Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2006 11 tíðindi Á ólavsøku í fjør boð­aði løg­maður í ólav­søkurøðu síni frá, at landsstýrið ar­beiddi við eini vis­i­ón fram til árið 2015 – visión 2015. Hetta seinasta árið hev­ur verið ar­beitt við hesi ætlan og yms­­ir arbeiðsbólkar hava lagt fram sínar tank­ar um, hvørji hósk­andi mál tjóðin eig­­ur at seta sær hesi kom­andi árini. Løg­maður royndi í ólavsøkurøðu síni í ár at taka samanum, men flestøll eru helst samd um, at hoyra hendan partin av røðu løgmans var sum at rætta tungu út í toku sjónarmið Politiskt samd fólk kunnu royna at skava út­yv­ir og politiskt ósamd gera sær dælt av støðuni. Hvørg­ in atferðin er skyn­som, tí málið er væl meira álv­ arsligt enn, at vit hava ráð til at vera grund­leggj­andi ósamd um tað. Eitt úrslit av arbeiðinum hetta árið er, at vit áttu at havt eina felags fatan um, at langt er frá lúðraljóði, væl ljóðandi herrópum, fiksum setningum og inspirerandi ferð­um til ítøkiliga at leggja lunnar undir ítøki­ lig­um amboðum, sum verða brúkt í ítøkiligum pro­sjektum, sum tilsamans føra okkum ítøkiliga fram­á vegin – í einum altjóð­a­ gjørd­um heimi. Hugtakið “visión” Tað var helst Martin Lut­ her King, sum í røðu síni, “I have a dream”, til 210.000 amerikanarar tann 28. august 1963, gjørdi visiónshugtakið til fólk­a­ ogn­. Hetta, at síggja eina framtíð fyri sær so greitt, at fólk flest kenna seg hóma – ella kanska síggja – hesa framtíð, og hvønn leiklut ein sjálvur hevur í henni. Hvønn leiklut ein sjálvur hevur í skapanini av hesi framtíð, og hvørjar fruktir ein sjálvur fær loyvi at heysta. Martin Luther King vísti á ein dreym – og hann vísti eisini á eitt “nú”. Her er eingin tíð at oyðsla til luksus, sum at sláa kalt vatn í blóðið. Her er eingin tíð at oyðsla við doyvandi stigvísum átøkum. Nú er tíðin at skapa demokrati í verki. Føroyska visiónin 1888-1988 Tann 22. desember 1888 stóð í Dimma­lætt­ing ein lýsing, har 9 navn­ givn­­ir føroyingar – sam­ bands­sinn­að­ir eins væl og tjóðskaparsinnaðir - kallaðu til fundar í ting­ hús­­­i­num annan jóladag “... at verja Førja mál og Førja siðir.” Fundurin varð hildin og niðurstøða varð gjørd í 6 punkt­um. Nýggjur fund­ ur varð avtalaður til 6. januar og “Føringafelagið” skuldi stovnast við stevn­u­ skránni: 1. At fáa Føroya mál til æru 2. At fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálvbjargnir Vit kunnu tulka “jóla­fund­ in” í 1888 og fundin trett­ and­a­kvøld eftir ársskiftið sum eina orðing av eini visión, sum hevði støði í stórum parti av fólkinum. Hetta støð­ið var bygt upp eftir fleiri ár­um – helst ára­tíggj­um, men “...nú er tann stundin” var í 1888 galdandi í Før­oy­um, eins og tað var gald­andi í Am­er­ iku í 1963. Nú er nóg mik­ ið hugsað og nóg nógv­ ar umberingar – nú taka vit samanum og leggja til brots. Ein tók at yrkja, annar at smíða løg og triði at spæla ljóðføri og syngja. Vit bygdu upp eitt telefonnet. Vit bygdu upp eitt el-net. Vit bygdu upp eitt net av havnum. Vit bygdu upp eitt veganet. Vit hava eitt sym­foniorkestur, og vit hava heilar tvær týðingar av bí­b­l­iuni í heilum líki, sum báðar verða brúktar dag­­liga. Vit bygdu upp fróð­­skap­­ar­set­ur. Vit bygdu skip. Vit bygdu tunnlar. Vit bygdu ein infrastruktur, am­boð og eina vinnuliga skipan, sum lyfti okkum upp frá miðøld at kalla til at vera millum fremstu lond heimsins inn­an fyri eina hálva øld tá ið ferð varð komin á eftir seinna heimsbardaga. Visiónin frá 1888 rakk eini 100 ár fram í tíð­ina. Tann ein­staki, bygd­a­sam­ fel­a­gið, al­menni stjórin, yrkj­arin, pol­it­ikarin, bank­a­stjórin og bakarin – ein og hvør fann sín í­tøki­liga leiklut