Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2006 15 tíðindi Leygardagur er. Í kollektivu íløt­ unum hjá Bygdaleiðum hevur man ein sjáld­saman møguleika fyri at umsita seg sjálvan, alt eftir út­sýni og áhuga. Hend­an dagin man Sundalagið vera líka so vakurt, sum hin dagin Rikard Long gav okkum hin einastandandi vakra sól­ skinssangin, yrktur hes­um leiðum til heiðurs. Skála­fjørðurin liggur í sil­vikni, vakrari enn nakrantíð. Hesi leik­tjøldini eru skapt av almáttugari hond og verða standandi, ímeðan jarð­ar­lívið er avmált frá vøggu í grøv. Spennið frá gleði til sorg so øgiligt. Ymiskt er tó, hvussu stund­ isliga vaktarskiftini eru, frá fullum blóma til markið har skroypu­ ligheitin sleppir sálini og flytur hana í eitt annað ljós at vera. Hetta skuldi gerast ein dapur dagur. Synir og abbasynir bóru heiðamannin, Kjartan hjá Jústnesi, út á leiðið í kirkju­garðinum á Glyvrum. Í allar mátar ein skila­ mað­ur, sum brúkti sítt høvd og sínar lógvar at lynna undir sam­ felagið. Ein av frontsoldátunum á skipsdekki og á flakavirkjum. Gavst ikki á hendur fyrrenn hann var farin um trý fjerðings hundrað og jarðiska skroypuligheitin fór at pikka á dyrnar. 79 ára gamal settist hann nú við Harrans føtur. Skyldmenn hansara skuldu hetta sama kvøldið hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Gestir. Omm­­an í Útiguttastovu og Kjartan vóru trímenningar. Vit, oddvitarnir í Gest­um og undirritaði, eru ríviliga skyldir í hinum legginum. Liggja mið­skeiðis í komplexu íleguni, sum hevur sítt upphav fyri oman Oyruna í Syðrugøtu. Eru annar og triði og triði og fjórði – ella øvut. Størri fær samankókið valla verið, men hvaðani tónleika­tal­ entið kemur er ein meira víð­ fevndur spurningur. Kanska frá lang­abbanum, Finninum Lítla, Havna-Jákupi, Jákupi Hansen, sum eigur fleiri sangir í Føroya Fólks Songbók. M.a. Fagurt ert tú, fosturlandið. Abbin hinumegin, Ólavur Gregersen, var ikki heilt eiðasørur heldur, táið tað galt um orðasmíð, og høvdu stundir og lív hansara verið meira rúmsátt, høvdu ivaleyst fleiri dýrmætir dropar fall­ið í føroyska mentanararvin úr hansara fjøltáttaða heila og sinni. Hevði sett mær fyri at hoyra teir hetta kvøldið, so eg fekk sonin at stima meg yvir á Streymoyarlandið. Ein mjørkaflóki hevði sogið seg fastan á Tangafirði, smoygdi sær varisliga niður yvir yvirtromina á Raktanga, soleiðis gjøtlaðu vit til miðis eftir lítla lotinum, sum kom andandi sunnan úr havinum. Knút Háberg introduseraði. Fyrstir á pallin vóru blaðungu menninir í Story Ends. Fleiri hava helst sæð teir í urtagarðinum hjá Meinhardi Mikladali fyri kortum og í kvøld skuldu teir fáa varma í áhoyrarafjøldina, saman við Kára Sverrisyni, áðrenn teir etableraðu í Gestum skuldu førka, tranformera, ylin í mergin á teimum mongu, sum høvdu lagt sær leiðina fram við hesum megnarskála hetta kvøldið. Daprir dagar hava lyndi til at eskalera. Litirnir gerast døkkari. Nýansurnar fjara burtur. Til endans stendur tú úrklæddur í sortanum. Á botni. Ein sjokkbylgja fór ígjøgnum hesa norðurlendsku háborgina, táið sjarmerandi og óspilti frontmaðurin í Story Ends, Filip Mortensen, tveitti guit­aran um herðarnar, spákaði hug­tungur yvir til mikrofonina og boðaði frá, at Karl Anton Klein var deyður. Og so legði hann afturat, at teir neyvan høvdu verið pallsettir, tíansheldur verið ein bólkur, um Karl Anton ikki hevði havt virkað sum innpískari í tónleikalívinum hjá teimum yngru í høvuðsstaðnum øll hesi seinastu árini, sálin, sum fleyg millum tónarnar á Margarinfabrikkini. Eitt flott state­ment hesin ungi maðurin varpaði út í salin, og sum bleiv hangandi uppi undir tróðrinum konsertina á tamb. Kenni hann ikki, men veit hvør hann er, plaga føroyingar at siga um fólk, sum tosað verður við í ferðini, men sum ein ikki kennir inn á bein. Soleiðis var tað við Karl Ant­ on. Kendi hann ikki. Á longu reis­unum yvir høv plagdu vit at spæla karráa Plastnoist rokkin, táið sálin so av og á hevði tørv á at flippa út. Seinri hoyrdi eg hann á onkrari konsert. Ein sjáldsamur figurur, ein filurur, lutaður saman til ein av hesum vælsignaðu orig­ in­alunum, sum vit tíanbetur eiga so mangar av. Sum gera lívið á hesum útskerum vert at liva. Lita hválvið so vakurt, at ikki slepst burtur higani, í hvussu er ikki fyrr­enn deyðin hevur hugt at tonn­ unum fyri seinastu ferð. Síðani pallsetingina í politisku skip­an­ini og man gjørdist ein partur av høp­inum kring Tinghúsið, havi eg ofta og stund hitt Karl Anton. Ikki í politiskum ørindum, ikki so frægt at eg veit hvør observansurin var í so máta, men heldur tilvildarliga í kantinuni á Sjómansheiminum, har tingmenn vanliga matskaffa dagarnar tingið er saman, ella í Svimjihylinum. Vit komu altíð í prát. Mest um ítriv og møguleikar hjá føroyskum ungdómi. Tað var sjónligt, kom fossandi út í gjøgnum rivjabeinini á honum, at hann hevði latið sítt hjarta til hesi blomstrini í fjøldini, sum ikki høvdu tey kon­ venti­onellu áhugamálini. Men, sum harfyri vóru sprænfull av talentið og kreativiteti. Kanska var hann høvuðsíbirtarin til, at eg fyri tveimum árum síðani legði uppskot til samtyktar fram á ting, um at skipa ungdóminum fleiri spælistøð kring alt landið. Hann hevði jú prógvað, at tað bar til. Gjørt Margarinfabrikkina til eina oasu í eini annars uppturkaðari oyðimørk. Ein dagin gingu vit nakrir nið­ an ígjøgnum Niels Finsensgøtu. Ljóð­bylg­urnar floymdu om­an­ eftir hesum kenda stræti, komnir niðan ímóti Auto síggja vit nakrar smádreingir á parkeringsplássinum ímillum Auto og Vertshúsið. Eitt ensambul sum vildi nakað, teir buldraðu alt tað teir orkaðu, og miðskeiðis í rokanum gekk Karl Anton, sum ein annar herførari, sum ein góðsligur generalur, og royndi at leggja teimum lag á. Hetta var hansara rolla. Stórtreivst í hesum. Hevði funn­ ið sína hill í lívinum, sum gjørdist so virðismikil fyri so mong av okkara góða ungdómi. Kom altíð at hugsa um skiparan á Fulton, táið eg bar eyga við hendan vinsæla vestmenningin. Mog­ens Frohn-Nielsen, idealistin, sum gav ungdóminum lívið, og bjarg­ aði so mongum burturúr lívsins ræðu­leikum. Við einum øðrvísi og meira praktiskum pedagogikki enn hon­um sum lærubøkurnar van­ liga halda vera loysnin á heimsins dárskapi. Harvið verið ikki sagt, at ung­ dóm­ar­nir ið flokkaðust kring Karl Anton høvdu farið úteftir lívsins tangentum, men ongin ivast í, at hann gav teimum eina dimensión í sálina, sum kemur at ríka teimum alt foldarlívið. Sum flestu vestmenningar var hann rættiliga líkatil, róligur og óluksáliga ber­søgin. Veit ikki hvørjum materiali fundamentið hjá vestmenningum er stoypt úr, men tað er sum bergið, og teir lata seg treyðugt taka av fótum. Sveiggja allir sum ein í eini merkiligari javnvág. Í øllum lívsins lutum. Iva­ leyst hevur hann onkuntíð verið stræv­in fyri onkran, tí avrokningin var ógvuliga kontant hvørja ferð, táið hann var í orðadysti, men sjáldan, ella ongantíð, mundi tað vera illani meint. Tað var hjartað ov gott til, og tí virkaði hann sum ein magnet, sum ein flugufangari, í ungdómskervinum í