Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 164 - 28. august 2006 Leygardagin var hátíðarhald á Føroya Tele, har prógvini vóru handað í eini víðari útbúgving, sum Føroya Handilsskúli bjóðar út í samstarvi við Robert Gordon University í Aberdeen. Tað er BP Amoco, sum hevur fíggjað verk­ ætlanunum, bæði lesnaðinum og verkætlanarleiðsluni. Fyrst fingu 10 fólk prógv fyri at hava lokið útbúgv­ ingina “ Master of Science in Management” (MSc in Management) Síðani fingu fýra starvsfólk á Føroya Handilsskúla PGCertHelt prógv og tað er er ein pedagogisk útbúgving, ið gevur førleika at undirvísa á hægri lærustovnum eftir krøvunum við Robert Gordon University. Hesar útbúgvingarnar eru eitt úrslit av, at Føroya Handilsskúli og BP-Amoco hava gjørt avtalu um eina hægri útbúgving innan leiðslu og fyrisiting á Robert Gordon universitetinum í Aberdeen. Handilsskúlin skal taka sær av at umsita tey lesandi í Føroyum, sigur skúlin á heimasíðu síni. Útbúgvingin er skipað sum fjarlestur, og er sett soleiðis saman, at tað fyri so vítt kann gera tað sama, hvar í Føroyum tann lesandi er staddur, tá ið farið verður undir lesnaðin. Tað vil siga, at fólk, sum liva og arbeiða uttanfyri miðstaðarøkið, hava somu møgu­leikar sum øll onnur at ogna sær prógv.  Tað serliga við útbúgv­ ing­ini er, at tey lesandi ongantíð skulu úr Føroyum. Tey lesandi hava samband við universitetið í Aberdeen á Internetinum. Dagligir samkiftismøguleikar verða við bæði professorar, aðrar undirvísar og skrivstovu, umframt lesandi úr øðrum londum. Eisini fáa føroyingarnir møguleika at skapa sítt egna Internet- forum, har teir kunnu hittast og tosa um lestnaðin ella gera uppgávur saman. Skipað verður eisini fyri beinleiðis undirvísing og fyrilestrum á Internetinum. Meiningin er, at fólk, sum frammanundan eru á arbeiðsmarknaðinum, skulu kunna taka hesa útbúgvingina, sum krevur, at viðkomandi arbeiðir einar 10 til 15 tímar vikuna við lesnaðinum, sigur Handils­ skúlin á heimasíðuni. - Enn er ikki greitt, nær ein nýgur flokkur byrjar. 14 fingu prógv Her eru tey 10 ið tóku prógv sum Master of Sience in Management (MSc). Fremst frá vinstru eru tað Jákup Egil Jensen, Marjun Hanusardóttir, Jantet Johannesen, Kristianna W. Poulsen. Miðjuni frá vinstru standa Jákup Pauli Joensen, Sigurd Lamhauge, Petur Petersen. Aftast frá vinstru eru tað Terji Djurhuus, Michael Thomsen, Mikael Gren.S Hetta eru tey fýra, sum tóku PGCertHelt prógv. Fremra rað frá vinstru eru tað Gloria Kalsø og Kalpana Vinjayvarathan. Aftara rað frá vinstru eru tað Finn Jensen og Olav Absalonsen