Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 165 - 29. august 2006 Gunnar Guttesen Band slapp at enda fyrsta kvøldið á Fjarðafesti­ valinum, og tað gjørdu teir við manér. Tað vóru nakrir sera gávu­ ríkir tónleikarar, sum stóðu á pallinum til seinast í kvøld. Konsertin við Gunnar Guttesen varð liðug tveir tímar seinni enn ætlað. Hetta var sera keðiligt, tí at tað vóru fá fólk eftir til ein annars frálíka konsert. Gunnar Guttesen er ein tann gávuríkasti tónleikarin í landinum. Summi halda, at eing­ in annar er so gávaður sum Gunnar. Tað er torført at lýsa stílin hjá teimum. Teir spæla sera eksperi­ ment­erandi. Teir geva rúm til improvisasión, so at tónleikararnir sleppa at útfolda seg. Tað er sera áhugavert at hoyra tey nógvu ”of-beat´ini” og øðrvísi akkordirnar. Tónleika­liga var kon­ sertin í topp. Tað var einans spell, at tað vóru so fá fólk eftir, men klokkan var vorðin so nógv, og tí vóru tey flestu farin til hús. Direct Level – beinleiðis sveimandi Direct Level høvdu eina góða konsert, og teir rokkaðu væl, hóast tað ikki vóru nógvir áhoyrarar eftir. Direct Level hevði næst­sein­ astu framførsluna á Fjarðafestivalinum. Nógv vóru farin heim, eftir at Michael Tait hevði framført. Tey, sum lurtaðu eftir, livdu tó væl við. Stílurin hjá Direct Level er sera melankolskur og sveimandi, og tí var tað eingin ”flipp-út” konsert. Teir spældu nógvar kendar sangir, men eisini onkrar nýggjar. Skráin hjá teimum varð eitt sindur skerd, tí at bólkarnir vórðu eitt sindur seinkaðir. Forsangarin Dan hevur eina góða rødd. Hann er hásur, og hann hevur sera gott tamar­ hald á røddini, tá ið hann syngur fasett. Tó syngur hann í so ótýði­ ligt, og orðini leypa saman. Direct Level spæla sera væl, og alt hug­lag­ ið verður broytt eftir teirra tykki. Tó kann tað gerast eitt sindur eins­táttað at lurta eftir teim­um, tí at teir taka so nógv uppaftur og vevja leingi í somu strofu. Men hetta er eisini ein partur av teirra stíli, og gevur tað eitt serligt huglag. Sum heild ein góð kon­ sert frá Direct Level. Svenski bólkurin spældi beint áðrenn Michael Tait fór á pallin á stóra pallinum. Teir fingu áhoyrararnar at hoppa og syngja við. Hóast hetta vóru teir tónleikaliga ikki betri enn nógvir av teimum føroysku bólkunum. Forsangarin stóð ikki í frið eina løtu. Hann hoppaði og dansaði, og megnaði soleiðis at fáa áhoyrararnar at nærkast pallinum og at liva við. Forsangarin sang væl, men í ein­støk­ um støðum ljóðaði tað falskt. Eg gangi út frá, at monitorurin ikki hevur verið nóg hart frá, og at hann tí ikki hevur hoyrt seg sjálvan, tí at hann kláraði væl teir høgu tónarnir annars. Hatta við monitorunum hevur verið ein trupulleiki hjá fleiri bólkum, sum hava spælt innandura. Føroysku bólkarnir kunnu læra av Remission. Teir duga at framføra og marknaðarføra seg sjálvar. Nógvir føroyskir bólkar hava sera góð tónlistarlig evni, men teir duga ikki eins væl at “performa”, sum teir útlendsku. Remission vóru eitt frískt innslag, og teir dugdu væl at bera teirra glaða boðskap fram. Svenskir undirhaldarar Forsangarin stóð ikki í frið eina løtu Gunnar Guttesen Band er klassi