mikudagur 30. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 166 - 30. august 2006
tíðindi
- Tað átti at verið
so líkatil: Fer
undirsjóvartunnilin
at ganga undir
okkara oyggj, so kann
tunnilin eisini koma
upp her, sigur Sanna
Silvurstein í Hesti.
Fólk í Hesti eru
sannførd um at uttan
ein slíkan tunnil,
verður tungligt í
bygdini í framtíðini.
Undirsjóvartunnil
Orð & myndir: Snorri Brend
Hestoy: Er tað nakað
sum fólkið í Hesti ynskir
so munnu tað vera góð
viðurskifti við umheimin.
Í løtuni røkir strandfara
skipið Teistin siglingina um
Skopunarfjørð, og leggur
nakrar ferðir um dagin leið
ina inn á Hest.
Nú er ætlanin um ein
undirsjóvartunnil millum
Streymoynna og Sandoynna
komið fram aftur. Og hetta
fylgja fólkið í Hesti sum
vera man væl við í.
Fyri tey er eingin ivi um,
at hetta er ein góð loysn
fyri sandoyingar – og fyri
tey sjálvi.
– Fáa vit eisini samband
við undirsjóvartunnilin, so
kann bygdin vaksa aftur. Um
ikki, - so verður verri, sigur
Sanna Silvurstein.
Hon er sjálv ein av lim
unum í teirri serligu Kolturs-
/Hestsnevndini, saman við
m.a. Heðini Mortensen,
borgarstjóra í kommununi.
Vilji og eykakostnaður
Í løtuni fer fram eitt kann
ingararbeiði, sum skal lýsa
allar síður av málinum
um eina komandi undir
sjóvartunnil um Skopunar
fjørð.
Fyribils metingar siga, at
tunnilin verður um 12 km.
langur, og at ein slík ætlan
kann fremjast innanfyri
eini átta ár. Kostnaðurin er
mettur til millum 600 og 800
mió. kr.
Fyri hestsfólk er tann stóri
spurningurin, hvar tunnilin
kemur at liggja. Ymiskar
loysnir hava verið frammi,
men tað er kortini tann
eina teirra sum hevur teirra
størsta áhuga.
Henda
eina
ætlanin
fevnir um, at tunnilin skal
koma upp í Hesti, soleiðis
at íbúgvararnir har fáa vega
samband bæði til Sandoynna
og meginøkið.
Spurningurin er bara, hvat
politiski viljin er til hesa
loysnina – og ikki minst,
hvat eykakostnaðurin kemur
at verða.
Hetta duga fólk helst eisini
at síggja, men fyri tey er tað
kortini ein spurningur um at
halda lív í útjaðarinum við
slíkum undirsjóvartunli.
Ella sum Sanna tekur til:
– Kemur tunnilin ikki til
Hests, so hevur bygdin ikki
nógv eftir!
Teistin ella einki
Í dag er støðan hon, at Teistin
er einasta ferðasambandið hjá
hestsfólki við umheimin.
Skuldi tað hent at undir
sjóvartunnilin
kemur
ígjøgnum, og at hesin í øðr
um lagi ikki kemur upp í
Hesti, so duga fólk í bygdini
væl at síggja avleiðingarnar
av hesum:
So verður Teistin tikin
úr sigling, tí tá er ikki
tørvur á hesum farinum til
Skopunarsiglingina. Við
komandi spurningurin er
tí, hvussu so verður við
siglingini uppá Hest?
Hestsfólk bera tá ótta fyri,
at Teistin ikki longur fer at
sigla út í Hest, og at eitt
minni skip fer at røkja hesa
farleiðina ístaðin.
Eingin veit, hvat skip
hetta kemur at vera. Men
óhugsandi er ikki, at eitt lítið
far á stødd við Súluna ella
kanska Másan fer at sigla
hagar.
Aftur til tað gamla
Verður ein slík loysn sett í
verk, verður tað eitt stórt
afturstig fyri samferðsluna
hjá hestsfólki.
– Í dag fáa vit til dømis
oljuna fylta í tangarnar úr
einum oljubili. Men í fram
tíðini kann tí hugsast at
vit aftur mugu til at rulla
oljutunnur til húsini, sigur
Sanna Silvurstein.
Hon vónar tí, at landsins
myndugleikar og Tórshavnar
kommuna fylgja ynskinum
hjá fólki, soleiðis at tey
eisini í framtíðini gerast – og
verða! – partur av føroyska
samferðslukervinum.
Hestur
skal við
Fyrr í summar varð
hildin kunnandi fundur
í Hesti, har m.a. Heðin
Mortensen, borgarstjóri
í Havn var við.
Á samkomu í bygdar
húsinum legði hann dent
á týdningin av einum
undirsjóvartunli.
Heðin segði:
– Eg haldi, at tað er
natúrligt, at undirsjóv
artunnil verður gjørdur til
Hest, tá Sandoyartunnilin
kemur.
– Tunnilin frá Hesti
kann koplast upp í
Sandoyartunnilin mitt á
fjørðinum. Hetta er heilt
vist nakað, sum býráð
ið fer at taka upp og
arbeiða fyri, segði Heðin
Mortensen.
Hestur: Uttan tunnil verður
einki eftir
– Kemur Sandoyartunnilin ikki upp í Hesti verður ikki væl vorðið her, sigur Sanna Silvurstein. Aftan
fyri hana hómast Streymoyarlandið, hagani nýggi undirsjóvartunnilin helst kemur at ganga
Teistin er álitið hjá hestsfólki í dag. Spurningurin er bara hvussu leingi hetta verður eftir at Sandoyartunnilin er komin ígjøgnum