mánadagur 28. august 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 164 - 28. august 2006
tíðindi
Operan
”Í Óðamansgarði”
verður sett á pall í
Norðurlandahúsinum
í oktober
MENTAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í 2000 kom hugskotið at
gera Føroya fyrstu operu.
Tónleikabólkurin Aldubáran
heitti á tónaskaldið Sunleiv
Rasmussen um at skriva
operuna. Sunleif tók beinan
vegin av hesi spennandi verk
ætlan og bað Dánial Hoydal
um at skriva tekst. Nú er
handritið liðugt, og operan
verður sett á pall í samstarvi
millum Aldubáruna, Tjóðpall
Føroya og Norðurlandahúsið.
Sýningarnar eru dagfestar og
atgongumerkjasølan byrjar
týsdagin.
Hugskotið til operuna er
tikið úr stuttsøguni Den Gale
Mands Have hjá Williami
Heinesen. Henda søga er
full av ljóði og vøkrum
myndum, ið eru væl egnað
at gera tónleik til, verður
sagt. Persónar, hugløg,
súmbol og myndir eru tikin
úr stuttsøguni og endurnýtt í
leikritinum og tónleikinum.
Nøvn eru eisini sett á tey,
sum skulu luttaka í arbeiði
num at seta operuna á pall.
Sangararnir eru royndir
operasangarar úr ávikavist
Álandi, Íslandi og Danmark.
Sjónleikararnir eru føroyskir,
og tað sama er leikstjóri
og pallsniðgevi. Íslendski/
føroyski Bernharður Wilkin
son skal stjórna.
Operan snýr seg um tvey
ung í kynsbúningaraldrinum,
Marselius og Stellu Kristinu.
Søgan fer fram í einum
tíðar- og staðleysum heimi,
sum tó kundi verið Havnin.
Tey bæði børnini spæla
uttanfyri og í garðinum hjá
Óðamanninum, ein løgin
einbúgvi, sum býr í einum
villvaksnum garði. Nógvar
søgur ganga um Óðamannin,
og tey ræðast hann illa, men
gjøgnum ræðsluna og møtini
við Óðamansgarðin læra tey
alt meira um seg sjálvi.
Til operuna er gjørt
serligt undirvísingartilfar
til næmingar á miðnáms
skúlunum og í 9-10. flokki
í fólkaskúlanum. Hetta tilfar
er savnað á eini fløgu, sum
Landsmiðstøðin fyri undir
vísingaramboð hevur gjørt.
Skúlarnir fáa møguleika
at fylgja við í venjingum,
at koma til eina serliga
skúlasýning mánadagin 16.
oktober og at fáa onkran av
teimum luttakandi út at halda
fyrilestur ella greiða frá
arbeiðinum við operuni. 27
skúlaflokkar eru tilmeldaðir,
so knapt 700 næmingar eru
partur av hesi verkætlan.
Fyrsta sýning verður
hóskvøldið 12. oktober.
Føroya fyrsta opera á pall
Hóskvøldið
verður ein øðrvísi
sjónleikur spældur
Mentanarhúsinum
í Fuglafirði um
ein tann kendasta
guðfrøðingin í
20.øld, Bonhoeffer,
sum varð tikin av
døgum í týskari
týningarlegu undir
seinna heimsbardaga.
Umframt at
almenningurin
fær høvi at síggja
leikin, er ætlanin
at spæla leikin fyri
prestum og studenta
skúlanæmingum
MENTAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í ár eru 100 ár liðin
síðan ein av teimum størstu
guðfrøðingunum í 20.
øld, Dietrich Bonhoeffer,
varð borin í heim. Í hesum
sambandi verður ein heldur
øðrvísi sjónleikur spældur
í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði kl 19 hóskvøldið.
Talan er um tvímansleikin
”Kertur í glugganum”.
Í leikinum hittast tvær
kvinnur, sum báðar stríðast
við sorg, svik, skuld og
stillstøðu í tíðini eftir seinna
veraldarbardaga.
Í báðum førum vísir tað
seg, at kunnleiki teirra
um Bonhoeffer gerst ein
týdningarmikil liður í leitan
teirra eftir svari uppá á
torgreiddar spurningar. Er
Jesus týdningarmikil í dag?
Hvat er mín persónliga ábyrd
í heiminum? Hvussu kann
deyðin tæna lívinum?
“Kertur í glugganum” er
ein íspunnin søga um hesar
báðar kvinnurnar, sum
vóru nógv ávirkaðar av
Bonhoeffer – onnur var týsk-
jødiska tænastugentan hjá
Bonhoeffer fyri kríggið og
hin einkja eftir ein bretskan
heryvirmann í sertænastuni,
sum búði í fangakliva saman
við Bonhoeffer í einari
týskara týningarlegu. Ein
tokstøð í London er staðið
í leikinum, har tær hittast,
hava teirra stríð og vónloysi
og at enda vinarlag, meðan
tær hugleiða um hvørja
ábyrgdarfulla tænastu tær
kunnu hava í eini verð, har
tað ónda so týðiliga er til
staðar.
