mikudagur 30. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 166 - 30. august 2006
tíðindi
Um neyðtikin
kvinna ikki meldar
neyðtøkuna til
løgregluna innan 48
tímar, verður hon
ikki kannað, tí fara øll
prógv fyri einki.
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Tá ein kvinna er vorðin
neyðtikin og vendir sær til
løgregluna, verður neyð
tøkan meldað sum eitt og
hvørt annað mál.
Um
neyðtøkan
var
framd minni enn 48 tím
ar frammanundan, verður
kvinnan send til gynekolog
iska kanning fyri at tryggja
møgulig spor, ið kunnu
nýtast sum prógv.
Sporini eru til dømis,
DNA, sáð, hár og riftir. Á
klæðunum ið kvinnan var í,
kann prógv eisini finnast.
Um kvinnan hevur sjónlig
merki á kroppinum, so sum
blá merki, riftir, blá eygu ella
hár er roytt úr, verða myndir
tiknar av hesum.
Besti møguleikin er at
finna prógv um neyðtøkan
varð framd minni enn 24
tímum frammanundan. Og
klæðini skulu eisini kannast
skjótast gjørligt, tí DNA
kann eisini koma frá øðrum
støðum.
Um ein kvinna hevur brúk
fyri meiri enn 48 tímum at
umráða seg í, áðrenn hon
velur at melda, verða ongar
royndir gjørdar. Verður bíðað
við at melda, kann tað vera
sera ringt at útvega prógv
til sakarmálið. Tá endar tað
ofta við, at orð stendur móti
orði, tí tað eru sjáldan vitni
til neyðtøkumál.
Grundin til at kvinnan ikki
kann fara á sjúkrahúsið og
tryggja prógvini og síðan
kann fara heim at avgera
um hon vil melda, er at lands
sjúkrahúsið hevur gjørt av, at
tey ikki vilja nýta pening og
læknar at tryggja prógv, ið
møguliga ikki verða nýtt.
Fyrstu 48 tímarnir
eru avgerandi
Á Ríksissjúkrahús
inum í Keypmanna
havn er eitt sentur
fyri neyðtøkuoffur.
Har verður ikki
gjørdur munur á,
um ein kvinna, ið er
vorðin neyðtikin vil
melda ella ikki. Tær
fáa allar sama tilboð
Neyðtøka
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Karin Sten Madsen er sosi
alráðgevi og Karin Hel
weg-Larsen er serlækni.
Báðar arbeiða á sentrinum
fyri neyðtøkuoffur á Ríkis
sjúkahúsinum.
– Vit taka royndir av teim
um kvinnum ið eru vorðnar
neyðtiknar, síðan hava tær
møguleika fyri at fara heim
at hugsa seg um, um tær
vilja melda ella ikki. Um tær
seinni velja at melda, liggja
allar royndirnar har, bæði
gynekologisku royndirnar
og royndir av klæðunum og
tí eru øll spor tryggjað.
– Tað eru góðir møguleikar
fyri, at starvsfólk á Lands
sjúkrahúsinum kunnu koma
til sentrið fyri neyðtøkuoffur
á Ríkissjúkahúsinum at
læra av okkara royndum.
So at tey kundu fingið eitt
líknandi tilboð í Føroyum,
sigur Karin Helweg-Larsen,
Karin Sten Madsen er sosialráðgevi og Karin Helweg-Larsen er serlækni á sentrinum fyri neyðtøkuoffur á Ríkissjúkahúsinum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Brot á
straffilógina
Siðamisbrot, m.a. neyð
tøka, ið var meldað til
løgregluna
1997 – 23
1998 – 25
1999 – 38
2000 – 28
2001 – 21
2002 – 42
2003 – 14
2004 – 15
2005 – 28
Tørvur á hjálp til o
Modelmynd: Jens Kristian Vang