mánadagur 28. august 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 164 - 28. august 2006 ]
FCK kom niður á
jørðina aftur
Sunnudagin spældi FCK fyrsta dystin í superliguni, síðani
teir framdu bragdið ímóti Ajax. Og FCK kom rættiliga niður
á jørðina aftur, tí felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen
vann dystin í Parkini 2-0. AaB skoraði bæði málini tíðliga í
dystinum, og teir úr Aalborg kláraðu at halda tætt, tá ið FCK
royndi at trýsta í seinna hálvleiki. AaB liggur framvegis ovast
í superliguni. Liðið hevur nú 18 stig eftir 7 dystir og er fýra
stig frammanfyri næsta liðið á stigatalvuni.
Nýggi spælarin borin av vølli
Enska felagið Newcastle hevur júst keypt álopsspælaran
Obafemi Martins fyri 110 milliónir krónur. Í gjár spældi
hann fyrsta dystin fyri nýggja felag sítt, og tað gekk ikki
heilt eftir vild. Newcastle tapti dystin, og ein tíma inn í
dystin mátti Martins berast av vøllinum. Tað var eftir ein
nærdyst um høgan bólt, at Martins lendi skeivt, og hann
noyddist av vøllinum orsaka av stoytinum, sum hann fekk.
Martins varð sendur til kanningar á sjúkrahúsi í Birmingham
í gjárkvøldið, og tá var óvist, hvussu álvarsamur skaðin hjá
honum var.
Við teprum og hepn
um sigri styrkti B71
um oddastøðuna, og
hjá argjamonnum var
tað ivaleyst avgerandi
fyri uppflytingina,
at teir vunnu lykla
uppgerðina á heima
vølli móti LÍF
1. DEILD
Eyðun Klakstein
Ongantíð áður hevur tað ver
ið fótbóltur í bestu deildini
á Argjum. Nú tað resta seks
umfør av næstbestu deildini,
bendir alt á, at 2007 verður
fyrsta árið, tá ið tað fer at
vera Formula fótbóltur á
hægsta støði á vestara áar
bakka, sum teir plaga at taka
til í høvuðsstaðnum.
AB vann lyklauppgerðina
á heimavølli móti LÍF 2-1.
Tað ber við sær, at munurin
millum AB og LÍF, sum hava
kappast um næstfremsta
plássið, nú er sjey stig. Um
LÍF ella TB, sum nú er komið
ájavnt við leirvíkingar á triðja
plássið, skulu taka AB aftur,
so skulu hesi feløgini vinna
tveir sigrar og ein javnleik
fleiri enn AB í seks teimum
seinastu umførunum. Tað
tykist lítið sannlíkt.
Í botninum var tað enn
eina ferð neyðugt hjá øðrum
liðnum og dómarabólkinum at
fara til hús aftur uttan at hava
fingið sveittan á pannuna.
Dómarin, Rúni Gaardbo,
var farin av Toftum og vestur
til Sandavágs. Heimaliðið
hevði fríggjadagin umvegis
telefonina fingið at vita úr
Vági, at teir ikki vóru vísir í,
at VB/Sumba fór at megna at
manna lið. Eingi avboð vóru
tó komin, og tí møttu dómari,
linjnuverjar og heimalið upp
á Valloyruni.
TB-KÍ
Klaksvíkingar vóru bara
tólv í ferðalagnum. Mathi
as Samuelsen, sum er eyka
málverji í Formuladeildini,
var útispælari. KÍ venjarin,
Alexander Djordjevic, var
einasti eykamaður. Hann var
noyddur at skifta seg sjálvan
inn, og seinna partin av 2.
hálvleiki vóru klaksvíkingar
undirmannaðir, tí teir høvdu
ongan at seta inn fyri skaddan
spælara.
TB vann 6-0. Heimaliðið
á Sevmýri hevði bóltin meiri
enn gestirnir, men inntil tað
restaðu tjúgu minuttir var
leiðslan bara málið, sum
Tórður Mortensen heilfluktaði
í 2. minutti. Bólturin rakti í
klaksvíking og sigldi í boga
upp um KÍ málverjan Hera
Thorsteinsson.
Tá ið støðan framvegis
var 1-0, hevði KÍ gyltan
møguleika. Teir vóru tveir
við TB málverjanum, men
tað eydnaðist ikki Juliani
Samuelsen at fáa mál.
Síðstu tjúgu minuttirnar
raplaði korthúsið hjá KÍ.
TB skoraði fimm mál aft
urat, og fleiri teirra vóru
sum kanónkúlur úr stórari
fjarstøðu.
