Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 166 - 30. august 2006 ítróttur SAMBAND Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 – Tað er ikki lætt at spæla ímóti einum væl skipaðum liði sum Føroyum, men trýstið er á okkum til dystin. Vit skulu vinna Steven Pressley, skotskur verjuspælari Formil 1 kalendarin kunngjørdur Týskarar og it­aliu­ menn mugu komandi kapp­ingarár taka til takka við eini for­mil 1 koyring í heim­ landinum Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Formil 1 kalendarin fyri 2007 varð avdúkaður í gjár, á honum eru 17 koyr­ingar, altso ein færri enn í ár. Belgiska koyringin á Spa, er komin inn á kal­endarin aftur eftir eitt sabbatár. Hetta merkir so, at San Marino koyringin, ið verður hildin í Italia og evropeiska koyringin, ið verður hildin í Týsk­landi, eru dotnar av kal­end­ar­an­um. Seinastu nógvu árini hava hesar koyringar tryggja at bilóðu tjóðirnar Italia og Týskland hava havt tvær koyringar, men við alt fleiri koyringum uttan fyri Evropa, har einki tubbaksforboð er, hevur tað leingi ligið í luftini, at hesi lond fóru at missa aðru koyringina. Tað skilst, at týska koyrinigin fer at skiftast við at vera á breytunum í Hockenheim og á Nurburgring. Með­an Monza tykist at vera fyrsta valið til italsku koyr­­ingina. Tað er tó enn væl møguligt, at 18 koyringar verða komandi kapp­ingarár, tí millum koyr­ ing­ina í Bahrain 15. apríl og koyringina í Spania 13. mai eru fýra vikur, og hes­in steðgur tykist ikki sann­líkur. So tað tykist, sum um sam­ ráðingar eru í gongd um, at ein koyring verður aft­ur­at, og her er San Marino koyringin ein møguleiki. Av øðrum broytingum er kanska tann mest áhuga­ verda, at japanska koyringin flytur av Suzuki á Fuji breytina. Formil 1 kalendarin 2007 Avstralia, 18. mars Malaisia, 8. apríl Bahrain, 15. apríl Spania, 13. mai Monako, 27. mai Kanada, 10. juni USA, 17. juni Frakland, 1. juli Stóra Bretland, 8. juli Týskland, 22. juli Ungarn, 5. august Turkaland, 26. august Italia, 9. september Belgia, 16. september Kina, 30. september Japan, 7. oktober Brasilia, 21. oktober (Kelda: f1.com) Robbie Williams hevur oyðilagt vøllin hjá ungarska landsliðnum, og fríggjakvøldið undan dystinum millum Skotland og Føroyar spælir enska poppstjørnan í Glasgow Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Robbie Williams er stórur fótbóltsfjeppari, men tá ið hann savnar túsundtals fólk á leikvøllum kring Europa, er tað ikki til fótbólt, men til tónleik. Um vikuskiftið hevði Robbie Williams konsert á stadion í Budapest, har ung­arska landsliðið van­ liga spælir sínar dystir, men konsertin fór so illa við vøllinum, at ungarska fót­ bóltssambandið hevur bið­ ið UEFA um loyvi at flyta EM-dystin ímóti Noregi leygadagin til annan vøll. Sambært ungarska fót­ bólts­sambandinum er ikki spælandi á vøllinum, eftir at Robbie Williams hevði sína konsert. Enska poppstjørnan skal fríggjakvøldið og leygar­ kvøldið hava konsert í Glas­gow í Skotlandi, men Robbie Williams sleppur ikki inn á Celtic Park, har landsdysturin millum Skot­ land og Føroyar verður spæld­u­r leygardagin. Robbie Williams skal ístaðin hava sína konsert á hinum stóra leikvøllinum í býnum, Hampden Park. Allir teir útt iknu spælararnir hjá Skotlandi eru klárir til dystin ímóti Føroyum, og stórur áhugi er millum áskoðararnar fyri dystinum Landsdystur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í gjár savnaði skotski lands­ liðsvenjarin Walther Smith spælararnar, sum leygardagin skulu spæla EM-landsdyst ímóti Føroyum í Glasgow. 23 spælarar eru tiknir út til landsdystin ímóti Føroyum og tann ímóti Litava í næstu viku, og Walther Smith kundi fegnast um, at allir hansara spælarar eru frískir til dystin leygardagin. Í gjár vandi skotska lands­ liðið fyri fyrstu ferð undan dystinum ímóti Føroyum, og fyrireikingarnar halda fram alla hesa vikuna. Málskjúttin í kreppu Hóast skotski landsliðs­venj­ arin nú fyrireikar liðið til dystin ímóti Føroyum leyg­ ardagin, hevur hann alment sagt, at álopsspælarin Kenny Miller skal byrja inn í dystinum. Kjakast hevur verið um, hvørt Miller er rætti álops­ spælarin, tí hann hevur ikki gjørt nakað mál, síðani hann flutti frá Hibernian til Celtic at spæla í summar. – Kenny hevur spælt sera væl fyri landsliðið, og tá ið ein spælari hevur avrikað so nógv fyri okkum, mást tú eisini vísa honum álit, sigur Walther Smith við The Scotsman. – Við hvørt tekur tað tíð at finna seg til rættis í ein­ um nýggjum felag, men eg eri vísur í, at Kenny við tíðini eisini fer at gera nógv mál fyri Celtic, sigur landsliðsvenjarin. Harvið heldur Walther Smith fast í Kenny Miller sum álopsspælara á lands­ liðnum, hóast hann hevur verið fyri málturki í Celtic seinastu vikurnar. Skotar koma til dystin Áhugin fyri landsdystinum millum Skotland og Føroya er stórur. Dysturin verður spældur á leikvøllinum hjá Celtic, og har rúmast heili 60.000 fólk. Týsdagin vóru næstan 40.000 atgongumerki seld til dystin, og roknað verður við, at sølan fer eisini at ganga væl seinastu dagarnar undan dystinum. Vanliga spældir skotska landsliðið sínar dystir á Hampden Park, men hesaferð verður roynt at spæla á Celtic Park, og tí heitir skotska fótbóltssambandið á áskoðararnar um at verða í góðar tíð til dystin. – Fólk eru ikki so von við at vera til landsdyst á Celtic Park, og øll kenna ikki leik­ vøllin ella økið rundan um, og tí ræður um at verða í góðari tíð leygardagin, sigur skotska fótbóltssambandið. Føroyar á flog Í kvøld kl. 19.00 fer føroyska landsliðið á flog úr Vágum, og flogið verður beinleiðis til Glasgow, har Jógvan Martin Olsen hósdagin og fríggjadagin skal hava venj­ ingar við sínum liði. Stóra uppgávan verður at kveikja og skipa liðið, so at avrikið og úrslitið verða betur enn í fyrsta EM-dyst­ inum fyri tveimum vikum síð­ani. Ta ferðina tapti Før­ oyar heili 6-0, og hóast talan skuldi verið um ein truplari dyst hesaferð, er málið hjá føroyska liðnum at fáa eitt munandi betur úrslit í Skotlandi. Dysturin millum Skotland og Føroyar verður spældur leygardagin kl. 15.00. Skotar eru klárir til dystin Robbie Williams sleppur ikki at hita upp fyri Føroyar Skotar fyrireika seg væl til dystin ímóti føroyska landsliðnum leygardagin. Allir mans eru tøkir, og stórur áhugi er fyri dystinum millum áskoðararnar