Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 165 - 29. august 2006 ] AaB fær sjónvarpssending Felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen fær nú sína egnu sjónvarpssending. Mikudagin verður sendingin Half­ time send fyrstu ferð, og tað er ein tími við tilfari um tær ymsu ítróttargreinarnar í AaB. Sendingin verður send á rásini AN/TV, sum 45.000 húsarhald í Norðurjútlandi kunnu síggja. Næsta ár verður talið av hyggjarum umleið 110.000 húsarhald. Tað er framleiðslufelagið AM Production, sum saman við sponsorinum Spar Nord Bank, hevur tikið stig til sendingina, sm skal sendast einaferð um vikuna frameftir. Start-spælari tók taxa fyri 8.000 krónur Álopsspælarin Alex Valnencia hevur reyð oyru, eftir at hann sunnumorgunin svav ov leingi og gjørdist ov seinur til flogfarið, sum fleyg Start-spælararnar úr Kristiansand til dyst í Fredrikstad. Valencia noyddist at taka ein hýruvogn, sum koyrdi hann langa teinin til dystin ístaðin. - Eg havi biðið umbering hjá venjaranum, leiðsluni og spælarunum. Hetta skal ikki henda aftur, sigur Alex Valencia við Fedrelandsvennen. Rokningin fyri hýruvognin gjørdist 8.800 norskar krónur, men sannlíkt er, at Valencia fer eina bót frá felagnum fyri hendingina. Fáir skaraðu fram­úr, tá ið lands­liðs­spæl­ ararnir um viku­ skiftið vóru síðstu ferð í dysti, áðrenn teir fara at spæla í Skotlandi LANDSLIÐIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Næsta avbjóðingin, sum før­oyski fótbóltsheimurin hevur fyri framman, er tann í Skotlandi leygardagin. Takið hjá Jógvani Martin Olsen og hansara monnum verður av vaska døkka blettin burtur, sum tað var, tá ið tað í fyrstu avbjóðingini í nýggju EM undankappingini endaði við 6-0 tapi móti Georgia. Eingin ivi er um, hvat er tað allar týdningarmiklasta, sum spælararnir skulu stinga í taskuna, áðrenn teir fara frá húsum mikudagin. Tað er hug­burðurin, sum altíð hevur verið ovast á breddanum, tá ið Føroyar hava staðið seg væl, og tað er hugburðurin, sum nógvir høvdu gloymt, tá ið teir fóru á vøllin á Svangaskarði næstsíðsta mikukvøld. Útisetarnir Í vikuskiftinum vóru lands­ liðs­spælararnir í síðstu roynd­unum, áðrenn teir fara av landinum. Merkisvert fyri landsliðið er í løtuni, at nógv teir flestu spælararnir eru í feløgum í Føroyum. Útisetarnir eru færri, enn teir leingi hava verið. Jón Rói Jacobsen og Súni Ol­sen høvdu ivaleyst verið sjálvskrivaðir til Skotlands ferðina, um teir høvdu verið tøkir. Men báðir útisetarnir í Aalborg eru skaddir, og tað er Andrew av Fløtum í Fremad Amager eisini. Einastu útisetarnir eru Sím­un Samuelsen í Keflavík og Claus Bech Jørgensen í Coventry. Símun sigst í summar at hava staðið seg væl í íslendsku kappingini. Hann er fastur maður á liðn­ um hjá Keflavík. Í dystinum móti Georgia var hann millum teir fyrstu ellivu, men tað kann ikki sigast, at hann sannførdi um, at hann eigur sjálvsagt afturval nú leygardagin. Føroyskir spælarar, sum tey seinnu árini hava roynt seg í Íslandi, tykjast ikki hava ment seg nakað serligt. Rógvi Jacobsen er møguliga annað dømi um hetta. Áðrenn hann fór til KR, var hann framúr í HB. Síðani hann kom aftur til HB hevur hann í øllum førum ikki skorað so ofta, sum hann gjørdi, áðrenn hann fór avstað, hóast hann hevur havt positiva ávirkan á liðið. Claus Bech Jørgensen hevur ikki verið á liðnum í Coventry í fyrstu umførunum í hesum kappingarárinum. Móti Georgia var hann millum teir mest eyðsýndu í 1. hálvleiki, men hann kom ikki á vøllin eftir steðgin. Aftaru menninir Landsliðsmálverjarnir báð­ ir, Jákup Mikkelsen og Mein­hardt Joensen, vóru sunnu­dagin báðir á liðum, sum fingu fulla úrtøku. Eing­in bóltur slapp framvið Jákupi Mikkelsen í B36 málinum í Vági. Tvey mál fóru ígjøgnum hjá Mein­ hardti Joensen, tá ið KÍ spældi á Toftum. Annað var brotsspark, eftir at Mein­ hardt fyri fjórðu ferð í ár hevði bjargað brotssparki í landskappingini. Óli Johannesen gjørdi burtur av sær leygardagin. Einki mál fór ígjøgnum hjá TB, sum spældi móti teimum næstbestu hjá KÍ, og Óli skoraði eitt av seks málum í uppgerð, sum á ongan háttt kann sammetast við tað, sum liðformaðurin