týsdagur 29. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2006
7
tíðindi
Magni Arge, stjóri á
Atlantsflog, hevði ikki havt
tíð at seta seg inn í nýggju
sóljuskipanina, sum FaroeJet
nú fer undir, tá Sosialurin
fekk orðið á hann í dag.
Sum er hevur Atlantic
Airways eina sokallaða
súluskipan, har ein ferðandi
eftir
tíggju
flogferðir
fær eina ókeypis ferð frá
Atlantic Airways. Nýggja
skipanin hjá FaroeJet gevur
teim ferðandi eina ókeypis
ferð hjá teimum, eftir at
hava flogið fimm ferðir við
annaðhvørt FaroeJet ella
Atlantic Airways, ella við
øðrum orðum tvær ókeypis
ferðir eftir tíggju flogferðir.
Stjórin á Atlantsflog
segði í morgun, at hann
ikki kundi gera tær stóru
viðmerkingarnar til nýggja
átakið hjá FaroeJet. Kortini
undraði tað ikki Magni
Arge, at FaroeJet kom við
eini slíkari skipan.
- Tað undrar meg ikki,
at FaroeJet fer undir eina
líknandi
skipan
sum
súluskipanin, segði Magni
Arge.
Spurdur beinleiðis um, hvat
mótspæl Atlantic Airways
fer at koma við, ella um teir
yvirhøvur fara at koma við
nøkrum, segði Magni Arge,
at hann ikki kundi siga nakað
áðrenn hann hevði sett seg
inn í málið, men legði aftrat,
at tá marknaðartreytirnar
broytast, so má Atlantic
Airways fyrihalda seg til
tað.
-rwd
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways:
Mugu fyrihalda okkum til broyttar marknaðartreytir
Við nýggju
avsláttarskipanini
herðir FaroeJet
kappingina og bjóðar
viðskiftafólkunum
eina sonevnda
Sóljuskipan, har sætti
hvør ferðaseðil er
ókeypis. Til ber eisini
at kombinera við
líknandi skipanir hjá
kappingarneytum.
Flogferðsla
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Faroe Jet er komið fyri at
vera. Hetta var boðskapurin
frá nýggja føroyska flog
felagnum, sum nakað av
rumbli hevur verið um í
seinastuni.
- At staðfesta støðu okkara
á marknaðinum, at herða
kappingina og sum eitt
aftursvar uppá ófriðin, sum
hevur verið um flogfelagið,
hevur leiðslan í felagnum
gjørt av, at herða kappingina
um kundarnar. Og við stóru
lýsingaherferðini, sum fer
av bakkastokki í dag, vilja
vit sláa fast, at FaroeJet er
komið fyri at vera, segði
Jóhan E. Simonsen, stjóri
í felagnum á tíðindafundi á
Hotell Hafnia týsmorgunin.
Og hann greiddi síðani frá
um nýggjasta tilboðið á
flogferðsluøkinum.
Herd kapping
- Sum nakað nýtt fer felagið
at bjóða viðskiftafólkunum
eina sonevnda Sóljuskipan,
har sætti hvør ferðaseðil er
ókeypis. Ein sólja fæst fyri
hvørja ferð, fólk ferðast úr
Vágunum við FaroeJet, og
fimm sóljur geva ein ókeypis
ferðaseðil, segði Jóhan E.
Simonsen. Og hann vísti
á, at tað leingi hevur verið
eitt ynski frá ferðafólkunum
at fáa eina avsláttarskipan,
sum vit kenna tað frá øðrum
flogfeløgum.
Og hann greiddi víðari
frá um tað nýggja við
skipanini, tí hon er ikki bara
sum ein av vanligu avsláttar
skipanunum, ið vit kenna
frammanundan.
- Eitt sermerki við
skipanini hjá FaroeJet er,
at hon fevnir breitt. Ert
tú frammanundan limur í
aðrari líknandi føroyskari
avsláttarskipan, kann tann
uppspardi avslátturin eisini
brúkast hjá FaroeJet, segði
Jóhan E. Simonsen.
Spurdur, um hetta merkir,
at fólk, sum eiga Súlur frá
Atlantic Airwais nú kunnu
fáa ókeypis ferðaseðil frá
FaroeJet fyri Súlurnar,
játtaði Jóhan E. Simonsen,
at so var.
- Men vit hava tilvitað
valt ikki at nevna kappingar
neytar við navni, men tað
kundi verið annað flogfelag,
sum hevur líknandi avsláttar
skipan, segði Jóhan E.
Simonsen.
Og hann greiðir frá, at
avsláttarskipanin fevnir um
farleiðina, sum FaroeJet
flýgur.
- Tað við siga á flogrutuni
millum Føroyar og Danmark,
men kortini hyggja vit ikki
eftir, hvagar fólk hava
ferðast, um tey velja at brúka
til dømis Súlur frá Atlantic.
- Endamálið við nýggju
avsláttarskipanini er í fyrsta
lagi at veita bestu tænastuna.
Vit vilja vera trygdin fyri
lægstu prísunum og kapping
á flogleiðini millum Vágar
og Keypmannahavn, segði
Jóhan E. Simonsen.
Øll kunnu gerast limir
Í faldaranum frá felagnum
verður greitt frá, at øll, sum
flúgva við FaroeJet, kunnu
gerast limur í Sóljuskipanini.
Limakortið kann verða tikið
úr faldaranum og hin ferðandi
fær fyrsta sóljustemplið, tá
viðkomandi skrivar seg inn á
flogvøllinum í Vágum.
Ókeypis fyri 580 kr.
Eins og hjá Atlantic er
ókeypis ferðin, sum fólk
fáa, tá tey savna stig í
avsláttarskipanini
ikki
meira ókeypis enn, at fólk
skulu rinda 580,- krónur í
ferðaavgjøldum.
Á permuni í faldaranum,
har greitt verður frá um
avsláttarskipanina og har
Sóljukortið er perforerað
inní, stendur við stórum
stavum: Savna 5 sóljur
til ókeypis ferð. Og inni í
faldaranum verður endur
tikið, at: ..tá tú hevur
savnað 5 sóljur, geva vit
tær eina ókeypis ferð aftur
og fram millum Vágar og
Keypmannahavn..
Tá vit spyrja Jóhan E.
Simonsen, um hann metir
hendan boðskap koma nóg
væl til sjóndar í faldaranum,
sigur hann, at tað verður
upplýst í §4.2 í treytunum,
sum eru prentaðar við
pinkalítlum stavum á bak
síðuni á faldaranum.
- Í lýsingartilfarinum, sum
vit hava sent til bløðini og
sjónvarpið er tað greiðari,
at fólk sjálvi skulu rinda
ferðaavgjøldini, men eg
viðgangi, at tað væl kundi
verið greiðari í sjálvum
faldaranum, sigur Jóhan
E. Simonsen, at enda í
viðmerking til Sosialin.
FaroeJet herðir kappingina
Við stóru lýsingaherferðini, sum fer av bakkastokki í dag, vilja vit sláa fast, at FaroeJet er komið fyri at vera, segði Jóhan E.
Simonsen, stjóri í felagnum.
Mynd: Jens Kr. Vang