týsdagur 29. august 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2006
17
tíðindi
Tann 29. augusat
í fjør bar tropiska
ódnin Katrina
við amerikonsku
suðurstrondina við
oyðileggingum, sum
eingin hevði sæð áður,
og sum heldur ikki
eru umvældar enn.
Í New Orleans, Biloxi og
øðrum býum fram við
amerikonsku suðurstrondini
fara fólk ongantíð at gloyma
tann 29. august í 2005. Tann
dagin fingu tey av álvara at
kenna, hvussu sterkar og
oyðandi náttúrukreftirnar
kunnu vera, og hvussu
lítið mannagjørd verjuvirki
muna, tá náttúran av álvara
spennir seg út.
Meinast raktur var stór
býurin New Orleans. Av
teimum 1.836, sum lótu lív
í ódnarveðrinum, vóru 1.577
úr New Orleans. Tað var
ikki vindurin, sum kostaði
teimum lívið, men tann
stóra vatnflóðin, sum legði
tað mesta av býnum undir,
tá byrgingarnar fram við
Meksikanska Flógvanum og
Mississippi-ánni fóru.
Tað vóru serliga eldri
fólk, sum doyðu. Sambært
hagtølunum vóru 40 prosent
oman fyri 75 ár og 60
prosent oman fyri 65 ár. Eftir
sjónvarpsmyndunum úr New
Orleans vóru tað serliga tey
svørtu, sum fingu sviðan
av Katrinu, men tað var
ikki so løgið, tí 67 prosent
av fólkinum í býnum vóru
svørt. Hinvegin vísa tølini, at
lutfalsliga mong hvít doyðu.
Tá ódnin herjaði býin, vóru
28 prosent av fólkinum hvít,
men 39 prosent av teimum,
sum doyðu, vóru hvít.
Vánalig tilbúgving
Katrina
avdúkaði,
at
hvørki tann lokala ella tann
landsumfatandi tilbúgvingin
virkaði eftir ætlan, og at
tær vóru als ikki førar fyri
at átaka sær tær nógvu
og stóru uppgávurnar,
sum ódnin hevði við sær.
Harafturat avdúkaði ódnin,
at umsitingin á tilbúgvingar-
og hjálparøkinum virkaði
illa, og at í veruleikanum
vóru amerikanarar betur
fyrireikaðir til at hjálpa
neyðstøddum uttanlands enn
heima hjá sær sjálvum.
Í áravís høvdu serfrøðingar
ávarað
tann
politiska
myndugleikan um, hvat
kundi henda, um ein av
teimum ringastu ódnunum
rakti láglendið fram við
suðurstrondini, men teir
høvdu ikki fingið ljóð í
Washington. Og tá Katrina
fór í land, var ov seint.
Teir lokalu lokalu myndug
leikarnir fingu heldur ikki
ljóð í Washington tann 29.
august í 2005, og tað vakti
stóran ans, at tað gingu fleiri
dagar, áðrenn George W.
Bush, forseti, legði leiðina
til suðurstatirnar at kunna
seg um skaðan. Har lovaði
hann, at stjórnin fór at játta
tann neyðuga peningin til
at endurbyggja tað, sum
var farið, samstundis sum
sterkari byrgingar skuldu
forða fyri, at sorgarleikurin
skuldi endurtaka seg eina
aðru ferð.
Bush helt orð, hvat pengu
num viðvíkir, tí stjórnin
hevur játtað meiri enn
100 milliardir dollarar til
endurbyggingina,
men
kortini hevur sjálvt endur
byggingararbeiðið gingið
ógvuliga seint. Tað kemst
serliga av, at myndug
leikarnir í Washington og
teir lokalu myndugleikarnir
í suðurstatunum eru ósamdir
um, hvat pengarnir skulu
brúkast til, og tí eru bara
góðar 40 milliardir dollarar
brúktir higartil.
Og árstíðin við ódnum
í Karibiska Havinum er
byrjað!
Politikkur uppií
Í gjár var Bush aftur í
suðurstatunum og vitjaði í
sambandi við ársdagin.
- Her er nógv eftir at gera,
men tað er vón fyri stavn.
Í veruleikanum eru vit júst
farin undir eitt arbeiði,
sum fer at taka langa tíð,
segði forsetin, tá hann hitti
borgarstjóran í New Orleans,
Ray Nagan, ið gjørdist
kendur um allan heimin fyri
einum ári síðani.
Í november verður miðval
í USA, og Katrina er vorðin
partur av valstríðnum.
Demokratarnir vísa á, at enn
ganga børn í New Orleans í
skúla í stórum lastbilum, tí
skúlarnir vórðu oyðilagdir
fyri einum ári síðani, og at
tað er stjórnin í Washington,
sum hevur skyldina av, at
endurbyggingin gongur so
seint. Fleiri vilja eisini vera
við, at stjórnin hevur ikki
lagt so stóran dent á málið,
tí tey flestu, sum vórðu rakt,
eru svørt.
Bush viðgekk í gjár, at
Katrina hevði givið amerikan
arunum nakað at hugsa um,
men hann avsannaði, at
húðaliturin hjá teimum raktu
hevur ávirkað arbeiðslagið
hjá stjórnini.
- Tann, sum sigur tað,
roynir at gera sær dælt av
einum álvarsmáli, segði
forsetin.
Eitt ár síðani Katrina fór
upp á land
George W. Bush, forseti, og borgarstjórin í Biloxi, A. J. Holloway, spákaðu sær ein túr í býnum í
gjár. Biloxi fór illa av ódnarveðrinum fyri einum ári síðani.