týsdagur 29. august 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2006
9
tíðindi
Stutt sagt
Vestmanna: Fornfrøðingar
eru nú aftur farnir til arbeið
is við útgravingum á einum
staði tey kalla Úti á Toft.
Vestmanna Kommuna
hevur ætlan um at byggja
røktarheim á økinum, og tí
var neyðugt frammanundan
at finna útav, hvat leivdirnar
umfataðu, soleiðis at hesar
kundu verða loystar úr
friðing, áðrenn ein møgulig
bygging byrjaði.
– Enn er komið stutt
ávegis, skrivar heimasíðan
hjá Vestmanna kommunu.
Tann fyrsta leivdin, sum
grivin varð niður á, verður
mett at verða av einum
úthúsum, sum seinni í
tíðini eru bygd omanyvir
leivdir, sum eru uppaftur
eldri.
Tó at stutt er komið
ávegis, hava fornfrøðing
arnir longu funnið onkrar
áhugaverdar lutir m.a. ein
fitistein. Fitisteinur finst
ikki í Føroyum, og lutir
úr fitisteini verða van
liga settir í samband við
víkingatíðina. Fornfrøð
ingarnir løgdu tó dent á, at
enn er alt ov tíðliga at siga,
frá hvørjum tíðarskeiði lut
urin stavar.
sb.
Funnu áhugaverdar
lutir frá gamlari tíð
Ferðsla: Í fjør hendu 361
ferðsluóhapp á landsvegum
og 1061 á kommunalum
vegum.
Hetta vísir ein uppgerð
sum Landsverk hevur gjørt
fyri ferðsluna í 2005.
Í hesum sambandi er
eisini gjørt eitt yvirlit yvir
tímabýtið í hesum ferðslu
óhappum. Ikki óvæntað
henda flestu óhappini um
tað mundið, tá fólk eru
á veg til hús eftir loknan
arbeiðsdag.
Serliga um hálvgumseks-
tíðina er vandamikið at
ferðast á føroysku vegun
um, tí tað er hesa tíðina at
flestu óhappini henda.
Tíbetur kann ein stað
festa, at talið av óhappum
eru fækkað seinasta árið,
men enn er kortini nakað
ávegis til at røkka eini null-
hugsjón í ferðsluni.
sb.
Flestu óhappini
henda kl. 17:30
Gøta/Leirvík: Leygardag
in 9. september verður
fólkaatkvøða um, hvørt
borgararnir í Leirvík og
Gøtu stuðla uppskotinum
um samanlegging teirra
millum.
Nakað av kunning hevur
verið um hetta málið, men
nú verður av álvara farið
undir at greiða fólki frá,
hvat avtalan og samstarvið
innibera í framtíðini. Í hes
um sambandi verður skipað
fyri almennum fundum
fyri borgarunum í báðum
kommununum.
Fyrsti fundurin verður
hóskvøldið í Losjuni í
Gøtu og seinni fundurin
týskvøldið í komandi viku í
Bygdarhúsinum í Leirvík.
Uppskotið til sáttmála um
kommunusamanlegging
liggur á heimasíðunum hjá
báðum kommununum, men
verður eisini borið í hvørt
hús í báðum kommunum.
sb.
Fáa alt at vita um
samanleggingina
Leirvíkingar fáa nú kunning um avleiðingarnar av eini
samanlegging við grannakommununa í Gøtu
Mánadagin 4. septem
ber verður dagurin, tá
kristna útvarpsrásin
Lindin byrjar at senda
alt samdøgrið sjey
dagar um vikuna
Útvarp
Snorri Brend
Havn: Í sendingum teirra
í seinastuni hava teir víst á
hesa øktu senditíðina, men
annars hevur ikki verið so
nógv sagt um, hvat teir ætla
at víðka hesa við.
Kortini skilst, at ætlanin er
at hava eina morgunsending
á skránni. Enn er ikki avgjørt
hvat heiti henda sending
skal hava. Í hesum sam
bandi verður skipað fyri
eini kapping, har lurtar
arnir kunnu koma við upp
skotum um, hvussu henda
sendingin skal eita. Ein
vinningur verður latin besta
uppskotinum.
Annars er hetta ikki fyrstu
ferð, at føroyskar útvarpsrásir
senda alt samdøgrið. Í
roynd og veru er hetta hent
áður í tveimum umførum:
Útvarpsrásin Atlantic Radio
sendi alt samdøgrið, frá mai
til oktober í 1999, og Rás 2,
sum byrjaði at senda tann
14. desember 1999 sendi ta
fyrstu tíðina eisini 24 tímar
um samdøgrið.
