Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

14 Nr. 164 - 28. august 2006 ÚTLOND SAMBAND ÁRNI JOENSEN FARTEKST@MAIL.DK tlf 341800 Stutt sagt - Um nakrar vikur vita vit, um Haraldur Hárfagri búði her (Dagfinn Skre, fornfrøðingur). Xxxxxxx Xxxxxxxx um okkurt Leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, sigur nú, at hann hevði ikki latið sínar menn burturflyta tveir ísraelskar hermenn, um hann visti, at Ísrael fór at svara so ógvusliga aftur. Tann 12. juli søkti Hizbollah at einari ísraelskari verju­støð sunnan fyri libanska markið. Tríggir ísraelskir hermenn fullu í bardaganum, og Hizbollah tók tveir aðrar við sær norður um markið. Nú sigur Hassan Nasrallah, at álopið hevði ongantíð verið sett í verk, um hann hevði vitað, at Ísrael fór at svara aftur við kríggi. Hizbollah hevur veitt Ísrael vissu fyri, at teir báðir burturfluttu hermen­ ninir eru á lívi, og sambært Hassan Nasrallah er samband mil­lum part­arnar um at lata menninar leysar. Men Hizbollah krevur at fáa nakrar av sínum monnum úr ísraelskum fongslum afturfyri, sigur hann. Sum skilst eru ST og Italia uppi í samráðingunum um fangabýtið, skrivar AP. Væntaði ikki kríggj Hizbollah væntaði ikki kríggj við Ísrael. Hóast irakski forsætisráðharrin, Nuri al-Maliki, roynir at sannføra umheimin um, at myndugleikarnir fáa betri og betri tamarhald á støðuni, benda tíðindini haðani á tað øvugta. Í gjár doyðu minst 50 irakar í atsóknum ymsastaðni í landinum. Í Bagdad doyðu minst níggju, og 20 onnur vórðu særd, tá ein bumba brast í einum bussi, og ein sjálvmorðsbumba kravdi tvey mannalív, og minst 25 vórðu særd. Í gjárkvøldið boðaði løgreglan frá, at hon hevði funnið líkini av 20 monnum, sum vórðu skotnir í høvdið. Amerikanskir og irak­ skir hermenn hava hert vaktar­haldið í Bagdad í seinastuni fyri at fáa enda á ófriðinum, men vesturlendsk tíðindafólk í býnum siga, at tað hevur ikki gjørt stórvegis mun. Irakska stjórnin er eisini farin undir eitt átak, sum skal savna fólkið, men enn er ov tíðliga at siga, hvørja móttøku tað fær, skrivar NTB. Líkist mest borgarakríggi Tað hevur verið rættiliga ófriðarligt í Pakistan, eftir at trygdardeildir skutu Akhbar Bugti, sum var ein av teimum leiðandi ættarhøvdingunum í landinum. Myndugleikarnir vilja vera við, at Bugti var millum teirra, sum skipaðu fyri einari miseydnaðari morðroynd ímóti Pervez Musharaf, forseta í fjør. Tað er ikki greitt, um hetta var so, men í øllum førum hevur hann fjalt seg síðani. Men fyri nøkrum døgum síðani komu trygdar­ deildirnar fram á hann í fjøllunum og skutu hann. Tíðindini um deyða hans­ ara fingu fólk í túsundat­ali út á gøtuna at mótmæla. Í Karachi settu fólk eld á bildekk á fleiri av teimum týdningarmestu vegunum, og í Quetta tók løgreglan meiri enn 400 fólk. Í býnum Kalat brast ein bumba uttan fyri telefonstøðina, og aðrastaðni hava mótmælisfólk sett eld á handlar og bankar. Ófriðarligt í Pakistan Tað regnaði av grimd í høvuðsstaðnum í Haiti, Port- au-Prince, í gjár, tá tropiska ódnin Ernesto gjørdi um seg har. Vindurin var ikki so nógvur, sum veðurmenninir høvdu væntað, men teir ávaraðu samstundis um, at Ernesto kann menna seg aftur, tá hann kemur út yvir havið sunnan fyri Florida. Har hava myndugleikarnir flutt ferðafólk burtur frá strondini og av teimum smáu oyg­gju­num. Jeb Bush, guvernørur, hevur lýst partar av Florida í neyðstøðu, og nógv fólk, sum búgva fram við strondini, eru longu farin haðani. Eisini í Kuba hava myndugleikarnir fyrireikað fólkið til ódnarveður. Í New Orleans vóna fólk, at Ernesto kemur í land so eystar­laga, sum veðurmenninir siga. Tað er einki at siga til, tí í morgin er eitt ár liðið, síðani ódnin Katrina legði stórar partar av býnum í oyði. Flýggja undan Ernesto Norskir fornfrøðingar halda seg hava funnið staðið, har Haraldur Hárfagri búði. Teir seinastu fjúrtan dagarnar hava norskir fornfrøðingar funnið ymiskt áhugavert stutt frá teirri 750 ára gomlu Ólavskirkjuni við Avaldsnes á oynni Karmøy. Enn vita teir ikki við vissu, hvat tað er, men teir hava varhugan av, at talan kann vera um kongsgarðin hjá Haraldi Hárfagra, sum savnaði norska ríkið. - Vit hava fleiri ábendingar um, at kongsgarðurin var har, og tær næstu vikurnar fara vit at royna at fáa tað steðfest. Tað, sum vit hava funnið higartil, er í sera góðum standi, og tí vóna vit, at tað eisini er so við sjálvum komgsgarðinum, sigur fornfrøðingurin Dagfinn Skre við Aftenposten. Avaldsnes er elsta kongs­ setur í Noregi. Tað er próvfast, at Haraldur Hákunarson helt til har, tá Ólavskirkjan bleiv bygd í 1250, og søgumenn halda, at Haraldur Hárfagri bygdi sín kongsgarð har umleið 870. Tað, sum fornfrøðingarnir higartil hava funnið, vísir í hvussu er á, at fólk búðu har í víkingatíðini. Leita eftir garðinum hjá Haraldi Hárfagra Tropiska ódnin Ernesto er viknað, men kann menna seg aftur, áðrenn hon rakar Florida.