í tí sam­ laða prosjektinum: at ganga fram í øllum lutum at føroyingar mugu vera sjálvbjargnir. Í 1988 var føroyska framleiðslan fyri hvønn borgara umleið tann sama, sum tann danska – ein av heimsins hægstu. Eitt úrslit, teimum neyvan kom til hugs 100 ár fyrr. Vegurin burtur úr eini millumtíð Men setningurin um at ganga fram í øllum lutum hoyrdi ídnaðartíðini til. Við eini tøkniligari kollvelting í 70-80 árunum og enn eini í 90-árunum gjørdist tað ikki nóg mikið at ganga fram í øllum lutum. Nú gjørdist neyðugt at velja. Lata onnur gera tað, tey eru góð til og velja at ger­ ast millum tey fremstu, har ein metir, at tað er møg­u­ ligt – samstundis sum ein ikki sleppir teim breiðu dygd­u­num. Í hesi millumtíð skuldi tað vísa seg, at Før­oyar valdu sína heilt ser­ligu útgávu av hesum grund­ leggjandi kravi til eitt sam­ fel­ag: Vit frá­valdu alt. Í kreppuárunum fyrst í 90- árunum avreiddu vit nógv av tí, sum hevði nakað virði, um tað vóru skip, ella tað var einasta brúgva­ høvd okkara til al­tjóða markn­aðin í Europu, ella tað vóru royndar leiðsl­­ur. Seinni settu vit orð á hendan ikki-viljan til initiativ og nýskapan. Um­skrivað til vanligan tekst ljóða tilráðingarnar frá búskaparráði og øðrum, at vit skulu duga at brúka tað, sum onnur framleiða, so effektivt sum møguligt. Einki orð um, hvat okk­ara íkast til samlaða heims­bú­ skap­in skal vera. Hendan leiðin er sjálvsagt møg­­ulig i eini tíð, meðan vit enn eiga arvasilvur at taka av, og meðan almenna lántøkan er methøg, men hon fær ein enda. Vit kunnu sjálv­ sagt vóna, at hendan tíðin verður avloyst av eini olju­ øld ella onkrum øðrum hepni, sum liggur uttanfyri okkara avgerðarrætt. Men teim fægstu munnu hóva at leggja sítt lív í hepni eina, eins og flestu okkara helst eisini hava ein varhuga av, at eisini hepni skal umsitast við skynsemi. Tí var tað í tøkum tíma, at løgmaður í fjør blásti í lúður og setti sítt fólk til at seta kós frameftir og spýta í lógvarnar. Havandi í huga útgangs­ støð­ið kann tað heldur ikki undra, at ongar av teim “visioneru” orð­ing­u­num, sum higartil eru al­mann­ a­­­kunngjørdar, hava stór­ veg­is við visiónir at gera. Í frægastu førum eru tað van­lig­ar framskrivingar av ætlanum, sum longu hava fyriligið í áratíggju. Í ringasta føri er talan um mál, sum gjørdust ó­við­ kom­andi fyri áratíggjum síð­ani. Størsti trupulleikin er helst, at allar orðingar snúgva seg um útreiðslur og nýtslu - ikki um til­veru- ­grunda­r­lagið, sum annars er eitt formkrav fyri at brúka orðingina “vi­s­i­ón” í tí høpi, tað her verður brúkt. Tað var í tøkum tíma, at løgmaður blásti í lúður. Eins týðandi er tað, at pol­ it­ikarar – alt Tingið - taka hond um støðuna í dag heldur enn at lasta hesum og hasum fyri slíkt, sum vit vita er ómetaliga trup­ ult at handfara. Tað er lít­ ið og einki, sum bend­ir á, at ein onnur sam­gong­ u­sam­anseting hevði gjørt stórvegis mun. Heilt einfalt tí føroyska samfelagið er pettað sundur. Ikki í ósemjum, sum tað so mang­­an verður sagt, men bygn­­aðarliga og – helst av somu orsøk - í vantandi felags fatan av støðuni og krøv­unum til eitt nútímans sam­felag. Vit vita, men vit fáa ikki hesa vitan til høld- ar. Í 1888 vistu flestu før­oy­ ing­ar, at ment­un­ar­ar­v­ur­in skuldi røkjast, skuldi okk­ um vera lív lagað. Før­oy­ ingar vistu eisini, at skuldu Føroyar gerast rím­i­liga sjálv­bjargnar, máttu vit ganga fram í øllum lut­um. Hesi vóru krøvini í ídn­að­ ar­­sam­felagnum í teirri tjóð­ ar­­byggj­andi tíðini, tá ið hug­­takið “land” alt meira fekk tann týdning, sum tað hevur havt størsta partin av 1900-talinum. Leiðin úr eini millumtíð í dag er ein onnur. Hóast nógv er, sum vit