Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 28. august 2006 5 tíðindi Landssjúkrahúsið sendir deyðasjúk fólk til hús Tað er rættiliga álvarsamt av einum løgtingsmanni at seta so grovar ákærur fram ímóti landssjúkrahúsinum, Sum Bill Justinussen ger, vissi hann ikki kann prógva tær. Men kann hann prógva tær, er tað álvarsamt fyri Landssjúkrahúsið, heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum Landssjúkrahúsið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Kann Bill Justinussen ikki føra ítøki­lig og óreingi­­­ lig prógv fram fyri sínum ákærum ímóti Lands­sjúkra­ húsinum, er tað rættiliga álvarsamt fyri hann sum løgtingsmann. Hans Pauli Strøm, lands­­­­stýris­­maður í heilsu­ málum, er rættiliga illa við av teimum skakandi skuldsetingunum, sum Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri miðflokkin, setir fram ímóti Landssjúkrahúsinum aðrastaðni í blaðnum í dag og sum hann nú ætlar at spyrja Hans Paula Strøm um í Løgtinginum. - Landssjúkrahúsið er ein ógvuliga týðandi stovnur í okkara samfelag og tað er ein stovnur, sum fólk mugu og skulu hava fult álit á. Men við sínum skuld­­seting­ um máar løgting­s­­­maðurin hetta grundleggjandi álitið undan Lands­sjúkrahúsinum og tað kann hann rætt og slætt ikki loyva sær, uttan at hava heilt ítøkilig prógv fyri sínum ákærum. - Tí mugu vit fáa prógvini á borðið frá løgtings­manni­ num, tað er ongin vegur uttanum, endurtekur lands­ stýrismaðurin Bill justinussen má hava ótrúliga góð prógv fyri sínum skuld­setingum, leggur hann afturat. Hans Pauli Strøm sigur, at fáa vit ikki ítøkilig prógv á borðið, ber slett ikki til at svara einum líkum spurningi og tí eru prógvini neyðug. - Hetta er eisini so mikið álvarsligt, at tað ber ikki til at seta slíkar skuldsetingar fram uttan at hava prógvini. Hans Pauli Strøm sigur, at leggur Bill Justinussen hin­vegin ikki prógvini á borðið, er hetta ein beinleiðis skaðiligur spurningur hann setir fram. - Men kemur hann við prógvunum, skal hann nokk fáa svar, leggur lands­stýris­ maðurin afturat. Hans Pauli Strøm sigur, at Bill Justinussen førir fram, at spurningarnir, hann setir mær, byggja á heilt ítøkilig dømi. Kann hann ikki prógva sínar skuldsetingar, er tað rættiliga álvarsamt fyri løg­ tings­mannin, tí hann oyði­ leggur trú­virðið hjá einum stovni, sum fólk mugu kunna hava álit á, og tað er álvar­ samt fyri ein politikara. Men kann hann hinvegin prógva sínar skuldsetingar, er tað rættiliga álvarsamt fyri landssjúkrahúsið, leggur Hans Pauli Strøm afturat. Sjálvur hevur landsstýris­ maðurin ómetaliga torført við at trúgva skuldsetingunum frá Bill Justinussen. -Hetta er so grovt, at hevur Bill Justinussen ítøkilig dømi um tær ákærur, hann reisir, átti hann, serliga tá ið hugsað verður um, at hann eisini hevur verið landsstýrismaður í heilsumálum, at reist málið innanhýsis í almanna- og heilsu­­mála­ráðnum í Lands­ sjúkrahúsinum, áðrenn hann almanna­kunngjørdi tær. - Tað hevði sømt seg betri fyri ein ábyrgdarfullan politikara, sigur Hans Pauli Strøm. Má prógva grovar ákærur ímóti Landssjúkrahúsinum Løgtingsmaðurin Bill Justinussen, setir álvarsligar skuldsetingar fram ímóti Landssjúkrahúsinum og nú vil hann hava landsstýrismannin at svara skakandi spurningum um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum Fyrispurningur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað eru dømi um, at sjúklingar, sum kommunu­ lækni sendir á Lands­sjúkra­ húsið í bráðskundi við sjúkra­bili, verða sendir heim aftur uttan viðgerð, tí læknar á Landssjúkrahúsinum siga teir vera frískar. Hetta er ein av fleiri álvarsligum skuldsetingum, sum Bill Justinussen, løg­ tings­maður, setir fram ímóti læknu­num á Lands­ sjúkrahúsinum. Og tá ið Løgtingið kemur saman