mikudagur 30. august 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 30. august 2006
7
tíðindi
offrini
ið er serlækni á sentrinum
fyri neyðtøkuoffur.
Torfør avgerð at melda
– Tá ein stendur í einari
tílíkari støðu og er djúpt
skelkaður, móður og bangin
og samstundis skal taka
avgerðina um man vil melda
ella ikki, er tað ein avgerð,
sum er sera ring at taka.
Tá man er í einari slíkari
støðu, er man so bangin,
onkur hevur bara hug at
vera einsamallur, at vera
heima og ikki blíva meira
útstillaður. Tí man følir seg
øgiliga útstillaðan, tá man fer
til løgregluna. Men soleiðis
noyðist tað at vera, tí tey
skulu gera sítt arbeiði. Tí fer
man til løgregluna skal man
siga frá, man skal hyggja
uppá gerningsstaðið, man
skal hyggja eftir myndum
og alt møguligt. Men tað
eru ikki øll, sum klára at taka
túrin inn á løgreglustøðina
júst tá.
Tað eru nakrar, sum koma
aftur. Tá tær koma aftur til
løgregluna eftir eina viku,
suffa tey og spyrja hví
komst tú ikki áðrenn, tí tey
ikki kunnu skaffa prógv.
Tá kann kvinnan vísa til
sjúkrahúsið, har løgreglan
kann fáa hendur á øllum
prógvum, greiðir Karin Sten
Madsen frá.
– Løgreglan kann brúka
prógvini, sum eru funnin
á Ríkissjúkrahúsinum. Tey
kunnu sjálvandi ikki kanna
gerningsstaðið og finna
prógv har, um ein vika er
farin. Men tey hava øll spor,
sum vóru funnin á kvinnuni
ella á klæðunum hjá henni.
So kunnu tey brúka sporini
sum prógv, tí tað er hennara
trúvirði, sum skal prógvast.
– Tær, sum ikki velja at
melda, fáa akkurát sama til
boð, sum tær ið melda. Tær
fáa millum annað tilboð
um at ganga til psykolog.
At blíva neyðtikin er líka
ræðuligt, um ein velur at
melda ella ikki.
Brúk fyri hjálp
– Tað er sera týdningarmikið,
at gera eitt neyðtøkusentur
ella eina tílíka funktión á
sjúkrahúsinum. Tí tað er ein
typiskur læknaligur holdn
ingur, at man vil bara vita
nakað, um man kann gera
nakað við tað. Um tú sum
lækni ikki hevur møguleika at
vísa sjúklinginum víðari til ein
psykolog ella sosialráðgeva, ið
kann hjálpa teimum, so spyrt
tú ikki um tey tingini, sum tú
ikki vilt hava at vita, tí tú kanst
ikki gera nakað við tað, sigur
Karin Helweg-Larsen, lækni á
sentrinum fyri neyðtøkuoffur
í Keypmannahavn.
– Um ein kvinna ið er
vorðin neyðtikin kemur á
sjúkrahúsið, og hevur merki,
sum kunnu týða uppá, at hon
er neyðtikin, so spyrt tú ikki
inn til tað, um tú ikki kanst
gera nakað.
Tí er tað so týdningarmikið,
at læknarnir vita nakað um
tað og at tað er møguligt at fáa
samband við ein psykolog,
og ein sosialráðgeva ið vita
nakað um evnið og tí kunnu
hjálpa.
Tað er ikki avgerandi, á
hvørjari deild sentrið fyri
neyðtøkuoffur er. Men tað
er sera týdningarmikið, at
tilbúgvingin er til staðar
og at vitanin finst á sjúkra
húsinum, so man kann taka
hana fram, tá man hevur
brúk fyri tí.
Karin
Sten-Madsen
og Karin Helweg-Larsen
eru samdar um hvat neyð
tøkuoffrini hava brúk fyri.
– Tær hava brúk fyri, at
tær ikki sjálvar at skula leita
hjálpina upp. Tær hava brúk
fyri at fáa at vita hvørja hjálp,
tær hava møguleika at fáa og
bara at kunna velja til og frá.
Tey hava brúk fyri at greiða
frá hvat er hent, men ikki
til nýggj fólk hvørja ferð.
