mikudagur 30. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 30. august 2006
9
tíðindi
Stutt sagt
Skúvoy: Fóltbóltshugaðir
skúvoyingar kunnu um
stutta tíð síggja fram til at
sparkivøllurin í bygdini
fer at verða liðugur.
Arbeitt verður í løtuni
við hesum vølli, og sum
skilst skal ein somuleiðis
gerast á Sandi í næstum.
Líknandi sparkivøllir
finnast longu í Skopun,
og fyrr í summar kundu
dalbingar taka ein slíkan
í nýtslu.
sb.
Fleiri fótbóltsvøllir
til børnini
Sundalagið: Nú skal skil
fáast á vansan við teimum
leysgangandi hundunum
í Sunda kommunu.
Kommunan hevur gjørt
eina samstarvsavtalu við
avvarðandi myndugleikar
um upptøku av leysgang
andi hundum og øðrum
djórum.
Á fundi fyrr í hesum
mánaðinum hevði trivn
aðarnevndin hetta málið
til viðgerðar, og mælti
tá
bygdaráðnum
til
at gera eina slíka sam
starvsavtalu. Mælt varð
somuleiðis til at sam
starva við aðra kommunu
um aktingarfólk og um
eitt stað at varðveita hesi
djórini.
Á fundi í bygdaráðnum
mánakvøldið
samtykti
bygdaráðið
einmælt
ætlanina um eitt slíkt
samstarv.
sb.
Skila fáast á leysgangandi
hundum
Fiskivinna: Fram til 1.
august høvdu útlendsk
fiskifør roynt í slakar
4000 dagar í okkara
sjóøki
–
nágreiniliga
3.973 dagar.
Ikki óvæntað eru tað
russisk fiskifør, ið eiga
flestar av hesum fiski
døgunum. Skip hagani
hava roynt her í 1659
dagar, meðan íslendsk
skip veiddu her í 1166
dagar.
Í yvirlitinum um útlend
sku fiskivinnuna sæst,
eingi skip úr Írlandi,
Portugal, Estlandi ella
Japan hava verið í føroy
skum sjóøki higartil í ár.
Íalt hava útlendsku fiski
skipini fiskað 355.000
tons – av hesum fer
svartkjafturin við megin
partinum,
nevniliga
góðum 300.000 tonsum.
sb.
4000 dagar í
føroyskum sjóøki
Útlendsk fiskifør hava fiskað góð 355.000 tons í føroyskum
sjóøki higartil í ár
Leygardagin
verður serstakur
familjudagur í
Nesvík. Tá skipar
sunnudagsskúlin hjá
Heimamissiónini fyri
einum Nóa-degi.
Familjudjór
Snorri Brend
Snorri@sosialurin.fo
Nesvík: - Tá vit hugsa um
Nóa hugsa vit eisini um
djór, siga fyrireikararnir.
Á hesum familjudegnum
í leguhúsinum í Nesvík
verða tí sjálvandi eisini
nógv livandi djór, bæði
vanlig djór og minni vanlig
djór.
Millum
annað
verða
kúgv, hestar, hundar, fiskar,
kaninir og onnur djór at
síggja. Ætlanin er eisini, at
nøkur av djórunum fara at
vísa síni kynstur, umframt
at okkurt serligt verður til
børnini.
Formaðurin fyri lands
nevndini í sunnudagsskúla
num, Ejvind Mouritsen fer
at greiða frá um skapan
ina, og um, tá ið Nóa fór
inn í ørkina við øllum
djórunum.
Í samband við framførslu
sína hevur hann latið gera
eitt modell av ørkini hjá
Nóa við fleiri av djórunum.
Hetta verður gjørt í lutfal
linum 1:150, og sum verður
at síggja í Nesvík henda
dagin.
Sunnudagsskúlin bjóðar
kaffi, te, saft og kakur.
Áðrenn
tiltakið
endar
verður møguleiki at keypa
grillaðar pylsur við breyði.
Atgongugjaldið er 20
krónur fyri hvønn.
Ein stór ørk til børnini
Tað gongur væl
hjá felagsliðnum
EB/Streymi í løtuni.
Hetta smittar helst
eisini yvir á tey
fótbóltshugaðu
børnini.
Í Hósvík fáa hesi
nú ein sparkivøll
við graslíki, har
tey sleppa at royna
síni evni sum
fótbóltsleikarar.
Børn
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hósvík: Børnini í Hósvík
sleppa um stutta tíð at
sparka bólt á einum vølli í
heimbygdini.
Í síni tíð var ætlan at
gera tríggjar slíkar vøllir í
Sunda kommunu, og varð
ein ætlan løgd um at gera
slíkar í Haldórsvík, Hósvík
og á Norðskála.
Vøllurin í Haldórsvík
er longu gjørdur, men nú
verður farið undir tann
næsta í røðini.
Á fundi í teknisku nevnd
í Sunda kommunu fyrr í
mánaðinum varð samtykt,
at gera ein sparkivøll í
Hósvík.
Á
sama
fundi
varð
somuleiðis samtykt, at økið
rundan um henda vøllin skal
gerast sum eitt spælipláss.
250.000 kr.
Mánakvøldið var fundur
í Sunda kommunu, og tá
varð samtykt at gera henda
vøllin.
Tekniska umsitingin í kom
mununi metir, at parturin hjá
kommununi í hesi ætlanini
verður um 250.000 kr.
Á
bygdaráðsfundinum
varð somuleiðis samtykt,
at lata upp í hendurnar á
teknisku nevndini at finna
hóskandi stødd til vøllin.
Hetta uppskotið varð
einmælt samtykt.
Sleppa at royna síni fótbóltsevnir
Eitt yvirlit frá
Landsverki vísir, at
flestu ferðsluóhappini
á kommunalum
vegum henda
fríggjadagar kring
oyggjarnar. Tó eru
flestu ferðsluóhappini
á Sandoynni og
í Suðuroynni
mikudagar.
Ferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Í yvirlitinum sæst, at bæði
á kommunalum vegum og
landsvegum henda flestu
óhappini fríggjadagar.
Men um hugt verður eftir
einstøku økjunum kring
landið er býtið ikki tað
sama.
Í Suðuroynni henda flest
óhapp mikudagar og nærum
eins nógv fríggjadagar,
meðan ein á Sandoynni
kann staðfesta, at har henda
nógv tey flestu óhappini
mikudagar.
Í Vágum henda flestu
óhappini
mánadagar,
meðan ein í Eysturoynni,
Norðoyggjum og í Streym
oy kann staðfesta at fríggja
dagar eru flestu óhappini
á
teimum
kommunalu
vegunum.
Nevnast kann hinvegin,
at einki óhapp hendi á
kommunalum vegum á
Sandoynni
fríggjadagar,
og at einki óhapp hendir á
landsvegunum leygardagar
á Sandoynni og hósdagar í
Vágum.
Flest ferðsluóhapp fríggjadagar
Ymisk djór eru vanliga at síggja í Nesvík. men leygardagin verða tey fleiri og fjølbroyttari
Mynd: trubodin.fo