Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 165 - 29. august 2006 Stutt sagt Ísraelski forsæt­is­ ráðharrin, Ehud Ol­mert, vil ikki hoyra talan um at lata eina óhefta nevnd kanna krígs­ førsluna í Libanon. Hann vísir á, at ein tílík nevnd hevði ikki havt myndugleika til at reisa ákæru ímóti nøkrum, og tí heldur hann tað vera nyttuleyst at kanna viðurskiftini. Samstundis gjørdi hann greitt, at hann átekur sær alla ábyrgd av tí, sum hendi, tí tað var hann, sum tók tær týdningarmestu avgerðirnar í sambandi við kríggið. - Tað var eg, sum tók av­gerðirnar, og tí havi eg ábyrgdina, segði Olmert, tá hann í gjár vitjaði býin Haifa, sum varð raktur av Hizbollah-rakettum fleiri ferðir. Ísraelska stjórnin hevur verið fyri hvøs­s­um at­­ finningum í sam­bandi við kríggið við Hizbollah, og fyri nøkrum døgum síðani vísti ein meiningakanning, at ein meiriluti av ísra­ elska fólk­i­num vildu hava forsætis­ráðharran, verju­­­ mála­­ráð­harran og verju­ ovastan at leggja frá sær. Eingin kanning Óneyðugt við kanning, sigur ísraelski forsætisráðharrin. Nógv arbeiði og góð løn fáa eysturevropearar í stórum tali at leita sær til Danmarkar at arbeiða Nýggj tøl hjá Arbeiðs­mark­ n­aðarstýrinum vísa, at í løtuni arbeiða 7.766 eystur­ evrop­earar í Danmark, og tað er tvær ferðir so nógv sum fyri einum ári síðani. Tølini vísa, at tað eru serliga pólendingar og litavar, sum fara til Danmarkar at arbeiða. Tað eru ikki bara hand­ verk­arar, sum koma úr Eysturevropa. Eitt nú eru 250 fólk komin til Danmarkar at bera bløð út, og hetta talið fer ætl­andi at veksa nógv, tí eystur­evropeararnir kunnu tjena tíggju ferðir meiri í Danmark enn í heimlandinum, sigur DR. Til Danmarkar at arbeiða Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore heldur, at demokratiið í fleiri londum er í vanda, tí tað eru pengar, sum stýra fleiri av teiumum týdningarmestu fjølmiðlunum. Sum dømi nevnir hann Italia, har Silvio Berlusconi stýrir ein­um stórum parti av miðl­unum, og í Russlandi hevur Vladimir Putin, for­ seti, avgerandi ávirkan á, hvat fjølmiðlarnir siga um politisk viðurskifti. Støðan er einki mætari í USA, sigur Al Gore. Tann politikari, sum hevur flest pengar, fær betri senditíð í sjónvarpinum og betri pláss í bløðunum enn tann, sum hevur minni pengar. Júst slíkt hevur avgerandi ávirkan á amerikanskan politikk, og tað er ein vandi fyri demokratiið, sigur hann. Síðani Al Gore tapti forsetavalið ímóti Bush í 2000, hevur hann verið sera virkin í orðaskiftinum um veðurlagsbroytingar, og hvat kann gerast fyri at tálma teimum. Men hann tekur eisini lut í orðaskifti um onnur mál. Demokratiið fyri ágangi Tann 64 ára gamli Arthur Schwartzmiller kann fáa lívlanga fongsulsrevsing. Í hesum døgum viðger ræt­ turin í amerikanska býnum Santa Clara eitt óhugnaligt mál. Løgreglan hevur ákært tann 64 ára gamla Arthur Schwartzmiller fyri at hava misbrúkt tveir 12 ára gamlar dreingir kynsliga og fyri at hava brotið lógina um barnaporno. Verður maðurin funnin sekur, kann hann fáa lívlanga fongsulsrevsing. Løgreglan í Kalifornia hevur illgruna um, at málið snýr seg ikki bara um teir báðar 12 ára gomlu dreingirnar, tí tá løgreglan rannsakaði íbúðina hjá Arthur Schwartzmiller, fann hon lumma­bøkur við einari rúgvu av nøvnum. Út frá hesum hevur løgreglan illgruna um, at maðurin kann hava misbrúkt fleiri hundrað dreingir, og tí kann málið vera tað ringasta av sínum slagi í USA nakrantíð, skrivar AP. Tað er heldur ikki vist, at Arthur Schwartzmiller bara hevur misbrúkt dreingir í kalifornia. Tá hann varð tikin, búði hann í statinum Washington saman við einum øðrum manni, sum fyrr er dømdur fyri at hava misbrúkt børn kynsliga í 18 førum. Løgreglan í Kalifornia vil ikki siga so nógv um Arthur Scwartzmiller, men ein fyrrverandi verji hansara sigur við AP, at maðurin er eitt sindur egin og sera gløggur. Misbrúkt fleiri hundrað dreingir Ein kurdiskur felagsskapur ræður útlendingum frá at koma til Turkalands at halda frí. Ikki færri enn fimm bumbur brustu í Turkalandi í gjár, og fýra teirra vóru ætlaðar ferðavinnuni. Tríggjar brustu í Marmaris og ein í Antalya. Í Antalya lótu trý fólk lív, og í Marmaris vórðu minst 21 fólk særd, teirra millum 10 bretsk ferðafólk. - Vit kvikaðu okkum út úr matstovuni. Uttanfyri sóu við ein lítlan buss, og kring hann lógu fleiri fólk. Men vit høvdu ikki stundir at hyggja at teimum, tí tað ráddi um at slepp a sær burtur haðani, sigur bretski ferðamaðurin Rob Laughton við Sky News. Turksiku myndugleikarnir drálaðu við at geva nøkrum skyldina av bumbu­spreing­ ing­unum, men í gjárkvøldið kunngjørdi ein kurdiskur felagsskapur, at hann hevði lagt bumburnar í Marmaris og Antalya. Á heimasíðuni ávarar felagsskapurin út­­ lend­ingar ímóti at koma til Turkalands at halda frí, tí tey kunnu ikki kenna seg trygg har. Tað er ikki greitt, um talan er um sama felagsskap, sum sprongdi eina bumbu í Antalya í juni í fjør. Ta ferðina doyðu fýra fólk, og 25 vórðu særd. Umleið 1.500 danskir ríkisborgarar halda frí í Antalya-økinum í hesum døgum, og uttanríkisráðið í Keypmannahavn vil ikki ráða fólki frá at fara til Turkalands at ferðast. Ein talsmaður hjá uttanríkisráðnum segði í gjárkvøldið, at vandin fyri yvirgangi er ikki størri í Turkalandi enn so nógva aðrastaðni. Aftur bumbur eftir turkisku ferðavinnuni Bumban í Antalya drap trý fólk og særdi minst 21. útlond Fremmand ferðafólk skulu ikki kenna seg trygg í Turkalandi kurdiskur felagsskapur) SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800