Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 165 - 29. august 2006 tíðindi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at næsta ár fer hann at royna at fáa pening til at projektera nýggja ferju til nóls­oyar­ sigl­ingina. Men nær ferjan verður bygt, kann hann onki siga um enn Nýggj Rita Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Enn er ómøguligt at siga, nær nýggj Rita verður bygt til at røkja siglingina ímillum Havnina og Nólsoyar. Tað staðfestir Jac­ob Vestergaard, lands­stýr­is­ maður í innlendis­málum. Annars hava nólsoyingar sett nøsina upp eftir at fáa nýggja ferju í 2008, men tað kann landsstýrismaðurin ikki lova teimum. Annars sigur hann, at ætl­ anin at byggja ella keypa nýtt skip til Nólsoyar er ikki komin serliga langt enn. Hann sigur, at á fíggj­ arlógini næsta ár fer hann at royna at fáa pening settan av til at projektera eina nýggja ferju til nólsoyarsiglingina. Annars ásannar lands­ stýrismaðurin, at tað er tiltrongt at nólsoyingar fáa eina nýmótans ferju. – Men enn er ongin sum helst politiskt avgerð tikin um, hvussu eitt nýtt nólsoyarskip og hvussu allar aðrar útbyggingar í samfelagnum skulu rað­ festast tey komandu árini. Tað er heldur ikki avgjørt, hvar ein nýggj Rita verður raðfest, um hon so skal hava vanligan motor. Hann sigur, at tá ið hann fer at biðja um pening næsta ár til at projektera nýggja Ritu, fer hann eisini at leggja tað við í málið at vit skulu kanna møguleikarnar fyri at tað skal drívast við vetni. – Nú ætlanin um at gera Nólsoy til eina grøna oyggj, har øll orkan skal fáast úr vetni, er komin undan kavi, haldi eg, at tað hevði verið sera áhugavert at knýtt eina nýggja nólsoyarferju upp í eina slíka ætlan. – At reka eitt skip við vetni er ongantíð roynt fyrr í heiminum og tí hevði tað verið eitt slóðbrótandi tiltak og eitt projekt, sum vit kundu útflutt til onnur lond. Men hann leggur kortini dent á, at tað er heldur ikki avgjørt, hvar ein nýggj Rita verður raðfest í íløguætlanini hjá landsstýrinum, um hon so skal hava vanligan motor. Bill Justinussen, løg­tingsmaður, vil hava atein nøgd­sem­ is­kanning verð­ur sett í verk, so at sjúklingar á Lands­ sjúkrahúsinum sleppa at siga sína hugsan um tænastustøðið Landssjúkrahúsið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sjúklingar á Landssjúkra­ hús­inum eiga nú at sleppa at siga sína hugsan um tæn­astustøði’ á okkara høv­ uðssjúkrahúsið. Tað heldur Bill Justinussen, landsstýrismaður. Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, ætlar løg­ tingsmaðurin úr Eysturoy at seta Hans Paula Strøm, landsstýrismanni nakar spurningarum tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum og í tí sambandi eru tað rættiliga harðar skuldsetingar, hann setir fram ímóti okkara høvuðssjúkrahúsið. Men í kjalarvørrinum á hesum heldur Bill Just­inus­ sen, at tað eisini er rætt, at vit fáa ítøkiliga at vita, hvat sjúklingarnir halda um Landssjúkrahúsið. Tí heldur hann, at vit eiga at seta eina nøgdsemiskanning í verk. Og hann spyr tí eisini Hans Paula Strøm, nær ein nøgd­semiskanning verður gjørd ímillum føroyskar sjúklingar um tænastuna á Landssjúkrahúsinum Og han vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin er sinnaður at fíggja eina slíka nøgdsemiskanning og um tað kann kann tað hugs­ ast, at sjúklingaráðið kann standa fyri slíkari kanning? Í hesum sambandi stað­ festir Bill Justinussen, at  Sjúklingaráðið hevur í longri tíð ætlað at skipa fyri nøgdsemiskanningum í sjúkrahúsverkinum. – Enn er onki ítøkiligt hent í hesum máli. Tá slíkar kanningar eru vanligar aðra­staðir, er hetta ikki eitt mál, sum skal taka ár at avgreiða, men heldur ein spurningur um vilja frá myndugleikunum,sigur løg­ tingsmaðurin úr Eysturoy. Hann sigur, at ein slík kanning ímillum sjúklingar Landssjúkrahúsinum vildi giv­ið okkum, sum játta pen­ ingin á løgtings­fíggjar­lógini, eitt betri grundarlag at tikið støðu á. – Men so leingi ein slík kanning ikki er gjørd, kunnu vit bara gita um nøgdsemi hjá sjúklingunum og tað er ikki haldgott, sigur Bill Justinussen. Hann heldur, at tað hevði verið sera áhugavert at givið sjúklingunum leyp­ andi høvi til at siga sína hugsan um tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum. Sostatt heldur hann, at tað er neyðugt at spurnarbløð liggja frammi alla tíðina, sum sjúklingar kunnu fylla út. Hann heldur eisini, at tað eigur at vera í áhuganum hjá landsstýrismanninum at fáa at vita, hvat brúkarin heldur um tænastuna á okkara meg­ in­sjúkrahúsi. Sjúklingar skulu sleppa at siga sína hugsan um Landssjúkrahúsið Bill Justinussen, løgtingsmaður, vil nú hava eina skipan, har sjúklingarnir sleppa at siga sína hugsan um tænastuna á Landssjúkrahúsinum Kann ikki lova nólsoyingum nýtt skip um tvey ár Enn er óvist, nær nólsoyingar fáa nýggja Ritu og Jacob Vestergaard kann onki lova teimum beint nú Nú samgongan fer at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár, fer Jacob Vestergaard at royna at finna pening, so at Smyril kann sigla fleiri túrar ímillum Suðuroy og Havnina Suðuroyar­ siglingin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú fer samgongan av álvara at seta ferð á arbeiðið at fyrireika fíggjarlógina fyri næsta ár. Og í hesum sambandi fer Jacob Vestergaard at royna at finna pening so at ráðini vera til at lata Smyril sigla fleiri túrar ímillum Havnina og Suðuroy. Landsstýrimaðurin í inn­ lendismálum spurning­urin um at lata Smyril sigla fleiri túrar, verður ein partur í viðgerðini. Men hann vísir kortini á, at enn er onki avgjørt. – Eg miði eftir at fáa fleiri túrar við Smyrli og so má tann politiska viðgerðin vísa, hvat úrslitið verður. Um tað so ikki ber til at fáa ein túr afturat hvønn dag, so kundi tað verið, at tað eydnaðist at fáa ein túr aft­urat nakrar dagar í vik­uni. – Allur bati bøtir, sigur Jacob Vestergaard. Roynir at fáa ráð til fleiri túrar til Smyril Fæst undirtøka fyri tí í samgonguni, fer Smyril at sigla fleiri túrar ímillum Suðuroy og Havnina næsta ár