HB-B71
Sandoyingar hava fulla ferð
móti Formuladeildini. Teir
eru níggju stig frammanfyri
triðja plássið. Tí er tað rættu
liga sannlíkt, at B71 fer at
hava tryggjað sær pláss í bestu
deildini, áðrenn september
mánaði verður liðugur, og
tvey tey síðstu umførini skulu
spælast í oktober.
Leygardagin
vóru
sandoyingar tó hepnir, tá ið
teir fóru úr Gundadali við
øllum stigunum. Beinanveg
in legði Jónsvein Thomsen
við lobbara upp um Trónd
Vatnhamar, eftir kiksaða
rangstøðufellu, B71 framum.
Men tey, sum kanska hildu,
at nú var tónin sligin ann til
stórsigur, fingu ikki rætt.
HB var rættuliga væl við,
og HB hevði fleiri stórar
møguleikar enn B71. Men
Uni Arge, Krzystof Pop
czynski og Rói Mohr Dani
elsen høvdu ikki hepnið við
sær, tá ið teir vóru í góðum
støðum. Í 65. minutti stútaði
Hans á Lag eftir horna úr
høgru til 1-1, og so var tað
rættuliga spennandi, tí báðir
partar spentu álopsbogan.
Sigursmálið skoraði B71
miðvallarin Wellington
Soares fimm minuttir undan
leikloki. Álop endaði við, at
bólturin varð spældur út frá,
og úr 20 metrum smekkaði
Wellington bóltin umvegis
stólpan og í málið.
AB-LÍF
Talan var um lyklauppgerð.
Um tað ikki eydnaðist leir
víkingum at fáa fulla úrtøku,
so var ætlanin og vónin um
at flyta upp í bestu deildina
fokin. Ikki so fáir LÍF
áskoðarar vóru á Argjum,
og teir sóu teirra lið hava
bóltin nógv, men ikki hava
tyngdina, sum skuldi til fyri
at fáa neyðugu málini og
harvið stigini.
Talan var um intensa og
tætta uppgerð. AB vann 2-
1, og øll málini vórðu skor
að síðsta korterið undan
steðginum.
Á AB liðnum eru fleiri
ungir spælarar, men har
eru eisini veteranar, og tað
vóru ikki minst hesir síðst
nevndu, sum gjørdu um seg,
nú tað rættuliga galt.
AB liðformaðurin, Allan
Mørkøre, skoraði við stutt
um millumbili bæði AB
málini. Tað fyrra var eftir
uppspæl frá Rógva Poulsen
og Jákup Martin Joensen.
Allan smekkaði til úr høgru,
og bólturin sat í handara síðu
netinum.
Lítla løtu seinni var Allan
aftur upp á spæl, og tað var
vorðið sum mál. Átjan metrar
úr málinum og tveir metrar frá
mállinjuni í høgru smekkaði
veteranurin til. Bólturin fór
út um málverjan og upp í
handara málhornið!
LÍF minkaði um munin
dygst undan steðginum.
Bárður á Lakjuni var leysur í
vinstru, og tað eydnaðist hon
um úr spískum at fáa bóltin
framvið Magnusi Poulsen.
Eftir steðgin var tað
framvegis spennandi. LÍF
trýsti, men tað var ikki
nóg nógvur broddur í,
og Magnus Poulsen var
stinnur í málinum. Einki
mál kom tó afturat, og tá
ið dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð, var lagið
á heimafólkinum so mikið
gott, at tað var ikki frítt av
uppflytingar dámi yvir tí!
SÍ-Royn
Hvalbingar vóru í Sørvági,
og teir fóru suður aftur við 2-
0 tapi. SÍ sigurin bar við sær,
at nú eru sørvingar komnir
undan øllum hóttanum av
niðurflyting.
Hvalbingar spruttaðu eitt
sindur fyrstu løtuna, men tað
var ongantíð ivi um, at tað var
heimaliðið, sum var omaná.
Sørvingar trýstu frammarlaga,
og tað eydnaðist teimum at
skjóta tvey mál.
Jens Erik Rasmussen átti
stóran lut í báðum málunum.
Eftir lítið korter spældi hann
Inga Ole-Jacobsen leysan í
høgru. Ingi sneiddi framvið
tveimum, áðrenn hann sendi
í kassan.
Tíggju minuttir eftir steðg
in økti Jens Erik Rasmussen
til 2-0 eftir eitt sindur av aftur
og fram í brotsteiginum, og
so komu tað ikki fleiri mál.
Nú verður
tað sunnu
dags fótbólt
ur á Argjum
AB vann toppdystin ímóti LÍF, og nú eru argjamenn so nær bestu deildini, sum teir kunnu verða
Mynd: Álvur Haraldsen