Tær hava brúk fyri at siga
sína søgu á einum staði, so
starvsfólkið har veit hvat er
hent, og kunnu hjálpa henni
út frá tí.
Tær eiga ikki, sjálvar
at noyðast at uppsøkja
lækna, sosialráðgevara ella
psykolog. Tær hava brúk fyri
at vita, at onkur tekur sær av
teimum.
Henrik Rothe, aðal
skrivari í Det Danske
Advokatforbund,
heldur, at ráðstevnan
fyri løgfrøðingar
í norðanlondum,
sum var í Føroyum
í vikuskiftinum,
er týdningarmikil
fyri at betra um
samstarvið, so at
teir kunnu standa
sterkari saman. Hann
heldur, at føroysku
løgfrøðingarnir eru
væl við sammett
við teirra norð
urlendskur starvs
bróður
NORÐURLENDSK
RÁÐSTEVNA
Orð & mynd:
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Henrik Rothe er aðalskriv
ari í Det Danske Advokat
samfund. Felagið er ein
partur av Nordic Lawyer
Academy, sum skipar fyri
ráðstevnuni. Henrik fegnast
um, at ein slík ráðstevna
verður hildin.
– Hetta styrkir um norð
urlendska samstarvið. Vit
standa sterkari saman í
kappingini frá øðrum lond
um, um vit samstarva, sigur
Henrik.
Tað verður lagdur stórur
dentur á at menna fakligu
vitanina hjá løgfrøðingunum
við fyrilestrum.
– Vit hava fingið fólk úr
norðurlondunum við hollari
vitan at hava fyrilestrarnar.
Fyrilestrarnar snúgva seg
um trupulleikar, sum kunnu
vera felags fyri londini.
Eisini royna vit at leggja
dent á altjóðagerðina, so
at løgfrøðingavirksemið
verður
meira
altjóða
orienterað, sigur Henrik.
Rós til føroysku
starvsbróðurnar
Henrik heldur ikki, at
føroysku løgfrøðingarnir
standa aftan fyri hinar, tá
ið tað snýr seg um vitan og
arbeiðslag.
– Føroyingar eru væl
við, og teir hava heilt vist
givið íblástur til hinar
løgfrøðingarnar. Vit leggja
eisini stóran dent á tað
sosiala, so at vit kunnu fáa
íblástur frá hvørjum øðr
um. Norðurlondini líkjast
nógv mentanarliga, og tað
sæst eisini aftur í rættar
skipanunum, sum eru sera
líkar. Løgfrøðiliga mentanin
líkist, og uppfatanin av, hvat
er rætt og skeivt líkist eisini,
tí at tað verður definerað av
okkara mentan.
– Tó eru summir munir
millum londini. Til dømis
er lógin um arvarættin um
at verða broytt í Danmark,
soleiðis at børnini ikki long
ur hava endaliga arvarættin.
Ein tílík broyting hevði helst
verið torfør at gjøgnumført
í Føroyum, tí at virði frá
feudal-samfelagnum fram
vegis hanga við, so at fam
iljan enn er í hásæti og
hevur stóran týdning hjá tí
einstaka, sigur Henrik.
Áhugaverdur
løgmaður
Luttakararnir á ráðstevnuni
fingu eisini møguleika at
uppliva føroysku náttúruna
og mentanina. Soleiðis
fingu teir tvær flugur við
eitt smekk. Henrik hevur
ikki verið í Føroyum fyrr.
Hann er sera væl nøgdur
við túrin og ráðstevnuna.
– Fyrilestrarnir hava
verið áhugaverdir. Serliga
áhugavert var tað at hoyra
tykkara løgmann (Jóannes
Eidesgaard. Blaðm.) greiða
frá um tykkara rættarskipan
og politisku skipan.
Henrik vónar, at ráð
stevnan verður aftur
vendandi, og at fleiri før
oyingar fara at koma næstu
ferð.
Føroyskir løgfrøðingar
eru væl við
- Fyrilestrarnir hava verið áhugaverdir. Serliga áhugavert var tað at hoyra tykkara løgmann
(Jóannes Eidesgaard. Blaðm.) greiða frá um tykkara rættarskipan og politisku skipan, sigur
Henrik Rothe frá Det Danske Advokatforbund