mikudagur 30. august 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 30. august 2006
13
Tey komu sera óvart á okkum,
deyðsboðini um, at Karl Anton
var farin. Hóast hann stríddist við
heilsuna, so góvu vit okkum ikki far
um hetta, tí Karl Anton var so spill
livandi og útynti sítt verk við fullum
huga og eini megi og ótroyttiligum
vilja, sum fáum er unt.
Var vitandi um, at Karl Anton
serstakliga hesa seinastu tíðina
hugsaði nógv um og hevði ítøki
ligar ætlanir um at betra um
møguleikarnar og umstøðurnar
hjá teimum ungu tónleikarunum í
Havn at venja og framføra tónleik
sín. Sjálvur hevði hann lagt lunnar
undir og búnað hesar ætlanir í
mong ár við at leggja teimum ungu
tónleikarunum lag á og venja og
spæla saman við teimum. Eg haldi
meg ikki siga ov nógv, tá eg sigi,
at hetta var tað, sum gav lívinum
hjá Karl Anton innihald, eins og
teimum ungu sjálvum.
Hann gav sum fáur hesum ungu
í Havn íblástur, sum tó ikki bara
kom og fór, men sum veruliga
festi seg og gav hesum ungu luft
undir sínar tónleikaveingir. Hóast
hann eisini gjørdi hetta av sínum
eintingum, soleiðis var hann bara,
so kann man gott siga, at hann
eisini mundi síggja tað sum eitt
kall og gav tí alt hann átti. Sjálvur
hevði hann tann góða hugburð,
at tað var betri fyri ungdómin at
sleppa at larma í tónleikahølunum
enn at ganga og vála úti á gøtuni
og har kanska koma »lort« í býin,
sum Karl Anton kundi funnið upp
á at tikið til, so bersøgin og erligur
sum hann var í botn og grund.
Hann var eisini sum ein uppælari
fyri tey. Tosaði tey tó ikki bara eftir
munninum men greiddi teimum
frá lívsins álvara og gaman, um
at tey ungu máttu eisini sjálvi
taka seg saman og vera við til
at skapa sær eina framtíð. Hon
kom so ikki bara av sær sjálvari,
her mátti eisini egin innsatsur til,
men eisini samanhald. Hann gav
hesum ungu gott í beinið. Líka so
fryntligur, sosialur og góðtrúgvin,
hann kundi vera, líka so kontantur
kundi hann vera í orð og tal, tá
hann helt sínar ofta drúgvu men
eisini klóku og vælmeinandi
monologar.
Hvussu veit eg alt hetta, man
onkur spyrja, hvat var sambandi
okkara millum! Kom at kenna hann
sum eitt av foreldrunum í Havn,
sum átti ein son, ið gjørdist partur
av tónleikaumhvørvinum hjá Karl
Anton í Margarinefabrikkini ella
rættari Art, sum var tónleikafel
agið hjá Karl Anton, ið helt til
í bygninginum í Magnus Heina
sonargøtu/Tórsgøtu í Havn.
Sá við egnum eygum, hvussu
góða ávirkan Karl Anton hevði á
hesi ungu, sum hann stuðlaði. Hann
gav seg og sína tíð til at stuðla og
menna tey í tónleikinum. Tað var
soleiðis, at eg kom at kenna hesa
stóru persónligheitina av einum
menniskja. Og seinni komu vit
eisini at hava tøtt bond, eftir at
Sosialurin flutti heim í Vágsbotn,
og Miðlahúsið gjørdist veruleiki.
Minnist so væl at Karl Anton kom
til mín og spurdi, um tað ikki var
eitt hugskot at brúka Miðlahúsið
til konsertir, eisini við teimum
ungu bólkunum, sum vandu hjá
sær í grannalagnum. Hetta var eitt
frálíkt hugskot, og tað gingu tí ikki
nógvir dagar, so hevði Karl Anton,
sær sjálvum líkt, sett tað heila og
øll í gongd. Hvør skuldi spæla og
nær. Sjálvandi skuldi tað vera á
flaggdegnum 25. apríl, bert tvær
vikur eftir at vit vóru flutt í húsið,
og hann kom við ikki færri enn
tíggju ungdómum, sum spældu í
orkestrinum við tí heldur sjáldsama
navninum »Fólkayvirlitið«. Skilji
at hetta var ein avloysari til hansara
egna band »onki kann diskuterast.
alt kann«.
Hetta var fyrsta konsertin í
Miðlahúsinum, og ikki bert henni
kunnu vit takka Karl Anton fyri.
Tí hon skuldi ikki blíva tann sein
asta heldur við bólkunum hjá Karl
Anton. Síðani hava fleiri aðrir
bólkar spælt í Miðlahúsinum eitt
nú faviritbólkurin hjá Karl Anton
»SIC«. Og seinast Karl Anton var
í miðlahúsinum við nøkrum av
sínum bólkum, eitt nú »SIC« og
»48Pages« var stutt fyri ólavsøku.
Og her var Karl Anton primus motor
sum ikki einaferð. Syrgdi sjálvur
fyri at fáa plakatir gjørdar og settar
upp ymsastaðni í býnum. Alt hetta
gjørdi hann, tí hann vildi promovera
teir ungu tónleikabólkarnar.
Tað er tí eisini ein dyggur missur
fyri Miðlahúsið, at Karl Anton er
farin. Tí vit høvdu ætlanir um at
brúka hølini til fleiri konsertir til
frama fyri ungu tónleikabólkarnar
í býnum.
Karl Anton var eisini so nógv
annað enn tónleikavenjari og sam
skipari. Hann átti ein góðan penn,
sum kundi vera ómetaliga hvassur,
og tað var ikki lukkuligt at vera
fyri, tá ummælarin Karl Anton
fór í blekkhúsið. Hann legði ikki
fingrarnar ímillum og gav rís og
rós, sum hann helt tað var fortjent.
Eisini her hava vit øll mist nakað
nú Karl Anton er farin.
Tjóðskaparligur var hann, og
kom tað eisini til sjóndar, tá hann
helt sínar »røður« í hitarúminum
ella hvar tað nú kundi vera. Og
hann kundi heldur ikki fjala, at
hann átti ein sera vakran sosialan
og menniskjansligan hughurð og
medvit, sum kom so væl til sjónd
ar í arbeiðinum til frama fyri ung
dómin.
Tað er eitt stórt tómrúm eftir
Karl Anton. Sum so oftani tá tú
hevur við einarar at gera, tað vil
siga fólk, sum er nakað fyri seg,
og sum tað oftani bara er eitt eks
emplar av, so kennist missurin og
tómleikin uppaftur størri.
Fyri teir ungu, sum vóru partur
av tónleikaumhvørvinum hjá
Karl Anton, má hesin saknur vera
serstakliga stórur. Giti at nógv tár
eru runnin, síðani Meistarin so
brádliga legði árarnar inn.
Sum eitt av teimum foreldrum,
sum eigur son og nógvar vinir, ið
høvdu nógvar góðar løtur saman
við tí majestetiska og »Zeuslíkn
andi« Karl Anton Klein kann eg
bert takka honum fyri ta góða hann
legði í beinið hjá okkara børnum.
Tað var eisini ein fragd fyri meg at
kunna vera við til at skaffa stuðlar
til konsertferðirnar, sum Karl Ant
on tók stig til í útlondunum eitt
nú Ísland.
Tað er øgiliga tungt at skula siga
tær endaliga farvæl Karl Anton, tí
tú var so góður við ungdómin og
vildi honum so væl. Vil við hesum
lýsa frið yvir minni um Karl Anton
Klein, eitt minnið, sum fer at liva
víðari í nógvum av tí góða sum tú
hevur lagt niður í nógv av teimum
ungu í tónleikaumhvørvinum í
Havn.
Tað er altíð syrgiligt at skula
siga einum av okkara endaliga
farvæl, og enn meira syrgiligt er
tað, tá hann er í bestu árum og
hevur halgað mesta av sínum lívi
fyri eini so góðari søk sum at vilja
stimbra og menna ungdómin í tess
egnari stremban eftir at vera eitt
við tónleikin.