leygardagin verður partur av. Atli Danielsen var miðverji móti Georgia. Sunnudagin var hann á framrættaðum miðvallarplássi hjá KÍ. Við sínum góða bóltførleika var hann millum teir frægu, uttan at hann tó skar­aði framúr. Hinir báðir verjuspælararnir á listanum hjá landsliðsvenjaranum eru HB spælararnir Vagnur Mohr Mortensen og Janus M. Joensen. Vagnur var leik­ bann­aður sunnudagin. Tá ið Skála javnaði til 1-1, var tað eftir gjøgnumbrot í síðuni hjá Janusi, sum hevur staðið seg stak væl í ár. Miðvallararnir Á listanum hjá lands­liðs­venj­ aranum eru ellivu av teimum nítjan, sum hava fingið lands­liðsboð, skrásettir sum miðvallarar. Teirra millum eru teir báðir omanfyri nevndu útisetarnir. Landsliðsvenjarin plagar at siga, at honum dámar væl at hava fleksiblar spælarar, og soleiðis er tað eisini í hesum førinum. Eitt nú er Jákup á Borg, sum sunnudagin var kosin besti HB spælarin, mill­­um miðvallararnar á lands­­liðslistanum. Móti Georgia var hann vongverji í høgru, og sunnudagin var hann álopsspælari og einasti HB málskjúttin! Rógvi Jac­ obsen er eisini millum mið­ vallararnar á listanum. Bæði móti Georgia og á HB liðnum móti Skála sunnu­dagin var hann álops­spælari. Hanus Thorleifsson og Fróði Benjaminsen, sum misnýtti brotsspark, vunnu við B36 í Vági. Serliga Hanus hevur verið væl upplagdur í summar, meðan Fróði eftir drúgva skaðasteðgin hevur restað eitt sindur í, áðrenn hann aftur er á støðinum, sum áður hevur gjørt hann til kanska týdningarmiklasta miðvallaran av øllum. Bárður Olsen og Hans Pauli Samuelsen eru saman við restini av EB/Streymi flúgv­andi. Móti Georgia var hvørgin teirra millum teir fyrstu ellivu. Tað eigur at vera møguleiki fyri, at venj­arin hesa ferð hugsar um at geva Hans Paula størri leiklut. Bæði út frá tí sum hann vísti ta løtuna, sum hann var á vøllinum móti Georgia, og út frá tí sum hann hevur víst í landskappingini. Pauli G. Hansen og Kári Nielsen kappast um sama plássið á landsliðnum. Sunnu­dagin kappaðust teir móti hvørjum øðrum í Gunda­dali, men har stjól Nenad Stankovic meira mynd­ina við sínum framúr góða spæli. Og so er tað Juli­an Johnsson, sum var óvæntaða úttøkan hesa ferð, og sum kann vinna plássið frá báðum teimum omanfyri nevndu. Julian skoraði á Svangaskarði sunnudagin, og hugburðinum hjá honum bilar ongantíð nakað. Tá ið landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir veteraninum, so kann tað væl hugsast, at tað er tí, at hann ætlar at geva honum kjansin millum teir fyrstu ellivu. Álopsspælararnir Jónhard Frederiksberg kom við upp á avboð móti Georgia. Christian Høgni Jacobsen hevur verið fremsti álopsspælarin í Føroyum hig­ar­til í ár, og hann er topp­ skjútti í Formula deildini. Tær seinastu tríggjar ferðirnar hevur NSÍ einki fingið burturúr móti toppliðunum. Tað hevur eisini verið torført hjá Christiani Høgna. Serliga torført hevði hann tað sunnudagin, tá ið Piotr Krakowski hevði seymað yvirfrakka til mannin, sum tvær ferðir fyrr í ár hevur verið EB/Streymi boysin. Sor­in Anghel rann aftaná Christiani Høgna, og ta du­ellina vann rumenski álops­ spælarin hjá EB/Streymi. Áður hevur tað verið nevnt, at Sorin hevði ver­ ið góður at havt hjá lands­ liðsvenjaranum. Eingin ivi er um tað. Spurningurin er, um tað ikki skjótt eisini fer at verða pláss fyri hinum álopsspælaranum hjá EB/ Streymi, Arnbirni Hansen, millum teirra, sum fáa landsliðsboð. Arnbjørn telist ikki mill­ um teirra, sum í kvøld og í morgin fara at rigga seg til landsliðsferðina niður til Skotlands. Tað síðsta, sum teir nítjan, sum skulu avstað, eiga at stinga niður í taskuna og tað fyrsta, sum teir eiga at taka burtur úr taskuni, tá ið teir mikukvøldið eru komnir á gistingarhúsið í Glasgow, er rætti hugburðurin og stríðs­ viljin. Um hann verður í bag­ ag­ini, so er grundarlagið lagt fyri betri avriki og úrsliti enn móti Georgia. Næstan uttan mun til hvørjir ellivu fara á vøllin! Rætta viðførið skal í taskuna Mikukvøldið seta Jónhard Fredriksberg og hinir landsliðsspælararnir kós ímóti Skotlandi, har Føroyar spæla landsdyst leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen