Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 165 - 29. august 2006 Hann stóð har við rocki og sang Tað er væl av áhoyr­ arum í høllini. Flestu teirra eru komnir nakað til árs, men eisini nógv ungt fólk er komið fyri at lurta eftir enn einum bólki, ið skal framføra sín tón­leik. Flestu teirra kenna Eyðun her hann er á heimavølli í Kelduni. Hann er virkin tón­leik­ ari og lovsangsleiðari í samkomuni. Og júst farin um tey fimmti! – Gott nokk eri eg ein gamal gubbi, men mær dámar so sanni­ liga rocktón.... Seinasti liðurin í hes­ um orðinum hoyrist valla, tí Eyðun hevur longu sett í gongd við guittara sínum – rockguittaranum! Næsta lagið er byrjað. Hann hevur sungið tveir aðrar sangir, men nú kemur hann til tann sangin sum líkt er til at honum dámar væl – fyri ikki at siga allarbest at bera fram: Tað er ein kelda. Tað er tann sálarliga veiki William Cowper sum í síni tíð skrivaði vøkru orðini í sangi­ num. Orðini krevja sína rødd og sín per­ són at bera tey fram. Eyðun eigur bæði! Tað er tøgn í salinum hesa løtuna. Her vísir hesin royndi sangarin at slíkir sangir ikki bara skulu berast fram við líkasælu, men berast fram inniliga. Ikki eingang lygn Hann er ikki meiri enn liðugur við henda, tá tann næsti sangurin av sama slagi kemur fyri – ein ikki minni kendur sangur: Djúpt í synd eg sokkin var. Hann ger seg kláran, men má líka geva eitt gott orð við á vegnum: – Sangurin ljóðar víðari: “Skuldin hon tyngdi meg”. Og tað – tað er ikki eingang lygn!, sigur hann. Aftur her vísir hann við royndum sínum, at hann meistrar hetta at bera teir kendu sangirnar fram til tey ungu anno 2006 við eini nútíðar útseting av hesum kenda sangi­ num. Orðini eru so sig­ andi, og tey eru eisini júst í tráð við endamál hansara við sanginum: At peika á tann Jesus sum gav sítt lív fyri allan heimin. – Hann gav ikki bara sítt lív, men hann reis eisini upp frá teimum deyðu. Vit kunnu møta nógvum fólkum mill­ um ár og dag, men Hann er yvir teimum øllum, greiðir Eyðun frá, meðan hann fyrireika seg til næstan sangin - Krossfestur. Ella rættari: Tað er ikki hann sum skal syngja, hóast tað er Eyðun Jacobsens Band sum stendur á palli. Nú eru tað kór­ sangarar hansara sum skulu sleppa framat. Arvur Tað er ikki hissini kór­ sangarar hann hevur við sær á pallin – í roynd og veru er talan um tríggjar døtrar hansara. Tær sleppa ein fyri og onnur eftir at vísa at tær duga annað enn bert at syngja afturvið. Tær hava sanniliga arvað sanggávurnar frá pápanum – fyrst sang tann elsta teirra, Birgit Nónklett, síðani Kristina N. Hansen og at enda tann yngsta, Heidi Jacobsen. Hesar megnaðu ómetaliga væl at bera ørindini fram, og tað er ikki yvir at dylja, at tær vóru á hædd við nakrar av bestu rødd­ unum í landinum. Serliga Birgit hugtók áhoyrararnar við síni ráðu og sterku rødd. Vónandi verður meiri at hoyra til hana. Umframt góða tekst­ in var framførslan kryddað við góðum myndum á stórskíggja, sum vístu júst, hvussu nógv tað kostaði Jesusi at verða kross­ festur fyri 2000 árum síðani. Boðskapurin um hesa hending er líka aktuellur í dag. Stílurin er kortini ein annar! Fjarðafestivalur Snorri Brend Myndir: Álvur Haraldsen Eyðun Jacobsen hevur havt úr at gera við at fyrireika Fjarða­ festivalin. Men møðina hevði hann kortini legnað at leggja eftir seg onkustaðni, tá hann sjálvur fór á pall leygarkvøldið at syngja. Góðir gamlir sálmar og nýggjari tilfar sermerktu framførsluna. Hetta var kanska ein forsmakkur uppá fløguna, sum er á veg. Eyðun Jacobsen er gamal í garð sum sangari. Men orkuni og sanggleðini bilar einki Fløga á veg Seinni í heyst gevur Eyðun Jacobsen út fløgu við andaligum tónleiki. Talan er ikki beinleiðis um gospel­ tónleik, men andaligan tónleik sum ber brá av rokki og poppi. - Tónleikurin er ofta merktur av tí aukustiska, sigur hann. Eyðun hevur áður sagt við Planet, at á fløguni eru 12 løg. Níggju teirra eru sálmar í nýggjum hami, og síðan eru trý løg sum hann og dótturin hava skrivað. Tær tríggjar døtrar hansara hava arvað sanggávurnar. Tað prógvaðu tær tríggjar til fulnar á konsertini leygardagin – v.m. Birgit Nónklett, Kristina N. Hansen og Heidi Jacobsen