Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 165 - 29. august 2006 tíðindi Í Óðamansgarði eitur Føroya fyrsta pallsetta opera, og hon skal framførast í Norðurlandahúsinum í oktober. Talan er ikki um opera í traditi­ onellum týdningi, men heldur um totalteatur, har nógvar listagreinir eru við. – Hetta verð­ ur ein kosmisk ferð inn í ”livets myst­ erium”. sigur Eyðun Johannessen, sum hevur verið við í verkætlanini frá byrjan MENTAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo – Tað er ikki altíð, at sam­ starv­ið millum tónaskald og librettist hevur verið so gott, men tað hevur tað verið í hesum førinum. Sunleif Rasmussen smílist um alt fimmoyrað, tá hann greiðir frá søgum um tóna­ skøld, sum gjøgnum tón­ leikasøguna hava skúgvað teksthøvundan til viks og sjálvir hava sett seg at skrivað orðini. – Men tá bleiv úrslitið heldur ikki altíð so gott, leggur hann afturat. Lagið varð gott og spenn­ingurin stórur á tíðindafundinum á Meiarin­ um í Havn í morgun, tá Før­oya fyrsta opera á palli varð løgd fram fyri al­menningin. Operan kallast “Í Òða­ mansgarði” og hevur verið ávegis í eini 6 ár. Tað var Aldubáran, sum heitti á tónaskaldið Sunleiv Rasmussen um at skriva operuna, og hann og heitti á Dánial Hoydal um at skriva tekst – ella libretto, sum tað eisini kallast. Hugskotið til operuna er tikið úr stuttsøguni ”Den Gale Mands Have” hjá Williami Heinesen. Søgan er full av ljóði og vøkrum myndum, ið eru væl egnað at gera tónleik til, verður sagt. Persónar, hugløg, súm­ bol og myndir eru tikin úr stuttsøguni og endurnýtt í leikritinum og tónleikinum. Operan snýr seg um tvey ung í kynsbúningaraldrinum, Marselius og Stellu Kristinu. Søgan fer fram í einum tíðar- og staðleysum heimi, sum tó kundi verið Havnin. Børnini spæla uttan fyri og í garðinum hjá Óðamanninum, ein løgin einbúgvi, sum býr í einum villvaksnum garði. Nógvar søgur ganga um Óðamannin, og tey ræðast hann illa, men gjøgnum ræðsluna og møtini við Óðamansgarðin læra tey alt meira um seg sjálv. Kosmisk ferð inn í ”livets mysterium” Á tíðindafundinum varð sagt, at tað als ikki er talan um operu í siðbundnari merk­ ing, men heldur um eitt slag av sonevndum totalteatri, har dansur, drama, poesi og tónleikur renna saman í eina eind. – Tí er hetta fyri øll. Eisini fólk, sum ikki dámar opera, varð sagt á fundinum. Sunleif Rasmussen segði, at hann við øllum hesum listasløgum so at siga var farin 2500 aftur í tíðina, tá gudurin Zeus útvegaði sær sínar 9 musur, ið umboðu áðurnevndu listagreinir og meira afturat. Síðani er orðið ”musikkur” komið av hesum musum, og í Før­oy­um hava vit eina livandi traditión, føroyska dansin, har allar hesur sjangrur eru umboðaðar, segði tóna­ skaldið. Ria Tórgarð er leikstjóri og Eyðun Johannessen, sum hevur verið í verkætlanini so at siga frá byrjan er dram­ aturgiskur ráðgevi. Hann segði m.a., at hann ikki hevur arbeitt við operu áður, men í sjónleiki, sum hann hevur drúgvar royndir at seta á pall, verður arbeitt við orðinum, men í eini operu kemur tónleikurin afturat. – Tónleikurin er eitt fantastiskt amboð, tí hann kann siga alt, sum hitt ikki kann siga, segði Eyðun Jo­hannessen. Hann vísti á, at ”Í Óða­ mansgarði” tekur støði í kjarnanum í tí at vera til uttan mun til átrúnað og bakgrund, og at hetta botn­aði í seksualitetinum hjá menn­ iskjanum, ið er eitt tema í operuni. – Hetta er ein kosmisk ferð inn í ”livets mysterium”, segði Eyðun Johannessen við einum smíli á varrunum. Sum at stjórna í Heathrow Bernharður Wilkinson, ið skal stjórna tónleikarum, sangarum og sjónleikarum kallaði hetta eina søguliga stund í føroyskum tónleiki, nú operan er komin undir land. Hann duldi ikki fyri, at tónleikurin er krevjandi og samanbar sín egna leiklut sum dirigentur við ein, ið stendur við høvuðsábyrgdini í floghavnini í Heathrow. Hans Tórgarð, annar av sjónleikarunum, metti eisini, at hetta fór at verða ein spennandi uppgáva. Hetta er fyrstu ferð, hann arbeiðir við partituri, sum hann tók til. Ætlanin var upprunaliga, at føroyskir operasangarar skuldu vera við í fram­førsl­ unum, men av tí at hesi eru sáttmálabundin uttanlands, lá ikki fyri hjá teimum at koma hendanvegin í næsta mánaði. Til operuna er gjørt ser­ligt undirvísingartilfar til næm­ ingar á miðnáms­skúl­un­um og í 9-10. flokki í fólka­skúlanum. Hetta tilfar er savnað á eini fløgu, sum Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð hev­ur gjørt. Skúlarnir fáa møgu­leika at fylgja við í venj­ ingum, at koma til eina serliga skúlasýning mána­dagin 16. oktober og at fáa onkran av teimum luttakandi út at halda fyrilestur ella greiða frá arbeiðinum við operuni. 