Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 165 - 29. august 2006 Tá Sebastian var um at vera liðugur við sína konsert á Tønderfestivalinum kom Eivør á pallin, og endaði konsertina saman við danska trubadurinum. Ummælarin hjá Jyllandsposten lovprísar samstarvinum millum ungu og gomlu stjørnuna. Konsert Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ummælarin hjá jp.dk er sera jaligur, tá hann skrivar um endan á konsertini hjá danska truba­­­duri­num Sebastian, ið fekk vitjan á pallinum av Eivør. Ummælarin tosar um ein søgu­ligan tón­­listar­ligan fund. Hann skrivar m.a.: ”Hvor kunne de musikalsk pynte på hin­anden [...] sam­ spillet mellem den unge lyse, tynde og lidt rebelske sangerinde fra øerne mod nord og den mere satte, fyldig­ere og enormt rutiner­ ede sanger fra fast­landet kunne sikkert skabe gnist­ er til stjerne­­­stunder. Dertil kommer mødet mellem frem­ tidens og fortidens stjerne inden for folke­musikkens sangskriveri”. Konsertin hjá Sebastian var, inntil Eivør kom á pallin rætti­liga góð, tó ikki tann besta hjá danska truba­ durinum. Men tá Eivør kom á pallin til endans í hansara konsert, kom ein eyka dimensión yvir fram­ førsluna. Klokku­reina rød­ din hjá Eivør víðkaði um upplivingina av sangunum hjá Sebastian, skrivar um­ mælarin m.a. Ummælarin nemur eisini við framførsluna hjá Eivør kvøldið fyri, og henda kon­ sert fær somu­­­leiðis rós. Kon­ sertin var skift­­andi frá stil­lum akust­i­skum til sym­­foniskt rok­kandi, og um­mælarin samanber hetta við sym­ foniska rok­­kin hjá Sebastian í goml­um døgum. Hann saknar tó Bill Bourne, ið var við Eivør á konsertini á Tønderfestivalinum í fjør, tí hesin fekk stýrt talentinum hjá Eivør rættan veg. Song­ kvinnan kann so nógv og vil so nógv, men manglar yvirblikkið til at stýra hesum, heldur ummælarin. Serliga er tað stóra nýt­ slan av orð­leysum sangi, ið um­mælarin helt, vera ov nógv av tí góða: ”På den ene side blev der malet flotte og drama­tiske stemningsbilleder med de forskellige instrumenter, på den anden side ville Eivør så gerne demon­strere sin store stem­­­mepragt. Det skete med ord­løs sang i de højeste toner, men når man har oplevet det to-tre gange, har man lige som fået nok.”, hetta er ikki ókendur kritikkur av Eivør og sama skoðsmáls, sum hon fekk frá okkum á G!Festivalinum. Eivør og Sebastian í søguligum møti Myndatekstur: Eivør og Sebastian klæddu hvør øðrum væl á Tønderfestivalinum Mynd: Arne List Baðikar BYRJUNARPAKKIN TIL TEY MINSTU Barnavognur v/ lift & tasku Baby&Barnaútgerð Niels Finsensgøta 12 - Tórshavn - 315101 Baby dýna og koddi Ammipúta Pusliborð við pútu Song við madrassu Blæðuspann 3 & 1 3 0 ; >vj¶tÊiÌÌ>ÊiÀʜ˜}ˆ˜Ê >vjtÊ iÌÌ>ÊiÀÊiˆ˜ÊŽ>vwÃ̜Û>t 1««>̈˜}>À̉sˆÀ\ ?˜>`>}\Êȇ£n /ßÃ`>}‡…Ã`>}\ÊLJ£n À‰}}>`>}\Êx‡£n )7//%"( /âCǑ͕ B§ͧ ΝSHӅͩ ȐS˒§ #S˒§ӧJ§˪“Sѝҙ͙ Ӆͨ ӧJ§ҙLȪSǣ 1Ǒͩͩ ӅL“͙ ӅSPHLǑð̺ ,"''*4507"/ ÞÃÌ>À>Ê ÀÞ}}>ʇÊ"‡£ääÊ/ÀÅ>ۘʇÊ/i°\ÊΣÊÓnÊÇn ǤLȪ̴̢̢ͩ