir, og tað er nakað, ið vit ikki hava prøva stór­ an part av árinum, sigur Mikkjal Thomassen hjá B36, sum er besta boðið til ein avbjóðara til EB/Streym í oddastríðnum í løtuni. VB/Sumba – B36 0-2 (0-0) Meistararnir halda fast B36 skoraði tvær ferðir tíðliga í seinna hálvleiki, og so høvdu teir tryggjað sær triðja sigurin á rað Mynd: Bjartur V. Joensen B36 VB/Sumba