Við deyða Karl Anton hava so
nógv mist. Fyrst og fremst hansara
næstu.
Teir ungu tónleikararnir og
teirra næstu, men ikki minst
hevur Tórshavn mist ein góðan
borgara, sum royndi at tendra ljós
í tí myrkuri, sum tónleikarar hava
livað undir. Karl Anton var í sínum
treiskni og áhuga fyri tónleiki og
teimum ungu at meta sum ein
lýsandi viti í tí annars fátæksliga
tónleikaumhvørvinum fyri tey ungu
í høvuðsstaðnum.
Hansara mál var at fáa høvuðs
staðin og harfyri allar Føroyar
at skilja týdningin av at útvega
teimum ungu tónleikarunum betri
umstøður at venja í og at framføra
sín tónleik í.
Størsta heiður og besta varða vit
kunnu reisa honum er at vera við
til at gera henda hansara dreym til
veruleika. Eins og Ove vígdi lív
sítt til havið og sjógvin, vígdi Karl
Anton sítt lív til tónleikin. Báðir
vóru tey einarar. Báðir doyðu
ungir. Báðir høvdu teir góð mál í
lívinum. Ove við at útvega teimum
ungu í heimbygini ein svimjihyl,
so tey lærdu at svimja, Karl Anton
at útvega teimum ungu betri og
hóskandi umstøður at venja tón
leik og framføra konsertir, so tey
kundu mennast til veruligar tón
leikarar. Latið okkum, sum vilja
gera dreymin hjá Karl Anton til
veruleika, vera við til at fullføra
hetta verk, tað veri seg tónleikarar,
myndugleikar, politikarar og
onnur áhugað. Tá virða vit minnið
um Karl Anton Klein
Mong eru sum fara at sakna Karl
Anton. Ikki minst ungu bólkarnir,
hvat teir so enn eita, SIC, Lama
Sea, 48Pages, The Story Ends
o.s.fr. Haldi mær til góðar at eg ikki
minnist øll nøvnini. Eisini mong
onnur fara at sakna henda einara,
sum setti sín serstaka dám á bæði
tónleikalívið, orðaskiftið o.a. Tú
var av røttum ein einari, ein sum
betri enn onnur sá manglarnar í
samfelagnum og vildi gera nakað
fyri at bøta um teir. Langt frá altíð er
pláss fyri slíkum einarum sum Karl
Anton. Men tað er altíð brúk fyri
slíkum, og tá teir eru so sjáldsamir,
eiga vit eisini at hjúkla um teir og
virða teirra visiónir og mál. Tað er
gott at tað eru fólk sum bróta uppum
armar, har onnur bara yppa øksl.
Nógvir einarar fella frá, tí teir fáa
ikki neyðuga stuðulin til at fremja
oftani góðu søk sína. Karl Anton
helt á, gavst ikki, men brúkti hvørja
løtu til at leita eftir betri umstøðum
til ungu tónleikararnar. Tó at hann
ikki rakk á mál og eisini møtti
mótstøðu í øllum sínum hugskotum
og ætlanum, so rakk hann langt við
sínum setningi í lívinum at skapa tí
livandi og mennandi tónleikinum
betri umstøður. At hava sum eitt
av sínum stóru lívsmálum at skapa
áhuga fyri tónleikinum millum ung
dómin og fáa teimum umstøður at
venja og spæla í, ístaðin fyri at hesin
ungdómur skal ganga og vála úti á
gøtunum, er eitt so gott mál, at vit
eiga at minnast Karl Anton fyri tað
og royna at liva upp til mál hansara.
Nakað sum ikki minst politikararnir
í Tórshavnar kommunu eiga at taka
til sín.
Veit at tað eisini verður stórur
saknur í honum í svimjihøllini í
Gundadali, har Karl Anton var
at síggja javnan. Eisini har kenst
missurin stórur.
Tøkk fyri at tú var tann tú var
Karl Anton.
Jan
Minningarorð um Karl Anton Klein