týsdagur 29. august 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 165 - 29. august 2006
lýsingar
Innlendismálaráðið
Deildarstjóri til Náttúru-
lendis- og umhvørvisdeildina í
Innlendismálaráðnum
Við hesum verður søkt eftir deildarstjóra til Náttúru- lendis- og umhvørvisdeildina
í Innlendismálaráðnum.
Høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá deildini verða í fyrstu atløgu at gera uppskot til lóggávu
á náttúru-, lendis – og umhvørvisøkinum og at samskipa náttúrumál, lendismál
og umhvørvismál umsitingarliga.
Harumframt skal deildin umsita ymsa lóggávu, eitt nú náttúrulóggávu,
ognartøkulóggávu, matrikullóggávu, tinglýsingarlóggávu, lóggávu um fólkayvirlit,
byggi- og býarskipanarlóggávu og umhvørvislóggávu.
Deildin fær ábyrgdina av føroyskari luttøku í altjóða samstarvi á náttúru- og
umhvørvisøkinum.
Førleikakrøv
Tað er ein treyt, at umsøkjarar hava løgfrøðiliga ella fyri starvsøkið viðkomandi
kandidatútbúgving og hava góðan kunnleika til føroyskt mál. Harumframt verður
sett sum treyt, at teir hava hollar viðkomandi starvsroyndir.
Umframt omanfyristandandi verður væntað, at umsøkjarar duga og hava
innlit í leiðslu, og at leiðsluhátturin er í samsvari við virðisgrundarlagið hjá
miðfyrisitingini.
Løn og setanartreytir
Starvsheitið er deildarstjóri og verður lønt sambært 37. lønarflokki hjá
tænastumonnunum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanartreytir annars
verða sambært avvarðandi sáttmála.
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til:
Innlendismálaráðið
Postrúm 159, Tinganes
110 Tórshavn
og skulu vera Innlendismálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. september 2006.
Umsøkjarar kunnu fáa nærri upplýsing um starvið við at venda sær til Rúna
Joensen, aðalstjóra, á telefon 358080.
Frá Haldórsvíkar
Avhaldsfelag
Eydnuhjól, fiskibrunnur og matsøla verður sunnu
dagin 3. september kl. 16.00. Nógvir góðir lutir
s.s lomb, dukkur, bilar, fartlf. fjallstovur og nógvir
heimagjørdir lutir.
Vælkomin á eydnuhjól.
Nevndin
Søkt verður eftir lærara fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi
Søkt verður eftir lærara, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í sam
starvi við lærarar skúlans skal undir
vísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• duga at samstarva og er fyrikom
andi
• er fúsur at taka á seg tær uppgávur,
sum eru í skúlanum
Harumframt skal lærarin hava før
leika at átaka sær eina ella fleiri
av hesum lærugreinum/lærugreina
økjum:
• undirvísa gentum í ítrótti og í
svimjing
• 2., 3. og 7. fl. í ítrótti og 1. og 3. fl. í
svimjing
• 4. og 5. fl. í heimkunnleika
• 6 fl. í nátt/tøkni
• 8. og 9. fl. í kristni
• 1., 2. og 3. fl. í handverki og list
• 7. fl. í lívfrøði
Førleikakrøv
Læraraútbúgving
og
linjuleistur
ella samsvarandi førleika í nevndu
lærugreinum/lærugreinaøkjum
og
svimjilæraraprógv.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvs
royndir í fólkaskúlanum.
Lønar og setanartreytir
Setanarøkið er Vestmanna skúli. Tey,
ið sett verða, eiga at tola broytingar
starvinum viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1
27.4 sambært avtalu millum Fíggjar
málaráðið
og
Føroya
Lærarafelag.
Starvið verður sett sum tíðaravmarkað
starv fyri tíðarskeiðið 30. oktober 2006
30. juni 2007.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum
skulu vera skúlastjóranum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 18. sept.
2006, kl. 16.00.
Fleiriupplýsingarumstørvinifærttúvið
at ringja til Vestmanna skúla tlf.470100
ella til skúlastjóran tlf. 424449 ella við
at senda teldupost til skúlastjóran
olavur.winther@skulin.fo
Lærarastarv í Vestmanna
skúla
Tíðaravmarkað starv í Vestmanna skúla fyri lærara í barnsburðarfarloyvi verður
lýst leyst til setanar frá mánadegi 30. oktober 2006 til 30. juni 2007.
Vestmanna skúli
Toftavegur 12, FO350 Vestmanna · Føroyar
Tlf. 298 470100 · Fax +298 470101 · email: vestmanna@skulin.fo
Í Vestmanna Skúla eru 210 næmingar og 25 lærarar.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/ves/
Vestmanna Skúli er kendur fyri at vera næmingavinarligur og grønur skúli. Skúlin arbeiðir annars í
løtuni við hesum evnum: at menna trivnaðin, byrjanarundirvísingina, samstarvið við vinnulívið, tann
opna skúlan og at geva næmingunum fjølbroyttar avbjóðingar.
Almennur fyrilestur
um migrenu
Leygardagin 2. september kl. 15.00 verður almennur
fyrilestur í Miðlahúsinum við danska neurologinum
Steffen Birk. Hann fer at greiða frá um nýggjastu
gransking innan migrenu:
Hvat er migrena?
Hvat førir migrenan við sær?
Hvat kann gerast fyri at fáa tað betri?
Fyrilesturin er ókeyps.
Føroyski migrenubólkurin
Lesið
-so eru tit við!