Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 166 - 30. august 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tøkk Eg takki øllum, sum mintust meg á 80 ára degi mínum við blómum, gávum og heilsanum annars. Takk øll somul. Hanna Lisberg Dagurin í morgin 31. august. Berta. Ókend halgikvinna. Summar halgisøgur siga, at talan er um ta vøkru Bertu, sum umvendi mann sín, kongin Edelbert í Kent í Onglandi. Týskt navn, ið merkir hin bjarta. Janus Djurhuus doyði hendan dagin í 1948. Mikudagin 30. august eru 30 ár liðin síðani Skúlaheimið hjá Tekniska Skúla í Tórshavn varð tikið í brúk í 1976. Hetta var fyrsta byggistigið av nýggjum tekniskum skúla í Tórshavn. Ætlanin var at byggja sjálvan skúlan á sama øki, men sum kunn­ ugt bleiv hetta ikki til nak­ að, men ístaðin vóru fýra hallir bygdar fyrst í 80- unum í Smiðjugerði við Velbastaðvegin. Tað var Palli Gregoriussen arkitektur sum teknaði Skúla­heimið. Miðskeiðis í 90-unum varð Skúlaheimið renoverað við t.d. nýggjum taki, klædningi og vind­ eygum. Leiðari á skúlaheiminum er Rannvá Hansen. Skúlaheimið 30 ár Skúlaheimið 30 ár, f .v.: Egon Øregaard, skúlastjóri, Rannvá Hansen, leiðari á Skúlaheiminum, Sólrun Gray, starvsfólk, Tina Joensen, starvsfólk, Óluva Sundsker, starvsfólk, Oda Hansen, starvsfólk, Randi Ziska, starvsfólk, Anne Lisa Davidsen, starvsfólk, Kartni Olsen, húsavørður, Reynhold Madsen, kokkur, og Ninna Antoniussen, starvsfólk Mynd: Jens Kristian Vang Upprunaliga tekningin av Skúlaheiminum, har tekniski skúlin eisini var ein partur av byggiætlanini Internet Sosialur i i f in Hans Petur Djurhuus, Selatrað fer til gravar úr Selatraðar kirkju fríggjadagin 1. september kl. 14. Tey, ið vilja minnast Hans Petur, kunnu lata Selatraðar kirkju eina gávu. Konta í peningastovunum. Petur Müller í Kvívík andaðist mánadagin 28. aug­ ust á Ellisheiminum í Vágum, 81 ára gamal. Kistan fer frá Ellisheiminum í Vágum hósdagin klokan 17. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr sálma­bókini. Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata Kvívíkar kirkju eina gávu. Karl Anton Klein fer til jarðar úr Vestmanna kirkju hósdagin 31. aug. kl. 14. Tey, ið vilja minn­ast Karl Anton, kunnu lata eina gávu á konto í Føroya Banka. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt,vinum og kenningum, at okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Petur Müller Kvívík andaðist 28. august á Ellisheiminum í Vágum 81 ára gamal. Farið verður frá Ellisheiminum í Vágum hósdagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju, fríggjadagin kl. 14.00. Sungið verður úr sálmabókini. Fyri tey avvarðandi Ebba Ansa, Helga og Fríða Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata Kvívíkar kirkju eina peningagávu. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá ið góði samstarvsfelagi og vinur okkara Ib Jensen Tórshavn (føddur í Thy) doyði og varð jarðaður. Tøkk til øll, sum mintust hann við at lata gávu til innsavningina. Hjálpsemi. Tøkk fyri uppringingar og fyri á ein hvønn hátt sýnda samkenslu. Tøkk til øll, sum við jarðarferðina og ervið vóru við til at minnast Ib Jensen. Vegna tey avvarðandi og Adventistasamkomuna Jens Vilhelm Danielsen