Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 165 - 29. august 2006 Nýggj byrjan fyri Læraraskúlan Uppskot til nýggja pedagog- og læraraútbúgv­ ingar er nú komið fyri dagin. Lat tað verða sagt beinanvegin, at talan er um ein sera áhugaverda, visjonera og sera væl út hondum greidd frá­greið­ ing, sum nevndin hevur latið landsstýris­mann­i­num. Sum longu kunnað um í tíðindagreinum verður mælt til fýra ára yrkisrættaðar BA útbúgvingar. Hetta er í sjálvum sær eitt framstig og fyri pe­d­a­g­ o­g­útbúgvingina eitt sera stórt framstig í og við, at útbúgvingin verður longd við hálvum ári. Víðari verður mælt til, at menna samanspælið mill­um ástøði og starvslæru og til, at frálæran skal fremjast við støði í gransking. Samstundis sum mælt verður til, at báðar útbúgvingar soleiðis verða lyftar upp á akademiskt støði, verður mælt til javna eftirmeting og fastar karmar. Hetta kann bara vera gott. Pedagog- og lærarastørvini eru alfa og o­m­ega í nútímansgjørdum og altjóðagjørdum sam­fel­ag. Við PISA kanningini hava vit fingið eitt so álvarsligt ávaringarskot fyri bógvin, at hvørki myndugleikar, foreldur ella yrkisfeløg fram­hald­andi kunnu loyva sær at sita hendur í favn. Nú er allar fortreytir til staðar fyri at kunna seta á stovn pedagog- og læraraútbúgvingar, ið eru á sama støði sum tilsvarandi útbúgvingar í heimsins fremstu londum. Her má ikki drálast, men her má berast skjótt at. Mentamálaráðharrin má fáa politisku viðgerðina frá hondini sum sjótast og koma í tingið við málinum. Hann hevur alt við sær, og fáur man fara at ditta sær at royna at leggja út politiskar fótonglar fyri eitt so gott og so týðandi mál. Umstøðurnar gera, at allir partar nú ynskja broytingar her og nú! Frálíka frágreiðingin um nýggjar pedagog- og læraraútbúgvingar, nýggja leiðsla skúlans, tann positivi andi, sum tykist valda kring alt hetta mál og støðan sum heild hava stóran týdning fyri fyri Føroya læraraskúla. Nú er ikki at liggja sjóvarfallið av sær, men nú er at bera skjótt at. Alt talar fyri einum góðum úrslitið, sum ber við sær eina nýggja byrjan fyri Føroya læraraskúla og tær útbúgvingar, ið har verða givnar. Hetta mál snýr seg, tá samanum kemur, um tað mest dýrabara, ið vit eiga: børnini og tey ungu, sum skulu bera samfelagið víðari inn í eina framtíð, ið setir størri og størri krøv til útbúgving, førleikar og vitan. Landsstýrismaður, løgting og allir avvarandi partar hava eina sera stóra ábyrgd at liva upp til í hesi søk. Alt bendir á, at hetta fer at eydnast, tí her kunnu vit ikki annað enn draga eina og somu línu. Sosialurin So- sialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. - Eg kann við mín besta vilja ikki geva Bárði Nielsen rætt, eg velji at halda, at Bárður er feil siteraður, tá ið hann sig­ur: »Íløg­u­hug­ur­in er sera stór­ur í Føroyum í løtuni. Men nú kanska tað steðgar upp. Og tað er bara gott fyri lands­bú­skap­in« Vilhelm M. Johannesen, snikkarameistari SAMBAND eirikur lindenskov post@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Las greinina í Oyggjatíðindi 25. august 2006, har Jann Toft­egaard hóttir býráðslim. Stríð­ið stóðst um, hvat bý­ráðs­lim­ir kunnu loyva sær og ikki. Tað sigst, at orðadrátturin var so harður, at grannarnir kundu fylgja við hvørjum orði sum sagt varð. - Ikki eiti á lívligum bý­ráðs­pol­it­ ik­ar­um. Uttan at vita nágreinliga hvat tosað varð um, so bendir skriv­ingin í Oyggjatíðindi á, at tað í øllum førum er líkt tí máli, sum eg sjálvur hevði liggjandi inni hjá Fugl­a­fjarðar kommunu. Um hettar er so ella ikki, so haldi eg í øllum førum, at borgararnir í Fuglafirði eiga at vita, hvussu politikararnir røkja/misrøkja sítt starv sum fólkavald umboð. Nógvar ymiskar søgur havi eg hoyrt í býnum um mítt mál, tí vil eg her alment lýsa gongdina, fyri at beina tær skeivu av vegnum. Í juni mánaði 2005 søkti eg vegna Spf Í Støð um loyvi til at byggja oman á kappróðrarneystið. Ætlanin varð at brúka fyrstu hæddina til handilshølir og restina til íbúð­ir ella skrivstovur, høvdu tí brúk fyri vindeygum á end­a­ síðunum. Vit hildu, at viðgerin av málinum