Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 165 - 29. august 2006 ] Keflavík vann stórsigur Í gjárkvøldið spældi íslendska felagið Keflavík dyst í VIVA-steypakappingini, og her gekk sera væl. Keflavík spældi ímóti Víkingi á Laugardalsvøllinum, og Keflavík vann heili 4-0. Keflavík legði seg á odda í 22. minutti, og so hvørt dysturin leið, og Víkingur satsaði meira frameftir, fekk Keflavík fleiri kjansir. Teir skoraðu trý mál afturat seinastu 20 minuttirnar av dystinum. Vágbingurin Símun Samuelsen er ein av spælarunum á liðnum hjá Keflavík, og hann spældi við frá byrjan. Fáar minuttir fyri leiklok varð hann skiftur út. AGF-venjarin fær frið AGF hevur fingið vánalig byrjan í næstbestu donsku deildini. Roknað verður við, at stóra felagið úr Århus skal beina leið upp aftur í superliguna, men higartil hava úrslitini ikki víst tað. Ítróttarstjórin í AGF, Brian Steen Nielsen, staðfestir nú, at venjarin hjá liðnum, Ove Pedersen, er friðaður, og tað kemur als ikki upp á tal at siga hann úr starvi. - Ove ger eitt fantastiskt arbeiði við liðnum, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn úrslitini fara at vísa, sigur Brian Steen Nielsen við bold.dk AGF hevur fingið sjey stig fyri fimm dystir og liggur nummar seks í 1. deild. Eisini tey yngstu sleppa at royna seg í FM-kappingum í súkkling Súkkling Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tórshavnar Súkklufelag skipaði um vikuskiftið fyri væleydnaðari FM súkklu­ kapping í einkult­starti fyri børn. Kappingin var inni í Kaldbaksbotni, har børnini byrjaðu við bussskýlið inni í botninum. Tey súkklaðu út ímóti Kaldbak, har tey vendu, og so súkklaðu tey innaftur í botnin, har málið var við bussskýlið. Børnini vóru send avstað við einum hálvum minutti ímillum hvørt, og súkklaðu teinin upp á tíð. Felagið sigur, at tað var ymiskt, hvussu børnini kláraðu seg. Tað vísti seg tó, at tey, sum hava gingið til barnasúkkling í ár, gjøgnumgangandi kláraðu seg betur enn tey, sum ikki hava vant regluliga. Tó so, nøkur børn, sum ikki hava vant regluliga, men sum millum annað hava súkklað í skúla hvønn dag, kláraðu seg sera væl. Næsta barnasúkkling verð­ur ein kapping á fjalla­ súkklu seinni í heyst. Vinnararnir vóru hesir: Aðalbjørg Kristjánsdóttir (gentur –8 ár), Ragnar Kruse (dreingir –8 ár), Rakul Hansen (gentur 9-11), Egi K. Djurhuus (dreingir 9-11), Yiny Zhang (gentur 12-14) og Harald Joensen (dreingir 12-14). Meira upplýsingar um kappingina síggjast á heimasíðuni www.tsf.fo Børnini súkklaðu um vikuskiftið FM-kapping í einkultstarti, og tey vóru sera hugalig Børnini súkklaðu kapp MIF Top Run Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygardagin skipaði ítróttarfelagið í Mjørkadali fyri rennikapping niðan á Sornfelli. Hetta er ein hørð kapping, har rennararnir byrja við statoilstøðina í Kollafirði. Teir skulu síðani renna allan tann langa vegin niðan á Sornfelli, sum liggur í 680 metra hædd. Tað bleiv ein sera hørð og spennandi kapping, sum endaði við, at Sam Vang dróg longsta stráðið – men hann var bert eitt sekund frammanfyri nummar tvey, sum var Regin Zachariasen. Hetta er sera tepurt, tá hugsað verður um, at teinurin, sum tey renna, er 9,8 kilometrar langur, samstundis sum tað er mótbrekka at kalla allan vegin. Vinnaratíðin hjá Sam Vang var 45 minuttir og 12 sekund. Nummar trý gjørdist vinn­arin frá í fjør, Sigurð Justinussen í tíðini 45 minuttir og 47 sekund. Sigurð eigur eisini fram­ vegis metið á teininum, sum er 45 minuttir og 2 sekund. Bjørk setti nýtt met Hjá kvinnunum setti Bjørk Herup Olsen nýtt met, tá hon leygardagin rann seg á mál í tíðini 54 minuttir og 33 sekund. Hon tók sostatt næstan ein heilan minutt av gamla metinum, sum hon sjálv átti. Á øðrum plássi kom Rannvá Djurholm í tíðini 58 minuttir og 55 sek­ und, meðan Óluva Zacharia­ sen kom inn sum nummar trý í tíðini 1 tími 5 minuttir og 47 sekund. Tilsamans vóru tað 46 renn­arar, sum bjóðaðu Sornfellinum av í gjár og teir komu allir á mál. Mjørki var á Sornfelli, men vit frætta, at líkindini vóru góð at renna henda dagin. Hørð kapping um fyrsta plássið Ítróttarfelagið í Mjórkadali skipaði leygardagin fyri rennikapping niðan á Sornfelli. Hetta bleiv ein sera spennandi kapping, har vinnarin ikki bleiv funnin fyrrenn í evstu løtu Rennararnir runnu langa vegin niðan á Sornfelli, sum liggur í 680 metra hædd Sam Vang endaði mitt á sigursskamlinum í gjár. Regin Zachariasen var nummar tvey og vinnarin í fjør, Sigurð Justinussen, endaði á triðja plássi