týsdagur 29. august 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindi
Nr. 165 - 29. august 2006
SAMBAND
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Ítróttur
Eg havi gjørt nógv býtt í lívinum, men eg havi bara gjørt
skaða á meg sjálvan og ikki onnur
Diego Maradona, heimsins besti fótbóltsspælari í sínari tíð
KÍ-kvinnur
mistu fyrstu
stigini
Sunnudagin varð
fyrsta umfar í
endaspælinum hjá
kvinnum spælt, og
fyri fyrstu ferð í ár
vunnu meistararnir
úr KÍ ikki sín dyst.
AB vann við brots
sparki í evstu løtu
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kvinnurnar eru nú farnar
undir sítt endaspæl í fót
bólti. Fýra tey bestu liðini
í grundspælinum eru far
in í ein meistarabólk,
har tey skulu spæla tvær
ferðir ímóti hvørjum
øðrum. Liðini fáa helm
ingin av stigunum frá
grundspælinum við sær
til endaspælið, og tí eru
kvinnurnar hjá KÍ langt
fremst og liggja til at
vinna FM.
Men sunnudagin klár
aði KÍ fyri fyrstu ferð í
ár ikki at vinna ein dyst.
KÍ spældi í Gøtu, og tað
var um reppið, at GÍ
vann dystin. Stutt undan
leikloki var støðan 2-1 til
GÍ, men so javnaði Rann
vá Andreasen fyri KÍ, og
úrslitið gjørdist 2-2.
KÍ kom betur frá
byrjan, og Kristina Eyð
bjørsdóttir skoraði longu
í 8. minutti. Hanna Isak
sen javnaði eftir ein hálv
an tíma, og nakað fyri
hálvleikssteðgin legði
hon GÍ fram um. Hendan
støðan helt sær til tríggjar
minuttir fyri leiklok.
Í hinum dystinum í
FM-bólkinum spældu
EB/Streymur og AB, og
her eydnaðist tað AB at
vinna dystin á Argjum.
Støðan var 0-0 í hálv
leikinum, men í seinna
hálvleiki vóru tað gest
irnir, sum løgdu seg á
odda. Maria í Brekkunum
skoraði málið.
AB javnaði við málið hjá
Elin Katrinu Haraldsen,
og stutt fyri leiklok fekk
AB brotsspark, sum mál
maðurin Simona Heinesen
setti í málið til 2-1 til AB.
Spælt verður aftur um
vikuskiftið, og tá hevur
KÍ enn ein truplan útidyst
– hesaferð á Eiði. AB skal
spæla á heimavølli ímóti
GÍ.
Í b-bólkinum hjá kvinn
um vann B36 5-0 á NSÍ,
meðan dysturin millum
HB og SÍ var av ongum.
Fyrrverandi venjarin
hjá VB, B36 og KÍ,
Tomislav Sivic, er
koyrdur úr starvinum
sum venjari í FC Voz
dovac, eftir at liðið
hjá honum tapti fýra
teir fyrstu dystirnar
í serbisku lands
kappingini
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í summar byrjaði Tomislav
Sivic í nýggjum venjarastarvi
í felagnum FC Vozdovac,
men úrslitini hava verið
vánalig, og í gjár fekk Sivic
sekkin í felagnum.
Fyrr í ár var ætlanin annars,
at Sivic skuldi gerast nýggjur
landsliðsvenjari hjá Uganda,
men fótbóltssambandið í
Uganda kundi ikki halda
tær avtalur, sum tað hevði
gjørt við Sivic, og tí varð
samstarvið av ongum. Ístað
in gjørdist Sivic venjari í
FC Vozdovac, sum spælir
í fremstu serbisku fótbólts
deildini.
Taptu fýra dystir
Kappingin í Serbia byrjaði
herfyri, og tað hevur gingið
illa hjá liðnum hjá Sivic.
FC Vozdovac hevur tapt
fýra dystir á rað, og tað var
ov mikið fyri leiðsluna í
felagnum, sum hevur sagt
Sivic úr starvinum.
Tað byrjað við tapi fyri
Reyðu Stjørnu og Partizan, og
tað var at liva við. Tapini ímóti
Smederevo og Banat vóru tó
ov tung fyri felagið, sum í fjør
endaði á fjórða plássi í bestu
serbisku deildini.
Í ár var ætlanin, at góða
úrslitið skuldi endurtakast,
og heiðursmerki og europe
iskur fótbóltur er málið hjá
felagnum.
Nýggjur venjari
funnin
Tomislav Sivic var í fleiri
ár venjari í Føroyum. Hann
byrjaði í VB í 1995, og í
1997 skifti hann til B36, sum
hann gjørdi til føroyameistar.
Í 2000 og 2001 var Sivic
venjari í KÍ, áðrenn hann
fór av landinum aftur. Síðani
hevur hann starvast heima í
Serbia.
Nýggjur venjari hjá FC
Vozdovac er 36 ára gamli
Dusan Jevric, sum er ættaður
úr Bosnia. Hann hevur áður
vant feløg í fremstu deildini
í Bosnia, og nú skal hann fáa
FC Vozdovac aftur á beina
kós.
Sivic
sekkjaður
í Serbia
Tomislav Sivic yvirlivdi ikki vánaligu byrjanina í serbisku kappingini, og eftir fýra
tap á rað fekk hann í gjár sekkin í felagnum FC Vozdovac
Mynd: Alexandar Djorovic
Formulaliðið
Ítrottarsosialurin mannar Formulaliðið
við leikarum, ið hava staðið seg væl í
21. leikumfari í Formuladeildini