sá ljós út, bý­ráðs­ lim­ir­nir vóru positivir og vóru sinnaðir at geva bygg­i­ loyvi til framlagda upp­skot­ ið, bygningurin í síni heild varð góðtikin, men teir ynsktu eina meira útgreinaða tekn­ing av innrættingini, so rýmingarvegirnir vóru sam­ bært galdandi lóg. Hettar vóru bert rímulig krøv, sum vit saktans vildu ganga á møti. Á hesum býráðsfundi reisti Jann Toftegaard seg og metti seg vera ógegnigan, men áðrenn hann fór av fundi­num vildi hann gera greitt, við peikifingrinum á lofti, at hann eisini hevði sent inn eina umsókn um bygg­ing. Sjálvur meti eg, at tað sømdi seg betur fyri Jann, um hann sat inni á fundinum, heldur enn upp á kvamsvís at melda seg ógegnigan og arbeiða sum óður tarvur aft­ an fyri kulissurnar fyri egn­ um áhugamálum. Nakað seinni fingu vit boð um at koma á fund við Tekn­isku nevnd. K. og Jan Toftegaard høvdu nú sent inn eina prin­ sipp­tekn­ing (skitsu) - tað varð frá nú av at henda skitsa stýrdi málinum. Møgu­leik­ar­nir í okkara projekti vóru fulkomuliga endavendir. Á fundinum varð eisini sagt, at um Jann ikki fekk hettar loyvið, og Heri bakkaði út, so skuldi hann sjálvur byggja omaná neystið. Tað er einki skeivt í tí, at Jann keypir ognina Bed­ ingin/Íshúsið sum spek­u­ latións­keyp, men at hann sum var­a­borg­meistari og limur í teknisku nevnd misnýtir sítt polittiska vald til egnan fyrimun, er átaluvert. At Jann við einari prin­ sipp­tekn­ing skal stýra okk­um og siga okkum, hvussu vit skulu byggja, og at hann eisini skal fáa stuðul frá býráðslimunum, kundu vit ikki góðtaka. Tí sleptu vit okkara ætlan við bygninginum oman á kapp­ róðrarneystinum. K. og Jann Toftegaard kunnu nú byggja bæði á egið økið og oman á kapp­ róð­r­aneystið. Vit ætla ikki at leggja teimum forðingar í vegin. Persónliga eri eg vísur í, at Jann við sínum óhøviska málburði sigur hettar verða HEL­VITIS LYGN. Men satt er frá fyrsta bókstavi og til síðsta punktum. Eg kundi saktans lýst hett­ ar mál meira gjølla og farið út í smálutir, men eg haldi ikki, at tað tænir nøkrum end­a­máli. Flestu kommunur liggja á knøunum fyri fólki, sum eru áhugaði í at gera íløgur. Fuglafjarðar kommuna má sigast at hugsa annarleiðis. Her verður bein spent fyri teimum sum vilja nakað. Varaborgarstjórin í Fuglafirði hóttir fólk Jóhan Heri Joensen Við­merking til Bárð Nielsen, lands­stýr­is­ mann, í samb. við grein í Dimmalætting 18.08.05. Eg kann við mín besta vilja ikki geva Bárði Nielsen rætt í sínari niðurstøðu, eg velji at halda, at Bárður er feil siteraður, tá ið hann sig­ur. »Íløguhugurin er sera stór­ur í Føroyum í løtuni. Men nú kanska tað steðgar upp. Og tað er bara gott fyri lands­bú­skap­in«. Eg standi eitt sindur spyrj­ andi. Heldur fíggjar­mál­a­ ráð­harr­in tað verða skeivt av okkum sum hava brúkt mong ár til at byggja upp handverksvirki, gera í­løg­ur í virkir, at læra upp ung til hesa vinnu í landi okk­ ara. Er hettar eftir tíni met­ an als ikki til gagns fyri landsbúskapin??? Eg skal fyri ein góðan ord­an viðmerkja skilagóðu greinina í Dimmu 14.08.06 hjá Eli Brimsvík formanni í Havnar Handverkarafelag frá 14.08.06. Hann sigur, at lønirnar eru hægri í Norra og Danmark enn her, tað kann verða rætt fyri danskar handverkarar. Men ikki fyri flestu føroyingar sum arbeiða utt­an­lands fyri uml. 160/165 íroknað frítíðarløn, pensjón, v.m. krónur um tíman sama fyri yvirtíð og leygardagar. Hettar er munandi minni enn, hvat teir høvdu fingið fyri somu tímar í Føroyum. So niðurstøðan má verða, at føroyskir handverkarar ar­beiða fyri undirløn uttan­ lands. Men sum E. B. sigur, so er tað frádrátturin sum er rættuliga stórur, ið ger mun­ in, og tað sum verður eftir á botnlinjuni eftir skatt er tað, ið telur. Rætt skal verða, eg skilji handverkarar sum fara burtur eina tíð at arbeiða nógvar tímar, teir flestu hava innstillað seg upp á at arbeiða minst 12 tímar 6 dagar um vikuna meðan teir eru burtur, og tað blívur til nógvar pengar sjálvt við tí lønini teir fáa, har hjálpir stóri skattafrádrátturin sera væl til. Handverkaratrotið er gott fyri landsbúðskapin snikkarameistari Vilhelm M. Johannesen,