týsdagur 29. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2006
5
tíðindi
– Eg var í størstu neyð,
men eg fekk onga hjálp frá
Landssjúkrahúsinum.
Karl Poulsen í Havn er
ógvuliga vónbrotin av teirri
viðferð,
hann
fekk
á
Landssjúkrahúsinum, tá ið
hann hevði brúk fyri hjálp.
Tí fegnast hann um, at
ljóskastarin nú er varpaður
á tænastuna, sum Lands
sjúkrahúsið veitir og hann
vónar tískil, at okkurt gott
fer at spyrjast burturúr tí,
at Bill Justinussen, løg
tingsmaður, nú hevur reist
málið í Løgtinginum, har
hann fer at spyrja lands
stýrismannin um Lands
sjúkrahúsið.
Sjálvi komu Karl og
konan rættiliga illa fyri ein
dagin fyri tveimum árum
síðani.
Konan var tá 77 ára gom
ul og sjálvur var hann 75
ára gomul, Tá ið hetta fór
fram.
– Ein dagin vildi so illa
til, at konan datt og breyt
knæið. Eg skundaði mær at
ringja á Landssjúkrahúsið
at fáa hjálp.
Søgdu kortanei at
senda sjúkrabil
Hann sigur, at hann minn
ist, at fyrr tá ið hann ar
beiddi, og onkur meiðslaði
seg, plagdu tey at ringja
eftir sjúkrabilinum og so
kom hann beinanvegin. So
hann trúði at tað var tað
sama enn.
– Men hesuferð, eg ring
di var øðrvísi.
– Á Landssjúkrahúsinum
søgdu tey ikki bara “nei”,
men tey søgdu enntá “korta
nei” til at senda sjúkrabil.
– Eg spurdi, hvat eg so
skuldi gera? Jú, eg mátti
fáa fatur á kommunulækn
anum.
– Eftir at hava ringt ymsa
staðir, fekk eg so fatur á
einum lækna og greiddi
honum frá støðuni. Tá ið
eg hevði greitt honum frá,
segði hann, at hann skuldi
senda
sjúkrabilin
eftir
konuni.
–
Sjúkrabilurin
kom
beinanvegin og tað var ein
stórur uggi fyri meg, at
portørarnir vóru serstakliga
fittir og hjálpsamir.
Men komin á Lands
sjúkrahúsið, var tónin øðr
vísi.
– Tað fyrsta, konan fekk
fekk greið boð um á Lands
sjúkrahúsinum var frá eini
sjúkrasystir, sum segði:
Eitt skulu vit siga tær, at
her sleppur tú ikki at vera
leingi!
– Eg varð í dýrastu neyð,
tí eg orkaði ikki at hjálpa
konuni heima og bønaði eg
ein lækna um ikki at senda
hana heim. Læknin var
eisini fittur og fyrikomandi
og segði, at hon skuldi
liggja á sjúkrahúsinum fyri
fyrst.
– Men ein dagin, fimm
ella seks dagar seinni,
kemur ein sjúkrasystir til
konuna og biðjur hana gera
seg kláran tí hon skal
heim.
Hon varð koyrd í ein
sjúkrabil
og
so
var
koyristólur og onnur útgerð
grýtt í bilin og so varð
konan koyrd heim.
– Hon segði, at Lands
sjúkrahúsið hevði sagt, at
tey skuldu syrgja fyri
heimahjálp og tað hjálpti
eitt sindur upp á støðuna.
Men allur dagurin gekk
og kvøldið við og tað kom
so hartil, at konan vildi
sleppa at leggja seg, men
har var framvegis ongin
heimahjálp komin.
Men nú bar tað so á, at
ein sjúkrarøktarfrøðingur
gekk
til
grannan
um
kvøldið og eg ansaði eftir
tá ið hon kom og so fór eg
inn til grannan at kæra
mína neyð fyri henni.
– Hon var ómetaliga fitt
og hjálpti okkum, so at
konan slapp í song.
Karl Poulsen sigur, at
morgunin eftir kom heima
hjálpin.
– Men tað var ikki tí at
Landssjúkrahúsið
hevði
syrgt fyri tí. Tað var tí at
sjúkrarøktarfrøðingurin
hjá grannanum hevði syrgt
fyri tí.
Hann sigur, at tað hevur
hjálpt upp á støðuna, men
hann sigur framvegis, at
konan varð útskrivað alt ov
tíðliga
Eisini Karl Jacobsen
staðfestir, at tað er rættiliga
nógv broytt frá fyrr í tíðini,
tí tað vóru sjúklingarnir
viðfarnir við nógv størri
umsorgan, enn teir verða
nú.
– Tað er sum ein sjúkra
røktarfrøðingur á Lands
sjúkrahúsinum helt fyri við
meg: Her er ikki brúk fyri
sjúkum fólki, sigur Karl
Poulsen.
Tí heldur hann lítið um
tað viðferð, sum fólk fáa í
Føroyum, tá ið illa vil til.
Eg var í størstu neyð
men fekk onga hjálp
Á Landssjúkrahúsinum søgdu
tey ikki bara “nei” Tey
søgdu “kortanei” til at
senda sjúkrabil eftir
eini eldri konu, sum
hevði brotið knæið.
Og tað fyrsta hon
fekk at vita, tá ið
hon loksins kom
á Landssjúkra
húsið, var, at
her slapp hon
ikki at vera
leingi
– Tað var eitt øgiliga óbe
hagiligt upplivilsi!