Lindin er ein kristilig
útvarpsrás, sum ikki er heft
at nakrari ávísari samkomu.
Nevndin
í
rásini
er
mannað við limum frá
ymiskum samkomum, og
byrjaði at senda í januar
mánaði 2000.
Rásin verður fíggjað við
stuðli frá fólki. Íalt eru
omanfyri 60 sjálvboðin fólk,
sum á einhvønn hátt hava
tilmnýti til Lindina.
Lindin senda alt samdøgrið
Grót úr Gøtu kann
nýtast til annað enn
festivalar. Bygdar
ráðið í Gøtu hevur
samtykt, at grótið frá
handilsdeplinum í
Gøtudali skal nýtast
til gerð av ítróttarøki
í Sarpugerði. Tey
hava m.a. kannað
umstøðurnar hjá
báðum havnarfeløg
unum
Ítróttarøki
Snorri Brend
Gøta: Í hesum døgum verð
ur grundarlagið lagt undir
ta stóru ætlanina við at
gera stóra handilsdepilin í
Gøtudali.
Arbeiðið er farið í
gongd við planeringini, og
verður miðað eftir at fyrstu
viðskiftafólkini
kunnu
avgreiða síni ørindi her seint
á heysti komandi ár.
Nógva grótið frá hesi
ætlanini er ikki ætlanin at
lata fara av bygdini. Tað
skal hinvegin nýtast til eina
aðra stóra ætlan hjá Gøtu
kommunu, nevniliga at gera
heimavøllin hjá GÍ búnan til
krøvini hjá UEFA.
Hesi krøv fevna m.a.
um, at vøllirnir skulu hava
áskoðaraskýli til í minsta
lagi 320 sitandi áskoðarar.
Til hetta krevst m.a. grót, og
hetta grótið skal bert flytast
fáa 100 metrar longur oman
í dalin.
Á henda hátt fær kommun
an loyst tvey mál í einum!
Skjót loysn
Á bygdaráðsfundi í Gøtu í
gjárkvøldið varð tosað um
hesa ætlanina við fótbólts
vøllin í Sarpugerði, har GÍ
spælir sínar heimadystir.
Ætlanin er at gera økið
kring fótbóltsvøllin til
eitt ítróttarøki, og er ein
fyrireikingarbólkur nú settur
at koma við uppskoti um,
hvussu henda ætlanin skal
fremjast í verki.
Í bólkinum eru limir úr
teknisku umsitingini hjá
bygdaráðnum, eins og
limir úr trivnaðarnevndini,
teknisku nevnd og sjálvandi
fíggjarnevndini.
Hans Mourits Foldbo,
borgarstjóri sigur, at bólkur
in hevur ikki fingið nakra
tíðarfreist fyri at lata inn álit
í málinum.
– Men ætlanin er kortini at
bólkurin skal arbeiða skjótt,
sigur hann við Sosialin.
Enn er ikki greitt, hvat
hetta kemur at kosta. Men,
sum borgarstjórin tekur til:
– Tað fer at kosta nakrar
milliónir!
Góðar umstøður
Sambært nýggju krøvunum
til fótbóltin skal ein góð
kendur heimavøllur hava
eitt skýli, har omanfyri 300
áskoðarar kunnu sita undir
taki.
Á Gøtu hava teir arbeitt
við hesum málinum í eina
tíð, og hava m.a. verið og
hugt eftir felagshúsunum hjá
báðum havnarfeløgunum,
HB og B36.
Ætlanin er at nýggja
ítróttarhúsið skal hava góðar
umstøður til ítróttarfólkið,
eins og ein salur skal kunna
nýtast til ymisk endamál.
Óhugsandi er ikki, at
bygningurin kemur at liggja
millum vøllin og landsvegin.
Enn eru kortini ikki øll loyv
ini fingin til vega í hesum
sambandi.
Tað skilst tó á borgarstjór
anum at málið hevur skund:
Í fyrsta lagi, tí UEFA-krøvini
koma í gildi komandi ár.
Í øðrum lagi gongur
arbeiðið við at fyrireika
handilsdepilin sera skjótt.
Tí er neyðugt at kommunan
er til reiðar við sínum parti,
soleiðis at arbeiðið við
handilsdeplinum ikki verður
tarnað.
Bestu umstøður til
ítróttarfólkið
Ætlaða ítróttarøkið kemur helst at liggja millum landsvegin og fótbóltsvøllin í Sarpugeri. – Bæði málini hava skund, sigur Hans
Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu (Innsett mynd)
Myndir: Jonhard Hammer