mikudagur 30. august 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 30. august 2006
5
tíðindi
– Tað, sum er komið hesar
seinastu dagarnar, hevur
ikki annað enn styrkt meg
í trúnni upp á, at eg gjørdi
rætt.
Bill Justinussen, løg
tingsmaður angrar ikki, at
hann alment hevur sett
fram nakrar álvarsamar
spurningar um viðurskiftini
á Landssjúkrahúsinum.
Hann boðaði um viku
skiftið frá, at so skjótt løg
tingið kemur saman aftur,
fer hann at seta lands
stýrismanninum í heilsu
málum nakrar álvarsamar
spurningar um viðurskiftini
á Landssjúkrahúsinum.
Í tí sambandi vil hann
hava landsstýrismannin at
svara um hann veit, at
Landssjúkrahúsið sendir
deyðiliga sjúk fólk til hús
aftur og um landsstýris
maðurin veit av, at fólk,
sum koma á Landssjúkra
húsið, tí tey ikki fáa fatur
á kommunulækna, ikki
sleppa inn, men verða vend
í hurðini og send avstað
aftur, uttan at koma undir
læknahond.
Har vóru eisini aðrir
spurningar um sjúkrajour
nalir, sum lógu og flutu, so
at øll kundu síggja tær og
um líkasælu í viðgerðini.
Hetta hevur vakt miklan
ans og landsstýrismaðurin
í heilsumálum var skakaður
av, at ein løgtingsmaður
kundi fáa seg til at seta
slíkar spurningar fram
alment. Hann helt, at hetta
máar støðið undan tí áliti,
sum almenningurin má og
skal hava á Landssjúkra
húsið og hann staðfesti, at
kundi Bill Justinussen ikki
føra ítøkilig prógv fyri
sínum ákærum, var talan
um eitt álvarsmál fyri løg
tingsmannin.
Tummas í Garði, lækna
stjóri, segði, at tey kundu
ikki liva við slíkum og at
Landssjúkrahúsið
tískil
hevði sett eina innanhýsis
kanning í verk fyri at vita,
um hald er í útsøgnunum.
Rætt at reisa málið
Men hetta fær ikki Bill
Justinussen at taka spurn
ingarnar aftur.
– Eg setti spurningin
fram tí at so nógv fólk hava
kært sína neyð fyri mær
um støðuna á Lands
sjúkrahúsinum og hetta eru
fólk, sum sjálvi hava verið
úti fyri øllum tí, eg nevni.
Men hann leggur afturat,
at síðani hann reisti málið,
hava so nógv fólk afturat
ringt til hann, at hann er
enn meiri sannførdur um,
at tað er rætt at varpa ljós á
viðurskiftini.
– Tey eru ikki so fá, sum
hava ringt til mín og boðað
frá, at tey kenna seg aftur í
tí, eg havi nevnt.
– Eg vónaði, at hetta fór
at vekja ans og tað hevur
tað gjørt. Men eg eri
ógvuliga fegin um tað stig,
sum
Landssjúkrahúsið
hevur tikið, nevniliga at
seta eina kanning í verk.
Hann heldur, at tað merk
ir, at Landssjúkrahúsið tek
ur málið upp við einum
vilja til at bøta um støðuna
og tað var endamálið.
– Hetta er tað einasta
rætta, so tað eri eg fegin
um.
– Endamálið var at rópa
varskó og tað hevur eisini
eydnast at fáa Landssjúkra
húsið at taka hetta til upp
til viðgerðar.
Kortini heldur hann, at
Hans Pauli Strøm fór nakað
nógv í verjustøðu.
– Tað skilji eg ikki rætti
liga, tí hetta er ikki eitt
álop á hann. Hetta er ein
spurningur um støðuna á
Landssjúkrahúsinum
og
ikki eitt álop á landsstýris
mannin.
Mugu tosa meiri
Eitt, sum læknar og leiðsla
á
Landssjúkrahúsinum
mangan føra fram, er tað,
at Landssjúkrahúsið er til
fólk, sum hava brúk fyri
viðgerð, men at tað mangan
eru fólk har, sum ikki
hoyra heima har, men
heldur skuldi verið á einum
røktarheimi ella tílíkt. Men
ongin hevur pláss fyri
teimum og tí taka tey pláss
á Landssjúkrahúsinum frá
sjúklingum, sum veruliga
hava brúk fyri tí.
Tað eru slík fólk, sum
ofta verða send heim til
heimarøkt av ymsum slagi
at taka sær av, ella tí tey
eiga at fara á røktarheim og
tað kann misskiljast so, at
Landssjúkrahúsið sendir
sjúk fólk heim.
– Hatta kenni eg til. Men
eg haldi, at tað er eitt dømi
um vánaliga tænastu, at tey
á Landssjúkrahúsinum ikki
kunnu geva sær stundir at
tosa við hesi fólkini um
støðuna. Høvdu tey tað,
ivist eg ikki í, at fólk, sum
verða útskrivað, og teirra
avvarðandi, høvdu góðtikið
støðuna betri.
– Men tað er tekin um
manglandi samskifti og
manglandi pedagokikk á
Landssjúkrahúsinum, at
teir ikki kunnu geva sær
stundir at geva fólki eina
nøktandi frágreiðing um,
hví tey verða útskrivað. Og
tað er eisini eitt dømi um
vánaliga tænastu, sigur
løgtingsmaðurin
fyri
miðflokkin.
Og at fólk, sum koma illa
sjúk á Landssjúkrahúsið,
verða send til hús aftur,
uttan at lækni so mikið,
sum hevur kannað tey,
kann ikki vera rætt og eg
ivist í, um tað er lógligt av
læknunum, leggur hann
afturat.
– Endmálið er ikki at sáa
iva og misálit á Lands
sjúkrahúsið, tí sum heild
gera tey eitt dygdargott ar
beiði, men tað eru mis
tøkini, eg vil til lívs.
– Og kann ein fólkavaldur
løgtingsmaður ikki reisa
eitt slíkt mál, veit eg ikki,
hvør skuldi gjørt tað, sigur
Bill Justinussen.
Bill Justinussen
styrktur í trúnni
– Eg veit, at ákærur
nar ímóti Landssjúkra
húsinum eru harðar,
men tað, sum er
komið fram síðani,
hevur ikki annað enn
styrkt meg í trúnni
upp á, at tað var rætt
at reisa málið, sigur
Bill Justinussen
Landssjúkrahúsið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg angri ikki, at eg havi
reista nakrar álvarsamar
spurningar um viðurskiftini
á Landssjúkrahúsinum.
Eg vónaði, at tað fór at
vekja ans og tað hevur tað
gjørt, sigur Bill Justinussen,
løgtingsmaður
– Støðan er so keðilig, at
Bill
Justinussen
hevur
koyrt málið út í fjølmiðl
arnar, men tey, sum spurn
ingurin er ætlaður til, hava
ikki fingið hann enn.
– Hetta er ein ótrúliga
ófantaligur máti at starta
eitt mál uppá, og vit eru
næstan bakbundin frá byrj
an, sigur ein bersøgin Hans
Pauli Strøm.
Hann vísir á, at tingið
kemur ikki saman fyrr enn
19. september og tá verður
spurningurin frá Bill Just
inussen fráboðaður løg
tinginum. Síðani skal løg
tingsformaðurin, Edmund
Joensen, spyrja tingmann
ingina, um nakar hevur
nakað í móti, at spurn
ingurin verður svaraður.
- Hetta er ein formalitet
ur, men nakað sum skal
gerast, sigur Hans Pauli
Strøm, sum roknar við, at
hetta verður gjørt einaferð
í millum 20. og 22 septem
ber.
Ikki fyrr enn aftan á
hetta fer Løgtingsskriv
stovan at senda Hans Paula
Strøm spurningin, og tá
hevur hann so 20 dagar at
svara í.
Við øðrum orðum merkir
tað, at málið sum Bill Just
inussen hevur reist, í ring
asta føri kann standa opið
og ósvarað til einaferð
miðskeiðis í oktober.
Málið tikið í
størsta álvara
Men hóast Hans Pauli
Strøm ilskast um framferð
ar háttin hjá Bill Justinus
sen, so tekur hann málið í
allar størsta álvara.
– Hetta málið verður
tikið í allar størsta álvara,
og tað er longu hent nógv.
Mánadagin var leiðslan á
sjúkrahúsinum uppi í Al
manna- og heilsumálaráð
num og viðgjørdi spurn
ingin her. Formaðurin í
Sjúklingaráðnum, Jákup
N. Olsen, hevur eisini vent
sær til mín og greitt frá, at
tey langt síðani hava sett á
teirra arbeiðsskrá, at ein
nøgdsemiskanning
skal
gerast, og tey hava longu
fingið tilfar hvussu hetta
praktiskt kann verða lagt
til rættis, sigur Hans Pauli
Strøm.