Soleiðis sigur ein kona
um eina ferð á Lands
sjúkrahúsið sum sjúklingur
einaferð fyrr í ár.
Hendan
miðaldarliga
konan úr høvuðsstaðar
økinum sigur, at vitjanin á
Landssjúkrahúsinum kann
samanfatast í eitt einasta
orð.
Og tað er Líkasæla!
– Viðferðin, sum eg fekk
á Landssjúkrahúsinum var
merkt av eini líkasælu, sum
var øgiliga óbehagilig,
sigur konan, sum vil vera
ónevnd, tí hon heldur, at
leggur hon navn til, kann
tað gera støðuna enn verri.
Nú Bill Justinussen ætlar
at seta Landsstýrismanni
num í heilsumálum nakrar
hvassorðaðar spurningar
um tænastustøðið um tæn
astuna á Landssjúkrahúsi
num, hevur verið sóknast
eftir dømum um vánaliga
tænastu.
Send heim við
brotnum ryggi
Her er eitt dømi um, at ein
sjúklingur hevur fingið
viðferð, sum hon heldur er
eyðmýkjandi fyri ein sjúk
ling.
Vit lata konuna sjálva
greiða frá.
– Ein dagin nakað síðani
var seg so óheppin at detta
inni hjá mær sjálvum. Fall
ið var so meint, at eg kendi
á mær, at okkurt brákaðist
í rygginum. Eg fekk kortini
stríðst meg upp í seingina
og har lá seg so í tveir
dagar so still sum gjørligt,
tí eg fekk illa rørt meg fyri
pínu.
– Eg bleiv við at hava
líka ilt og so ringdu vit
eftir lækna.
Læknin helt, at eg skuldi
fara á sjúkrahúsið beinan
vegin og sendi boð eftir
sjúkrabilinum.
– Sjúkrabilurin kom so,
men eftirsum eg fór beint
úr seingini í sjúkrabilin,
var eg ikki serliga væl
ílatin. Sostatt var eg skóleys
og í berum náttkjóla.
Konan sigur, at tað
fyrsta, tey gjørdu, var at
fáa hana í røntguna.
– Í røntguni vóru tey
ómetaliga fitt og fyrikom
andi men tá ið eg var liðug
har, fekk eg boð um at fara
oman í skaðastovuna at
bíða, tí so skuldi ein lækni
koma at tosa við meg
beinanvegin.
Eg varð so trillað oman í
skaðastovuna og setti meg
at bíða.
– Men har sat eg so í
samfullar fýra tímar, uttan
at nakar lækni kom. Tá var
eg rættiliga illa fyri, tí
hurðin gekk og tað var
trekkur og fólk kom og fór
alla tíðina og har sat eg
skóleys í berum náttkjóla.
– Tá ið eg hevði sitið nóg
leingi, kravdi eg at fáa eina
song at liggja í, tí eg varð
blivin køld og eg helt ikki
at tað var so spennandi at
sita alment frammi í berum
náttkjóla og skóleys.
Tá ið fýra tímar vóru
farnir fóru vit at spyrja
eftir læknanum, fekk eg at
vita, at hann var farin
heim.
– Síðani kom ein til mín
og segði, at eg mátti heldur
fara heim. Tað mótmælti
eg, tí eg helt ikki, at eg
kundi fara í ein hýruvogn,
soleiðis sum eg var ílatin.
Og tað endaði so við, at
sjúkrabilurin kom heim
aftur við mær.
Aftaná fekk hon so at
vita, at ryggurin var brotn
aður og hevði forskotið seg
ein heilan sentimetur so
tað mátti nógva geva pínu.
Hon endurtekur, at hon
sostatt varð send til hús
aftur av Landssjúkrahúsi
num, uttan at nakar lækni
hevði kannað hana ella
tosað við hana.
Men hon minnir á, at hon
varð innløgd við sjúkrabili
og hon ivast í um tað tá
yvirhøvur er lógligt at
koyra hana til hús aftur,
uttan at ein lækni hevur so
frægt sum tosað við hana.
Hendan konan sigur, at
tað er ómetaliga ringt at
vera sjúkur, men at merkja
slíka líkasælu afturat, er
ógvuliga óbehagiligt, legg
ur hon afturat.
Tað, sum merkir sjúkra
húsið nú á døgum, er, at
ongin vísir seg at hava tíð
til nakað sum helst og enn
minni hava tey stundir til
at fara við sjúklingum sum
menniskju, sigur hendan
konan.
Tí fegnast hon um, at
spurningurin nú verður
reistur í Løgtinginum um
tænastustøðið á Lands
sjúkrahúsinum, tí tað hevur
stóran týdning, at hetta
verður tikið upp.
Mátti sita í fleiri tímar í náttkjóla og bíða eftir lækna
Skóleys og í berum
náttkjóla varð hon
koyrd á Landssjúkra
húsið í sjúkrabili,
men tey koyrdu hana
heimaftur við brotn
um ryggi
Landssjúkrahúsið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Landssjúkrahúsið
segði rætt og slætt
kortanei til at senda
hjálp til 77 ára gamla
konu, sum var dottin
og hevði meiðslað seg
Landssjúkrahúsið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Í gjøgnumtrekki og ímillum nógv fólk sat eg skóleys og í berum
náttkjóla og bíðaði eftir einum lækna, sum ongantíð kom Hóast
eg var illa fyri og illa ílatin, vildi tey hava meg heim í hýruvogni
og tað endaði við, at eg var send heim, hóast ryggurin var brotin.
Savnsmynd