27 skúlaflokkar eru tilmeldaðir, so um leið 700 næmingar eru partur av hesi verkætlan. Ætlanin er eisini at bjóða út­lendskum tíðindafólki hend­anvegin at síggja operuna, so til ber at fáa breiða kunnleikan um hana út úti í heimi. Sýningarnar verða í Norð­ urlandahúsinum og frum­ framførslan verður hós­ kvøldið 12. oktober. Operan: Ein ferð inn í lívsins kjarnu Søgan kundi tað sama farið fram í Føroyum sum í onkrum stór­­býi. Hetta skal eisini síggjast aftur í pall­myndini. Tað sig­ur Elisa Heinesen, sceno­grafur, ið held­ ur, at umframt at pall­ myndin skal vera óheft av tíð og umhvørvi, skal hon eisini kunna nýtast úti í heimi MENTAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Tað verður ein tíðarleys og universell pallmynd, ið skal verða karmurin um Føroya fyrstu pallsettu operu. Hesum arbeiði tekur Elisa Heinesen sær av. Hon býr í London, har hon er útbúgvin scenografur við serútbúgving innan búnar. Sjálv legði hon dent á á tíðindafundinum í morgun, at í hesum arbeiðinum er hon scenografur og ikki abba­dóttir William, sum hev­ur skrivað søguna handan operuna. Og tað sæst eisini týðiliga, at fyrireikararnir hava valt sær tær professionellu kreftirnar vit eiga. Elisa Heinesen sigur, at hon hevur lagt stóran dent á, at pallmyndin kann brúkast allaðstaðni, at søgan sum nevnt ikki skal kunna knýtast at stað og tíð. Bæði tí at søgan eins kundi farið fram í Føroyum sum einum og hvørjum stórbýi, men eisini tí at vit ikki altíð skulu vísa Føroyar sum hesar lítlu, fittu oyggjarnar, sum hon tekur til. Tó hevur hon loyvt sær at fingið íblástur úr ymsum rákum, og m.a. kunnu níti­ árini hómast í ymiskum brigd­um, sum síggjast í pall­ myndini. Pallmynd við nógvum møguleikum Elisa Heinesen dylur ikki fyri, at pallmyndin skal klára, at operan møguliga verður kend uttanlands og møguliga framførd aðrastaðni. Av tí sama er pallmyndin ikki ”litterer” ella naturalistisk við t.d. runnum og húsum. Harafturímóti hevur hon roynt at fingið huglagið í sjálvari stuttsøguni við, og tí kann pallmyndin av og á tykjast sera svørt. Ikki tí at huglagið er óhugnaligt, men heldur tí at søgan stundum er sera gátufør. Elisa Heinesen hevur fingið brot við tónleikinum sendandi so hvørt tey eru skrivað, og hon letur væl at samstarvinum við Sunleif Ras­mussen. Somuleiðis hev­ur tað verið ein eyka av­bjóðing at tikist við uppgávuna, avtí at teir ymsu partarnar hava verið staddir í hvør sínum landi. – Tað hevur næstan verið eitt slag telepati við tónaskaldið sigur hon, tí í fleiri førum hava tey hugsað tey um somu tingini, hvussu operan og pallurin skulu skipast. Sjálvur pallurin hevur eisini fleiri óvæntaðar eff­ ekt­ir ella yvirraskilsi, sum verða avdúkað so við og við, og sum setur serlig krøv til pallin. Elisa Heinesen hevur eis­ ini verið noydd at lagt sær í geyma, at talan er um eitt slag av totalteatri, og pallviðurskiftini í Norð­ur­ landahúsinum ikki eru tey somu sum í klassiskum operahúsum. Óðamans­garðurin í veruleika og bókmentum Søgan um Óðamansgarð hevur støði í barnaminnum hjá Williami Heinesen. Garð­urin, sum eisini verður nevndur ”Bines Kilde” er til enn og liggur við Kinabrekkuna, tey kalla, í Havn. Høvundurin brúkar eisini garðin í bókini ”Tornið við heims­ins enda”, har hann skrivar um ein lítlan planka, ið verður til sjálva ”lívsins brúgv”. Eisini Regin Dahl hevur funnið listaligan íblástur í hesum urtagarðinum við Landavegin í Havn. Í yrkingasavninum ”Sneisa­boð” er ein yrking, ið kallast Í ”Bines-kilde”, har fólk plagdu at ganga sær túrar, og pør fóru á fríggjaraferð. Sunleif Rasmussen og Dánial Hoydal í “Óðamansgarði” við Kinabrekkuna í Havn Universell og tíðarleys pallmynd Pallmyndin hjá Elisu Heinesen, scenografi verður ikki heft at tíð og staði