Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2006 27 Gjáarlon søkir námsfrøðing og hjálparfólk Søkt verður eftir námsfrøðingi og hjálparfólki til dagstovnin Gjáarlon í Vestmanna at byrja 1. oktober 2006. Vit sóknast eftir • 1 námsfrøðingi 40 tímar um vikuna. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin. • 1 hjálparfólk 20 tímar um vikuna. Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og barnagarði – skipaður til íalt 84 børn. Stovnurin letur upp kl. 7.15 og letur aftur kl. 17.15. Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent á at fara væl um umhvørvið inni sum úti. Umstøðurnar eru sera góðar bæði innan– og uttandura. Vit bjóða Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit stóran dent á trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum, og vit virka alsamt fyri at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur. Gerandisdagurin er somu-leiðis merktur av, at vit eru ein grønur stovnur. Vit ynskja Vit leggja dent á, at tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt, ert ágrýtin og nýhugsandi. Tú tekur ábyrgd og virkar í góðum samstarvi við samstarvsfelagar og foreldur, og saman við okkum ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði. Vit vænta, at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um forðingar. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Morið A. O. Gardy, leiðara, á telefon 470134/230134 ella Marin í Niðristovu Durhuus, varaleiðara, á telefon 470138/230138. Umsókn og freist Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. september, kl. 12.00. Setanarsamrøður verða í viku 37. Send eina umsókn við avriti av prógvum og viðmælum til: Gjáarlon Hornavegur 16 FO – 350 Vestmanna Umsóknir skulu merkjast »Gjáarlon«. Eysturoyar Røktar- og ellisheim 620 Runavík Søkt verður eftir • sjúkrarøktarfrøðingum • heilsurøktarum/sjúkrahjálparum • heilsuhjálparum at byrja 15. september 2006 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsbrøkur 0.70 tíð. Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði fyri búfólk og starvsfólk framvegis eyðkennir heimið og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga og gleði við, at samskifta við eldri fólk og at tú hevur vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk og avvarðandi. Vit kunna bjóða tær eitt arbeiðsumhvørvi, har virðing fyri tí einastaka er í hásæti og har møguleikin í stóran mun er fyri, at fáa tillagað tíni arbeiðsynski. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmálar. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til fyristøðumannin á tlf. 478200 ella 478208. Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, viðmælum v.m. skulu sendast til: Eysturoyar Røktar- og ellisheim Att.: Fyristøðumaðurin Friðartún 620 Runavík Umsóknarfreist 10. september 2006. Skeið á Fróðskaparsetri Føroya 2006-2007 Próvskeið í enskum a) Skeið til Cambridge First Certificate in English byrjar í Ovastovu í Nóatúni 19. oktober í einum flokki við undirvísing hósdag kl. 13.00-16.00. - Fortreytir: 10. floks støði ella samsvarandi kunnleiki, ávísur førleiki í at nýta málið, talað og skrivað. Lærari: Sharon Christiansen, MA. b) Skeið til Cambridge Certificate of Proficiency in English í Ovastovu í Nóatúni 18. oktober í einum flokki við undirvísing mikudag kl. 9.00-12.00. - Fortreytir: Staðið »Advanced English«, málsligt students-, HF-, HH-prógv ella samsvarandi, góð- an førleika at nýta málið. Lærari: Sharon Christiansen, MA. Próvtøkurnar verða í mai/juni 2007. Nágreiniligari upplýsingar og tilmeldingarbløð eru at fáa á setursskrivstovuni. Tilmeldingarfreistin er sett til 29. september 2006. Næmingatalið er avmarkað; næmingar verða upptiknir, sohvørt tilmeldingarnar koma inn, til talið er fult. Tilmeldingargjaldið er 650 kr. Fyri próvtøku í First Certificate in English gjalda næmingar 800 kr. og fyri próvtøku í Certificate of Proficiency in English 1.000 kr. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00 J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272 110 Tórshavn www.setur.fo lýsingar