høvuðsstaðnum. Hann er eitt av teimum fáu ind­i­vid­un­um, sum flyta seg úr menniskjaskapi og verða ikon­­i­serað. Óangrípuligur. Og forævigaður í kykmyndini, sum Malm­ros gjørdi um skaldsøguna hjá skyldmanninum Jørgen Frantz. Í leiklutinum sum Sámal á Vipp­uni, svøvn­skarvurin, sum skuldi hava dúr­að eina grind burtur, ið lá og grind­að­ist útfyri skansaboðunum. Hesum var hann í hvussu er argaður við í handl­ inum, táið havnamenn stungu til hvønnannan. Gestir standa nú á pallinum. Bøla­ niða. Spakuliga vera vit leidd inn í myrkrið, flókarnar, brimbrotið, sum herjar markleysu ferðina inn í universið hjá skyldmonnunum í Gøtu. Hóast tónleikaskilið er lítið, so hevur ein varhugan av, at hesir fýrarnir hava funnið eitthvørt í musikkrúminum, sum er unikt. Samspælið hjá Ólavi, Tórfinni, Jógvan Andreasi, Niels Ják­upi og Knúti er nærum perfekt. Teir kenna hvønnannan. Vita av hvør øðrum. Ein dapur dagur gerst dapr­ ari. Men hetta er teirra stílur. Teirra image. Hetta er teirra ventilur ímillum tónleikin og fólkið. Teir fylla rúmið. Og hetta er hin sjáldsami tónleikurin, sum ljóðar bet­ur fyri hvørja ferðina, tú leggur oyruni til. Havi lurtað eftir hesi ný­komnu fløguni fleiri ferðir og ymsu fasetturnar, sum spretta úr svørð­inum gerast bara fleiri. Hetta boðar frá góðum. Og ongin ivingur er um, at hetta er eitt orkestur, sum eigur eina gylta framtíð. Orsakað av originala stílinum og ikki minst tí at teir hvør sær eru nakrir av okkara bestu tónleikarum. Funda­mentið so væl stadnað. Knút feno­menalur á tangentunum. Niels Jákup hollur á bassinum og eg haldi meg ikki hava hoyrt ein so góðan trummubukara sum Jógvan Andreas síðan Ginger Baker legði grundina undir guitar­ spælið hjá Eric Clapton og Jack Bruce í superbólkinum The Cream. Tórfinnur, sum varierar guitarspælið so sera væl, at tú við­hvørt ivast í, um hann er ein samanflættað reinkarnatión av Jimmy Hendrix og Hank B. Marvin. Ein kona, sum situr undir liðini á mær spyr, nær ið vit fara at síggja fjesið á sangaranum. Svarið er, at tað fara vit ongantíð. Image´ið fornoktar seg ikki. Og frontmaðurin og sera góði sang­ ar­in er sjálvur eksponenturin, nú ferðin er byrjað inn í døkka universið hjá Gestum. Individini hava ongan týdning – bara hug­ lagið og musikkurin. Konsertin er at enda komin. Konsertin táið deyðsboðini komu um rokkaran og ungdómsvinin Karl Anton Klein. Da capo. Gestir verða klappaðir uppaftur. Og nú kemur ein grand finala, sum neyv­an eigur sín líka í føroyskari tónleikasøgu. Mjørkaflókarnir eru nú turkaðir til døgg. So flott framborið, at tað stendur á hvørjum nagla. Húsið livir alt sum tað er. Lakoniskt verður hugsað, at skuldi hjartað á Karl Antoni bresta, nú hann bara hevði rokkið meðalaldur, gævi at tað so hendi í hesi fantastiska flottu finaluni hjá Gestum, tá hevði flamboyanti rokkarin úr Vestmanna fari higani úr tí rúminum, sum hann treivst og virkaði í. Heilt ella nærum heilt til endans. Myrkrið verður til ljós. Dyrnar gloppast. Borglið gerast breið. Fyri fótum tínum liggur Havnin, sum skaldið sigur, sum gomul kona í inniskóm. Spakuliga hvørv­ ur tú sjálvur út í myrkrið ímeðan Kjartan og Karl Anton eru farnir í annað og betri ljós at vera. Latent undir øllum reka sjóvarføllini hjá Gestum. Álopnir av myrku og døpru vetrunum, mjørka­flók­ un­um, sum herja summ­arið og brim­inum sum í allar ævir og áhald­andi fer at bróta niðan undir húsini hjá ommuni í Útiguttastovu í Syðrugøtu. tórbjørn jacobsen Ein flókadagur á markleysu ferðini Hugleiðingar eftir andlát