Leikararnir
Tað eru tær báðar Kathleen
Ann Thompson og Jennifer
Henke, ið spæla leiklutirnar
í leikinum. Kathleen Ann
Thompson hevur arbeitt í
15 ár við framførslum og
leikstjórn. Eisini hevur hon
staðið fyri dansifrálæru og
rørsluteatri í Eysturevropa.
Harafturat hevur hon lært at
dansa, mima og ”commedia
del’arte” í Evropa og USA.
Jennifer Henke hevur
arbeitt við sjónleiki bæði
sum leiðari og leikari í
kirkjuligum høpi í meiri
enn 25 ár. Fyri einum ári
síðani gavst hon at arbeiða
og tók við eftirløn. Tá hevði
hon arbeitt sum telduforrit
ari í 26 ár á universitets
sjúkrahúsinum í San Fran
cisco, har hon hevur gjørt
eina teldustýrda goymslu
skipan til heilivág. Hetta
seinasta árið hevur hon búð
í Fuglafirði, haðani faðir
hennara var ættaður. Hon
hevur verið nógv saman við
skyldfólki, og hevur eisini
roynt at lært seg føroyskt.
Kirkjan og
sjónleikurin
Tær báðar hava fingið
hjálp frá Una Næs, presti
í Fuglafirði, at seta leikin
upp. Hósmorgunin hittast
prestarnir í Føroyum á fundi,
har teir fáa møguleika at
síggja leikin, og hóskvøldið
fær almenningurin møgu
leika at fara til henda heldur
øðrvísi sjónleikin. Leikurin
verður spældur á enskum,
men stuttur inngangur
verður á føroyskum. Talan
er bert um ta einu sýningina,
men um áhugi er fyri tí,
er kanska møguleiki fyri
fleiri sýningum, verður
sagt. Eisini er ætlanin, at
studentaskúlanæmingar av
Kambsdali og úr Hoydølum
fáa høvi at síggja leikin
saman við religiónslærarum
teirra.
Uni Næs, prestur, sigur í
viðtali við Sosialin, at leikurin
snýr seg um tankarnar hjá
Bonhoeffer, sum sat í týskari
týningarlegu undir krígnum.
M.a. hugsaði hann nógv
um orðini, at ”allir teir, ið
taka til svørðs, skulu falla
fyri svørði” í sambandi við
leiklut hansara í royndunum
at beina fyri Hitler. Uni Næs
heldur, at tilfarið í leikinum
á ein hátt kann samanberast
við tað, sum m.o. Desmond
Tutu skrivaði í Suðurafrika
undir apartheid. Tutu varð
tó ikki tikin av døgum so
nógv onnur undir apartheid,
men tað varð Bonhoeffer.
Hann varð myrdur av týsku
myndugleikunum fáar dagar
fyri krígslok.
Herfyri umrøddu fleiri av
morgunlestrunum í Útvarpi
num, sum føroyskir prestar
plaga at skriva, verk hjá
Bonhoeffer.
Kertur í glugganum í Fuglafirði
Dietrich
Bonhoeffer
1906-1939.
Dietrich Bonhoeffer
var týskur prestur og
guðfrøðingur, ættaður
úr Berlin. Av tí at hann
metti, at ein, ið er kristin,
eigur at kenna ábyrgd
fyri tí, sum hendir kring
um í heiminum, valdi
hann at gerast limur í
mótstøðurørsluni móti
Hitler.
Undir seinna veraldar
bardaga var Bonhoeffer
ein týdningarmikil leiðari
hjá
játtanarkirkjuni,
sum setti seg upp ímóti
Hitler. Hann var teirra
millum, sum vildi hava,
at kirkjan vendi sær í
móti teirri viðferð, Hitler
gav jødunum. Hóast
játtanarkirkjan ikki var
stór, umboðaði hon í
stórum kristnu mótstøðuna
móti nasistastýrinum í
Týskalandi.
Í 1939 fór Bonhoeffer
upp í ein loynifelagsskap
av høgum heryvirmonnum
innan fregnartænastuna,
sum vildu sleppa sær av
við nationalsosilistiska
harðræðið við at drepa
Hitler. Bonhoeffer varð
tikin í apríl 1943 og sat
í fongsli í tvey ár, áðrenn
hann varð avrættaður, 9.
apríl 1945 í Flossenberg
týningarleguni,
bert
tríggjar vikur áðrenn
býurin var fríaður. Eisini
blivu beiggi og svágrar
hansara hongdir fyri teirra
part í ráðagerðini.
Lív og arbeiði hansara
hava
alsamt
hildið
fram við at ávirka
guðfrøðina, kirkjuna og
kristindómin.
Dietrich Bonhoeffer
– doyði ungur, men
verður roknaður sum ein
av størstu guðfrøðingum
í 20. øld. Nú verður
sjónleikur spældur um
hann í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Nógv av
verkum vórðu skirvað í
týningarlegu.
Tú mást ongantíð ivast um, at eg ferðist
takksamur og vónríkur eftir teirri gøtu,
eg verði førdur. Eg havi bert fyri neyðini
at vita, at eg eri í Guds hondum - tá toli
eg alt.
”