Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 165 - 29. august 2006 tíðindi Ein stevna fyri øll Lagt er upp til eina víttfevnda og spenn­ andi skrá, tá fyrsta útimissiónsstevnan av slíkum slagi verður í Leguhúsinum í Nes­ vík dagarnar 8. til 10. september. Løgmaður fer at seta stevnuna. Stevna Snorri Brend At Jóannes Eidesgaard hevur játtað at seta úti­ missiónsráðstevnuna kem­ ur av, at hann hevur uttan­ ríkismál sum málsøki. Undir uttanríkismálum er eisini menningarhjálp. Landsstýrið hevur nevni­ liga hækkað menningar­ stuðulin til 2,7 milliónir árliga. Stuðulin verður bæði brúktur til mennandi verkætlanir og vanlukku­ hjálp. Heimamissiónin hevur í nøkur ár arbeitt við menn­ ingarhjálp millum gøtu­ børn í ukrainska høvuðs­ staðnum Kiev. Tað eru hjún­ini Jórun og Nurlan Malaikev, sum standa fyri arbeiðinum har yviri. Í løtuni hava tey eini seks hjálparfólk afturat sær, sum koma frá ymiskum londum, eisini úr Ukraina. Í arbeiðinum millum foreldraleys børn og gøtu­ børn, er arbeiðið hjá Heima­ missiónini eitt sokallað NGO arbeiði. NGO stendur fyri Non Govornment Org­ anisation. Tað merkir mill­ um annað, at tað er eitt humanitert og ópolitiskt arbeiði, sum verður gjørt fyri at hjálpa gøtu­børn­un­ um. Ætlanin við stevnuni er tí eisini at kveikja áhuga og kalla til missión á øllum økjum í kirkjuligum samanhangi. Ætlanin við stevnuni er at kveikja áhuga og kalla til missión á øllum økjum í kirkjuligum samanhangi. Á stevnuni verður eisini kunnað um teir ymsu møgu­ leikarnar og avleiðingarnar av at fara út sum trúboðarar. Missiónsboðini umfata øll, og tí vera tiltøk fyri allar aldursbólkar, ung sum gomul. Komið verður inn á viður­skifti frá veruleikanum, bæði áðrenn, meðan og eftir at trúboðarar hava verið úti í tænastu. Við á stevnuni verða nógvir núverandi og fyrrverandi trúboðarar, umframt onnur, ið hava styttri royndir innan missión og hava stuðlað undir virksemið ígjøgnum nógv ár. Stevnan fer at hava nógv at bjóða øllum aldursbólkum. Her verður undirvísing, møti, áhugatímar, pallborðs­ orðaskifti, kunning um missiónsskúlar og felagsskapir, workshops og leikir. Fleiri framsýningar verða eisini, m.a. mentanarsýningar við mati, klæðum og ymsum frá gerandisdegnum í frem­ mandum londum og mangt annað. FAKTA um stevnuna Ein møguleiki at koma longri út Nesvík: Tiltøk er fyri allar aldursbólkar á úti­ missiónsstevnuni, men tað eru fleiri tiltøk, sum eru ætlað til ungdómi og har ung skipa fyri. Fríggjakvøldið verður hugnalig missións-Café, har ung skipa fyri. Her verður sangur og hugni, og fara missionerar at siga frá søgum um hendingar tey hava uppliva á teirra ferð­ um. Leygardagin eru fleiri tiltøk. Til bíbiltímarnar er møguligt at velja work- shops, har ein kann royna hvussu tað í veruleikanum er at klára seg úti í missión og um kvøldið er ung­dóms­ tiltak. Har fara m.a. tey, ið hava verið úti í toymisferð í Kina, Ukreina og Ísrael í summar at vísa myndir og greiða frá. Heima ella úti Í fríløtunum ber til at vitja teir ymsu básarnar, har greitt verður frá missións­ markini og teimum ymisku missiónslondunum. Fleiri felagsskapir eru til staðar og møguleiki er at hoyra nærri um hvørjir møguleikar eru fyri at koma út í missión í longri ella styttri tíð. Umframt tað at vit hava áhugatímar og work-shops, vera fleiri máltíðir við rættum úr londunum har missionerar eru ella hava verið. – So ynskir tú eitt spenn­ andi vikuskifti, so kom á útimissiónsstevnuna í Nes­ vík og fá møguleika fyri at uppliva nakað, ið varðir langt inn í framtíðina, siga fyrireikararnir um stevn­ una. Fleiri tiltøk sum eru málrættað til ung verða á útimissións­ stevnuni – m.a. fáa tey eina serstaka avbjóð­ ing. Tey ungu Snorri Brend Børnini á flog til tað fremmanda Foreldrini nýtast ikki at setast aftur til stóru stevnuna. Serstøk barnaskrá er til tiltakið. Nesvík: Til flestu av møtunum, bíbiltímunum og pallborði, eru tiltøk fyri børn og tilboð um barnaansing, so børnini koma ikki at keða seg. Foreldrini hava her møguleika at luttaka í øllum sum gongur fyri seg. Millum annað verður ein flogferð til eitt frem­ mant land har tey sleppa at uppliva mangt og hvat. Børnini sleppa eisini at mála eitt heimskort ella eitt Afrika-kort, ið skal hangast upp og vera ein partur av stevnuni. Sunnudagin er sunnu­ dagsskúli og har verður ein sjónleikur um Jónas, hvalin og Ninive á skrán­ ni. Barnakórið á Toftum kemur at syngja, og eisini verður tað, sum børnini hava gjørt í vikuskiftinum lagt fram. Sangirnir vera eisini frá øðrum londum. Døgurðin verður á gólvinum Luttakararnir fáa upplivingar til flestu sans­ irnar á útimissiónsstevnuni. Millum annað verða eksotiskir rættir úr Afrika og Ukreina á matarskránni. Døgurðin leygardagin skal njótast á gólvinum, uttan knív og gaffil. Nesvík: Tey, sum eru úti í missiónstænastu, mugu venja seg við nógv­ ar síður av mentanini m. a. øðrvísi mat. Hvussu hetta er, sleppa luttak­ar­ arnir á útimissións­stevn­ uni sjálvandi eisini at royna í ávísan mun. Fríggjakvøldið verður eitt serstakt ukreinskt á skránni. Ein ukreinsk suppa, sum Jórun Malai­ kev er komin við upp­ skriftini til, verður á skrán­ni. Leygardagin á døgurða verður ein rættur úr Mau­ ritania á skránni, sum Maureen Clarke er komin við. Í sambandi við hesa máltíðina, so verður eisini etið eins og tað verður etið í Afrika, nevniliga á gólvinum. Tað vil siga, at til hesa máltíðina verða gaffil og knívur ikki nýtt. – Maturin er nakað øðr­ vísi enn vit vanliga eta, men tað verður tó ikki nakað, sum vit føroyingar ikki dáma. – Tað verður kanska ikki so nógv av eplum, men meir av rísi og krydda­ríum. Um tað eru eldri fólk ella onnur, ið ikki klára at sita á gólvi­ num, so kunnu tey tó fáa mat við borðið, sigur Jóhanna Olsen úr Porkeri, ið er ein av teimum, ið skipar fyri og verður kokk­ur á útimissións­ stevnuni. Hon sigur, at ætlanin eisini er at hava onkran annan serligan ’missións­ mat’ á skránni til onkra av hinum máltíðunum. Børnini Snorri Brend Maturin Snorri Brend