– Hetta er eitt mál, sum
verður tikið á stórum álv
ara, og slík dømi, sum
Sosialurin
greiðir
frá,
kunnu á ongan hátt góð
takast, og er tað soleiðis
má Landssjúkrahúsið taka
málini upp, soleiðis at
ávísar mannagongdir verða
broyttar, sigur Hans Pauli
Strøm, sum at enda vísir á,
at eisini løgmaður hevur
verið í samband við hann
og sagt, at hann ynskir eina
frágreiðing.
Slík dømi sum tey
bæði í Sosialinum
mugu á ongan hátt
góðtakast, og er tað
soleiðis má Lands
sjúkrahúsið taka mál
ini upp, soleiðis at
ávísar mannagongdir
verða broyttar, sigur
Hans Pauli Strøm,
sum heldur, at Bill
Justinussen hevur
byrjað málið á ein
ótrúliga ófantaligan
hátt
Landssjúkrahúsið
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tílíkt má á ongan hátt góðtakast
Tummas í Garði, lækna
stjóri, sigur við Sosialin, at
hann júst nú illa fær gjørt
viðmerkingar til tey bæði
málini, Sosialurin greiddi
frá í blaðnum í gjár.
– Tað vit kunnu gera, og
hava gjørt, er, at vit hava
koyrt hasi bæði málini
víðari til depisleiðsluna til
nærri
eftirkanningar,
soleiðis at vit kunnu fáa
staðfest, júst hvørjar hend
ingar talan er um.
– Men tað er sum at leita
eftir eini nál í sátu.
– Tá so vit hava funnið
fram til hendingarnar, fara
vit at eftirkanna okkara
mannagongdir, og um vit
nú einaferð hava borið
okkum rætt fram í hvørjum
einstøkum máli, sigur Tum
mas í Garði, sum leggur
dent á, at tey á ongan hátt
ætla at fara í verjustøðu nú
ákærurnar frá Bill Justi
nussen koma, men heldur
nýta høvi at eftirkanna
teirra mannagongdir.
Við
Útvarpið
mána
kvøldið segði Tummas í
Garði, at hann helt tað vera
heilt út av lagi, at ein
fólkavaldur politikkari set
ir fram slíkar ákærur í
miðlunum, sum burdi verið
ábyrgdarfullur fyri stovni
num.
Við Sosialin í dag sigur
Tummas í Garði, at heldur
ikki at skipanin, sum nú er
fyri so hørðum atfinn
ingum, skal bøtast gjøgnum
fjølmiðlarnar. Læknastjór
in heldur, at Bill Justinus
sen átti at vent sær til tey
fyrst, áðrenn hann fór í
fjølmiðlarnar, tí tingið kem
ur ikki saman fyrr enn um
tríggjar vikur, og tískil fær
landsstýrismaðurin
fyri
avvarðandi økið, Hans
Pauli Strøm, ikki svarað
fyri seg í røttum stað fyrr
enn tá.
Tey dømini, tit nú
borðreiða við hava vit
nú beint víðari til
depilsleiðsluna til
nærri eftirkanningar,
sigur Tummas í Garði,
læknastjóri, sum ikki
heldur at skipanin
verður bøtt við einum
kjaki í fjølmiðlunum
Landssjúkrahúsið
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tummas í Garði, læknastjóri:
Nýta høvi at eftirkanna
mannagongdir
Síðani Sosialurin borð
reiddi við tveimum døm
um um, hvussu fólk hava
fingið eyðmýkjandi við
ferð á Landssjúkrahúsi
num, hevur depilsleiðslan
roynt at funnið fram til,
hvørji mál talan er um.
Í fyrra førinum, har ein 77
ára gomul kona ikki fekk
neyðugu hjálpina, tá hon
hevði brotið sær knæið,
sigur Tummas í Garði, at
tað halda seg hava funnið
fram málið. Í blaðnum í
morgin fer Tummas í Garði,
læknastjórin, at gera við
merkingar
til,
hvørjar
grundir kunnu vera og
hvørji viðurskifti kunnu
gera, at fólk, sum í teimum
báðum dømunum, føla at
tey hava fingið eina ringa
tænastu frá Landssjúkra
húsinum.