vita lítið og einki um, er tó okkurt, sum vit vita fyri rættiliga vist. Nøkur klípi til eina felags fatan Eina orðing um krøvini til eitt samfelag kunnu vit læna frá amerikumanninum Pet­ er F. Drucker. Hann varð føddur í 1909 og doyði á heysti 2005. Orðini standa í bók­ini “Management Chal­ lenges for the 21st Cent­ ury”, 1999 (ja, hann var 90 ára gamal rithøvundur): Framleiðsluevnini (pro­ d­u­­c­t­i­vity) hjá tí, sum ar­beið­ir við vitan, er týdn­ing­ar­mesta mál­ið fyri leiðslurnar í 21. øld. Í menningarlondunum er hetta sjálvur spurningurin um­ at yvirliva (“survival req­ u­irement”). Í framkomnu lond­­u­num er eingin annar máti at fasthalda einum plássi í fremstu røð og ein­ um høgum livistøði.” Hugsa vit okkum um enn eina­ferð, munnu vit øll ger­ast greið um, at okkara til­verugrundarlag kann ikki vera, at brúka tað, sum onn­ur gera, so effektivt, sum møguligt. Hetta eru góð ráð afturvið til tess at røkja bú­skapin frægast møguligt, men so heldur ikki meir. Okk­ara tilverugrundarlag stend­ ur og fellir við, at tann parturin av fólkinum, sum arbeiðir við vitan, fær – og skapar sær sjálvum – góðar arbeiðsumstøður og gerst effektivur. At fáa vitan til høldar. Hesin setningurin leiðir okk­um fram til tann av­ ger­­andi spurningin: Hvat er okkara íkast til heims­ sam­felagið? Hvat er tað, sum rættvísger, at inn­ tøkan hjá føroyingum er millum hægstu í heim­i­ num? Hvørja vitan hava vit í Føroyum, sum kann um­skap­ast til vørur á al­ tjóða marknaðinum? Hvar ligg­ur okkara partur av ný­skap­anini? Hvar liggur okkara initiativ? Hugsa vit okkum um enn einaferð, munnu vit øll gerast greið um, at okkara tilverugrundarlag kann ikki byggja á at royna at eftirgera slíkt, sum onnur gera – bíligari og effektivari enn vit. At kopiera eru eini góð ráð til ein og hvønn. Men tað, sum ger munin fyri okkum høgt løntu á altjóða marknaðinum, er ikki bert, hvussu væl vit herma, men harafturat, hvat vit leggja afturat – okkara ný­skapandi íkast. At herma (tað, sum viðhvørt verður nevnt kjarnuførleikin, grund­leggj­andi førleikin, “core competence” og “ad­van­ced competence” eru fremmandar orðingar) er ein fortreyt fyri at vera við – nýskapandi parturin av­ger, hvussu langt vit røkka. Hetta hóast kanska 70-80% av allari framleiðsluni í landinum eru vørur og tænastur, sum vit veita hvørjum øðrum, og sum hevur lítið við ný­skapan at gera. Løgmaður hevur blást í lúður. Vit hava í dag møg­ uleika fyri – so greitt, sum tørvur er á tí - at vísa á, hvat føroyska íkastið til heimsbúskapin kann vera. Vit hava í dag eisini møg­u­leika at vísa á leiðir, sum kunnu bøta munandi um, hvussu vit fáa meira og betur vitan til høldar. Nógvar spjaddar royndir geva eina greiða ábending um, at tíðin er búgvin. Íðan – hvar er so trup­ul­ leik­in? Hvar brennir tamp­ ur­in”. Vit vita helst eisini, hvar tamp­urin brennir – eins og so mangt annað. Men júst her er knúturin og eitt dømi um, hví vit kunnu mynda støðuna við kyksendi. Tí hvat nyttar at vita, tá ið illa ber til at fáa nakra líkinda vitan til høldar? Í hesum visiónstíðum Signar P. HeineSen Nr. 39 • hósdagur • 23. februar 2006 • 80. árgangur • Kr. 13,00 200, Høgni og Rannvá: Hjálond á breddan Síða 7 Føroya Agnsøla: Tekur kappingina upp við Kamb Fótbóltslandsliðið: Vann fyr t síða 9 síða 14 Orðaskifti á løgtingi: Skutu við skørpum eftir djóralæknum Nú skulu vit øll lyfta í felag Visjón 2015 fór av bakkastokki fyrrapartin í dag, tá landsstýrið legði fram ar- beiðsætlanina, sum skal verða grundarlagið undir menningi i F l Á ólavsøku í fjør boð­aði løg­maður í ólav­søku- røðu síni frá, at landsstýrið ar­beiddi við eini vis­i­ón fram til árið 2015 – visión 2015