Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2006 21 Nightlight endaðu við lovsangi Síðsta innslag á Fjarða­ festivalinum hesaferð vóru skotsku Night­ light. Teir megnaðu at draga tey fólkini, sum vóru eftir, til útipallin. Tó vóru ikki nógvir ahoyrarar eftir. Helst millum annað tí at framførslan hjá teim­ um var rættiliga seink­ að. Skotarnir dugdu væl á pallinum. Teir virkaðu lítillátnir og líkatil eins og flestu føroyingar, og tí tóku áhoyrararnir teir til sín. Teirra stílur er sera ávirkaður av lovsangstílinum, og nógvir av sangunum hjá teimum kundu verið sungnir til møtir. Teir minna um kenda kristiliga bólkin “Deli­ri­ ous”. Forsangarin hevur eina góða rødd, og hann syngur nógv í fasett. Tónamyndin var góð við taktføstum bassi, góðum trummu­ spæli og sveimandi gittarspæli. Dámligu skotarnir hava fólkatokka. Stíl­ur­ in hjá skotunum talaði nógv til áhoyrararnar. Fólk sungu við, tá ið teir sungu teirra egnu útseting av gamla missiónssanginum “O, veldis Gud”. Teir snakk­ aðu eisini um komandi landsdystirnar í fót­ bólti millum Skotland og Føroyar. Konsertin hjá teimum var væl egnað til at enda festivalin við. Soleiðis endaði Fjarða­festivalur­ in við einari hálva­ vegna lovsangs­kon­ sert. Konsertin hjá Nightlight var mestsum ein lovsangsløta Mynd: Álvur Haraldsen Kristina Bærentsen hevði eina frálíka fram­ førslu við friðarligum og tungum sangum. Hon megnaði væl at bera framførsluni við røddini, sum fylti sera nógv. Kristina Bærentsen var fyrst á pallinum í dag aftaná barnatiltakið. Hon hevði fingið trummu­­spælara, bass-spælara og ljóms­ borðsspælara við sær. Kristina er sera berandi í framførslu sínari. Hon hevur eina kraftiga og vakra rødd. Røddin kom serliga til sín rætt í tungu útset­ing­ini av gamla sálminum ”Gud er Gud”. Sangurin ljóðaði sera væl, og áhoyrararnir livdu væl við. Tað er djarvt at stilla seg upp sum einsamallur sangari, tí at tú mást fylla alt hølið bæði við tínari rødd og tínari persónligheit. Hetta halt­aði í onkrum friðarligum sangi, men í flestu sangunum megnaði hon tað sera væl. Hon stóð fram sum ein rættilig “Diva” á pallinum. Kristina hevur ikki gávurnar av ókendum. Hon er dóttir navnframa sangaran Alex Bærentsen, Kristina syngur av hjarta Mushmellows megnaði við sínum øðrvísi stíli ikki at draga teir nógvu áhoyrararnar til, men fram­ førslan var fín. Forsang­ar­innan Maiken hevur eina ópoleraða rødd, sum riggar væl til stílin hjá bólkinum. Í bólkinum Mushmellows eru fýra limir. Forsangarinnan Maiken hevur eina lága og eitt sindur hása rødd, sum riggar væl til stílin hjá teimum. Hon spældi eisini gittara. Tað er ikki hvønn dag, at tú sært eina kvinnu spæla elektriskan gittara í einum alternativum rokkbólki. Stílurin er rættiliga øðrvísi. Her er als ikki talan um eina fitta kvinnu, sum syngur friðarligar melodi­øs­ ar sangir. Løgini er rá og ópoler­ að, og tað er røddin hjá henni eisini. Onkuntíð rakti hon tónan ein hálv­ an undir, tá ið hon skuldi syngja høgt, men tað riggaði fínt til stílin. Serliga stuttligt var tað at hoyra tey spæla “I just can´t get you out of my head” hjá Kylie Minoque. Tey høvdu sjálvandi broytt tekstin eitt sindur, og hann varð fram­ førd­ur uppá ein melankolskan máta. Kul! Tónleikararnir eru sera góðir. Bass­urin var fundamentalur í framførsluni. Sum heild var tað ein fín avslappað framførsla Ekklesia sungu kendar eldri sangir, sum serliga tey eldru kendust við. Summir vóru “upp-poppaðir” eitt sindur, og tað riggaði væl. Ekklesia eru væl kendir í møtihøpi, og tí kendust teir flestu av áhoyrar­ unum bæði við sangirnar og limir­ nar í bólkinum. Ekklesia syngja glaðar sangir og meira friðarliga inniligar sangir. Sum heild komu teir heilt frá uppgávuni, hóast teir sýndust at hava eitt sindur av tru­ pulleikum við monitorunum. Av tí sama gjørdist tað av og á eitt sind­ ur falskt, men teir funnu skjótt tón­ an aftur. Forsangararnir høvdu fingið ungar tónleikarar afturat sær, og teir fingu “upp-poppað” onkrar sangir. Til dømis varð gamli sjelarin “Siglir tú lívsins hitt stormandi hav” spældur í einari rokkutari versión, og tað var væleydnað, hóast tað var sera øðrvísi. Ein góð konsert, sum ikki veruliga fekk áhoyrararnar á gos, men tað er nokk heldur ikki ætlanin. Ekklesia við góðum gomlum skein ígjøgnum