aftur í næsta mánaði, vil hann hava lands­stýris­ mannin í heilsumálum at svara nøkrum skakandi spurningum um tænastu­ støðið á okkara høvuðs­ sjúkrahúsi. Í hesum samabandi vil Bill Justinussen hava at vita, hvat Hans Pauli Strøm, landsstýrismaðurin veit um umstøðurnar á sjúkrahúsinum. Hann vil hava at vita um lands­stýris­maðurin veit, at sjúklingaviðgerðin á Landssjúkrahúsinum er merkt av líkasælu, tilvild og vantandi læknaligum dugnasemi? Hann vil somuleiðis hava at vita um landsstýrismaðurin veit um, at nógvir sjúklingar ikki hava álit á, at Lands­ sjúkrahúsið er ført fyri at veita neyðugu viðgerðina, og tí heldur vilja fáa viðgerð aðrastaðni - enntá fyri egna rokning? Hann vil eisini hava at vita um Hans Pauli Strøm veit av, at deyðiliga sjúk, verða vend í hurðini á Lands­sjúkra­ húsinum og send heimaftur, hóast tey eru ávíst hagar av kommunulækna? Og í sama viðfangi vil Bill Justinussen hava greiði á um Hans Pauli Strøm veit av, at sjúklingar við álvarsligum sjúkum, verða sendir heim­ aftur uttan viðgerð av tí at samskifti ímillum læknar og aðrar starvsbólkar á Lands­sjúkrahúsinum er ov vánaligt? Veit Hans Pauli Strøm ikki av hesum, vil løgtings­ maðurin hava at vita um hann ætlar at kanna hesar útsagnir. Men veit hann hinvgin av hesum, spyr Bill Justinussen, hvat hann ætlar at gera við støðuna fyri at endurvinna álitið á Lands­­sjúkrahúsið, sum er okkara týdningarmiklasta vælferðartilboð. - Hvussu kann slíkt og annað mangt henda í einum sokallaðum framkomnum samfelag? Og hvussu skulu hesi illa sjúku fólkini koma til orðanna og greiða frá syndarligu støðuni, tá tey nóg illa megna at liva, spyr hann. Bill Justinussen sigur, at hann hevur sett spurningarnar fram tí at hann veit dømi um alt, sum hann spyr um. Men hann leggur afturat, at tað ber ikki til at seta ítøkilig prógv fram í einum fyrispurningi, sum hesum, ið hann ætlar at seta Hans Paula Strøm í Løgtinginum. - Hvussu kann slíkt og annað mangt henda í einum sokallaðum framkomnum samfelag? Og hvussu skulu hesi illa sjúku fólkini koma til orðanna og greiða frá syndarligu støðuni, tá tey nóg illa megna at liva? Tey allarflestu missa mót og dirvi og sita tigandi og bíða í óvissuni eftir lagnuni, sigur Bill Justinussen. Hann sigur, at tað er alt ov ofta, at tað berast tíðindi ímillum manna um vanlukkuligar avleiðingar av, at Landssjúkrahúsið ikki megnar at veita ta tænastu, sum krevjast kann av stovninum. - Tað kemur ov ofta fyri, at eg frætti frá fólki, sum hava skelkandi upplivilsi av viðferðini tey fáa á Landssjúkrahúsinum og tí er tað neyðugt at taka málið upp. Og hann heldur, at fyri at koma hesum til lívs, er tað neyðugt, at Hans Pauli Strøm greiðir Løgtinginum frá tí, sum hann veit um hesi viðurskifti og hann má eisini greiða Løgtinginum frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir hann hevur á økinum. - Tær søgur, sum ganga um Landssjúkrahúsið eru so skakandi, at politiski myndugleiki kann góðtaka at krevja so nógvan pening inn frá skattaborgarunum til eitt sjúkrahúsverk, har tænastan kanska ikki er so góð kortini, sum vit kunnu vænta. Hann viðgongur, at spurn­ ing­arnir eru hvas­sorðaðir, men hann heldur at tað er neyðugt fyri at varpa ljós á málið. Søgurnar, sum ganga um Landssjúkrahúsið, eru so skakandi, at Bill Justinussen vil hava landsstýrismannin í heilsumálum at svara nøkrum hvassorðaðum spurningum um viðurskiftini á okkara høvuðssjúkrahúsi - Ein løgtingsmaður kann ikki loyva sær at seta so grovar ákærur fram ímóti Landssjúkrahúsinum, uttan at leggja ítøkilig prógv á borðið. Men tað hevði nú sømt seg betri at tikið hetta upp innanhýsis ístaðin fyri at máa tað grundleggjandi álitið undan Landssjúkrahúsinum sum fólk mugu og skulu hava á stovnin, sigur Hans Pauli Strøm